Stórverkið um Jóannis Kristiansen í Bátasavninum

Gleðið tykkum til eitt hugnaligt kvøld í Bátasavninum í Leirvík mikukvøldið 2. nov. Stórverkið, sum Sprotin hevur givið út um listaverkini hjá Jóannesi Kristiansen, verður lagt fram kl. 20.

01.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Sprotin bjóðar vælkomin, Petur Martin Petersen, sum hevur gjørt sítt til, at Jóannis Kristiansen hevur varðveitt sítt pláss millum stóru føroysku málararnar, heldur røðu, og Solveig Olsen tosar um sjálva myndlistina.

Bókin verður seld fyri tilboðsprís 550 kr, og sjálvandi verður ein kaffimunnur við onkrum góðum afturvið.

Takið tykkum stundir at njóta eina løtu, sum savnar seg um avriksverkini hjá stóra listamanninum úr Leirvík, Jóannesi Kristiansen.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

01.11.2022
Sprotin
Bókaprát

More articles