Seyðabóndi í Suðurgrønlandi

Søgan um Magnus Fuglø, sum Jacob Fuglø hevur skrivað, er sjaldsom søga um nógv áræði og sterkan vilja.

07.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Talan er um avreksverk. At fara undir hesa krevjandi vinnuna, tá ið tú táttar í tey fimmti, og fáa konu og sonin, sum var smádrongur, við sær út í óvissuna at leggja lunnar undir alt saman við sær – tað er ein sjaldsom søga. 

Tær eru mangar sjaldsamar  um menn, sum hava slóðað fyri nýggjari vinnu, har umstøðurnar ikki vóru lagaligar. Tær royndirnar hava sjaldan bara gingið væl og verið til vildar. Tær hava tað til felags, at tað hevur altíð verið eitt øgiligt knoss, sum hevur kravt kropsliga og andliga sterk fólk. Tað sama er galdandi fyri søguna hjá Magnusi og teimum.

Men Magnus og einir 10 aðrir royndu eydnuna í Grønlandi í 1951. Hjálandið Grønland var latið upp, og fólk sluppu inn at royna seg við ymsari vinnu. Tað bar m.a. annað til at fara undir seyðahald í Suðurgrønlandi.

Hesir føroyingarnir koma til eitt pláss, teir ikki kenna, kenna ikki eina kleyv, royna at herberga sær sum best, seta seg í samband við myndugleikarnar og sigla síðan fram við landi at leita sær eftir haga og lendi til seyð. Teir enda í Tasiluk, har norðbúgvar høvdu búleikast eini 1000 ár frammanundan. Har var slætt og góður gamal veltur bøur.

Og so fer søgan í gongd, hvussu tey settu sjøtul á, hvussu hann hitti seyðabóndan Abel Kristansen, hvussu hann keypti fyrstu 75 lombini og lænti sær nakrar gimbrar afrat, hvussu tey fyrstu strævnu árini gingu við nógvum arbeiði og útróðri umframt og síðan, hvussu alt lagaði seg. 

Hetta er søgan, bókin er um.

Tað eydnaðist væl hjá Magnusi og lítla húskinum. Tey høvdu góð viðurskifti við grønlendingar, og tey fingu grønlendska verdóttir.

Søgur sum hesar – ógviliga áhugaverdar søgur - umboða avbrigdi í okkara søgu, sum ofta ikki fáa rúmd í teimum stóru søgubókunum. Tí í frásøgn snýr alt seg um sjónarhorn. Vit hugsa okkum sjónarhornið hjá Magnusi, sum myndaliga talað leggur út á opið hav, veit ikki, hvat hann hevur í væntu, og hvussu hann bita fyri bita byggir sín garð upp – eitt drúgt og stríggið starv. Sætt uttaneftir í stóra søguliga sjónarhorninum er hetta bara eitt lítið brot. Hetta lítla brotið er nú lýst so væl og eitt gott klípi er sett í okkara søgu

Vit eiga øll at vera Jakupi og Mariu takksom fyri, at vit nú eru fleiri, sum kunnu kenna hesa áhugaverdu søguna um henda føroyska bóndan í Grønlandi.

07.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?