BÓKADAGAR 2022 - Leirvíksmálarin – føroyski impressionisturin

Nú er eitt stórt og búgvið savn av verkunum hjá Jóannis Kristiansen savnað í prýðiligari coffee-table-bók. 

15.11.2022
NLH
Ymist

Jóannis Kristiansen (1918-1988) var ein av teim fyrstu akademiútbúnu listamálarum okkara. Stillførur, sum hann var, gjørdi hann ikki nógvan háva burtur úr sær.  Hann var ikki partur av nøkrum ávísum listamannaumhvørvi – hvørki niðri ella í Føroyum – nevnir Ingálvur av Reyni í eini umrøðu av vini sínum frá akademitíðini. Hóast Jóannis búði niðri mesta partin av lívi sínum, mátti hann vitja aftur í Føroyum í heilum at leita eftir serliga ljósinum í  heimliga landslagnum. Tí er tað ikki av ongum, at Jóannis Kristiansen verður sagdur at vera ein rættiligur útimálari – ein impressionistur - har oyggjanna eyðkenda ljós er grundarlag undir støðugt nýggjum litklangum. Í dag finnur tú málningar hansara víða hvar um landið.

Petur Martin Petersen, systursonurin , greiðir frá ævisøgu Jóannisar, og Solveig Olsen, listfrøðingur, greiðir frá myndunum.

Framløgan verður skipað soleiðis, at  stórt úrval av myndunum verða sýndar á stórskíggja saman við viðmerkingum og greiningum hjá listfrøðinginum.

Kom í NLH og hygg at hesum rára myndadýrgripi. 

Sprotin skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið.

Sí meira á https://www.nlh.fo/fo?event=8911/leirviksmalarin-foeroyski-impressionisturin

15.11.2022
NLH
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?