At greina eitt greinasavn

Framløga av greinasavninum ‘Opera men eingin olja’ á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 20. november 2022.

26.11.2022
Martin Næs
Bókaprát

Í 1995 gav Sprotin út greinasavnið Hvør eigur flaggknappin, savn av greinum, ummælum, røðum og samrøðum um mentanarligar spurningar, sum eg hevði skrivað.

Síðan tá havi eg skrivað hópin av greinum og hildið røður í ymiskum høpi, sum á ein ella annan hátt viðgera sama evni sum tað í Flaggknappinum, tað vil siga mentanarligar spurningar.

Í hesum nýggja greinasavninum, Opera men eingin olja, er eitt úrval av greinum, skrivað í 25-ára tíðarskeiðinum 1996-2021. 

Sum vera man eru greinirnar nógv merktar bæði av arbeiði og ítrivi, sum ongantíð hava ligið langt hvørt frá øðrum, og sum alt mítt lív hava snúð seg um bøkur, bókmentir og tað, sum liggur tætt upp at hesum. Tey, sum ætla at lesa um fisk og bilar, jørð og skip, samferðslu og trúgv, skattalætta og ítrótt, skulu leita aðrastaðni eftir lesnaði, men tey, sum eru forvitin eftir at vita, hvat rørir seg í parti av mentanini í landinum um aldaskiftið og fram til í dag, fáa vónandi gleði og ugga av hesi bók. Opera men eingin olja. Soleiðis varð havt á orði í 2006, men hví hetta bókarheitið?

Bókin hevur fingið heitið eftir tí eini greinini við hesum navni, og sum í høvuðsheitum snýr seg um føroyska bókamarknaðin um aldaskiftið, og greinin kann sigast at vera ein stuttur samandráttur av eini longri ritgerð, eg skrivaði í 2005, og sum á donskum kallaðist “Fra spadestik til global udfordring”. Í greinini endurgevi eg Gunnar Hoydal, har hann í einum fyrilestri í 1999, tá ið eitt ávíst oljuævintýr tóktist verða í ljósmála, tók so til orðanna: Ein pottur av tunnuni, skilt soleiðis, at pottur av hvørjari tunnu av olju í framtíðini skuldi fara til mentanina ....

Í dag, skjótt eina fjórðingsøld seinni, kundi verið skrivað ‘Opera men als eingin olja.’ Tann føroyski oljudreymurin tykist vera fjaraður burtur, og skjótt er hann eisini fjaldur í grønum tonkum, tí nú hevur pípan fingið annað ljóð. Nú er ikki longur talan um svart gull, men um grøna orku. Soleiðis broytist. Enn hava vit ikki fingið fleiri operair, men í táminum frá tí grønu orkuni daga fleiri listaspírar undan í havsbrúnni.

Fleiri dansarar og sangarar koma fúkandi eftir dansigólvunum. Fleiri filmar eru á veg, og mentanin í síni heild vendir og snarar sær higar og hagar. Vit mála og prýða, vit skriva og týða, vit syngja og spæla okkum inn á virðislønarpallarnar,

so heimurin hvøkkur við. Her er lív í, og listin livir sum ongantíð fyrr, meðan vit bíða eftir tí orku, ið øll tosa um. OPERA MEN EINGIN OLJA er ætlað sum eitt slag av opera til fólkið.”

Útgávan

Áðrenn eg fór frá, hevði eg leingi sagt við meg sjálvan, at tá fari eg at gera nakað annað, havi eg lív og heilsuna. 

Við hjálp frá heilsuni - og ikki minst konuni - helt eg orð og pakkaði saman á almenna arbeiðsmarknaðinum, har eg hevði starvast – so ella so - út í eitt síðan 1. oktober 1978, men alla tíðina við teimum sokallaðu bleytu virðunum millum hendurnar. 

Í hesi bókini – Opera men eingin olja - kunnu tit lesa – bæði á reglunum og ímillum reglurnar, at tað saktans kann vera strevið at arbeiða við øllum hesum virðunum í hondunum í samfull 42 ár.

Eg havi elskað tað, og eg keddi meg ikki eina einastu løtu. Eg havi fingið nógv góð faklig upplivilsir og avbjóðingar, nógvar góðar vinir bæði innanlands og uttanlands.

Og eg havi upplivað eina rúgvu í samband við mítt arbeiði.

....

Nú eri eg mín egni, ein frælsur maður, og kann gera tað, eg vil.

Eg havi ongantíð havt trøð ella bát, eg havi ongantíð verið sílaveiðimaður, ella ítróttamaður, tíverri heldur ikki nakar hegnigur handverkari ella havamaður, ella kokkur, ella.... Men eg havi altíð havt tað gott og stórtrivist við øllum tí, eg annars havi fingist við!! – Onkuntíð verði eg róstur fyri at duga væl at turka av, ella at heingja klæðir á snórin....

Eg eri so heppin at hava havt og havi eina góða konu, vit eiga trý børn, trý svigarbørn og sjálvandi, saman við øðrum ommum og abbum, eiga vit átta deilig ommu- og abbabørn. - Tað er at vera ríkur.

Partur av fyrireikingunum uppundir tað, at fara av almenna arbeiðsmarknaðinum, var at eg setti meg at skriva. 

Sprotin

Tað fyrsta eg gjørdi var, at eg skrivaði eitt bræv til Sprotan, og legði fyri forlagið eina 3 síður stóra útgávuætlan, sum  tá fevndi um 9 bøkur. 

Forlagið tók væl ímóti hesum, vit høvdu ein stuttan og góðan fund. Og so varð farið til verka.

Av teimum 9 bókunum eru í dag, 2 ár seinni, eitt sindur yvirdrivið sagt, 10 bøkur útkomnar!!  Og meðan hetta hevur staðið uppá, havi eg fingið onnur hugskot, sum longu eru komin út, ella sum í løtuni eru á beding – og bíða eftir at kjølirnir verða strektir av álvara... 

Og eg stórtrívist við hesum. Havi nógv at gera, langar arbeiðsdagar. Akkurát sum fyrr, men stóri munurin er tann, at nú síggi eg konuna allan dagin, og hon meg. Og vit hava deiligar og gevandi kaffisteðgir. Vit eru øgiliga heppin, halda vit. 

Uttan at fara at grenja um pengar, skal eg tó siga tykkum, at ein annar stórur munur er, at nú fái eg helvtina í løn, men eg haldi at eg havi tað dupult so gott og tríggjar ferðir so stuttligt, hóast eg, sum sagt, ongantíð keddi meg hvørki á Landsbókasavninum ella í Mentamálaráðnum.

Skal eg tó nevna ein trupulleika, sum nú kemur undan kavi, so er tað tað, at nú sigur læknin, 

at tú skalt ikki sita so nógv stillur. Tað er ikki gott fyri heilsuna!

Men tá ið tú so ert giftur við eini konu, sum eisini er fysioterapeutur, so ert tú ikki heilt fyri ongum.   

At geva 10 bøkur út upp á 2 ár ber bara til, tá ið tú hevur við ein útgevara at gera, sum er sum ein bulldozari, og sum tú mást spíla teg út fyri at ganga í takt við. Eg havi mangan sagt, at í Føroyum hava vit brúk fyri slíkum bulldozarum, men tað má ikki vera ov tætt ímillum teir.

Ein útgevari, sum ikki ræðist at geva bøkur út í februar og mars og apríl og mai. 

Ein útgevari, sum heldur Bókadagar alt árið, og sum kann siga, at hann hevur givið út tær mest seldu bøkurnar  í 10 av 12 mánaðum um árið – nú í skjótt 30 ár.

Mest seldu bøkur segði eg. Stundum eru yvirlit at síggja yvir mest seldu bøkurnar. Hesi eru tíverri mangan mangulfull og tilvildarlig, og alt ov ofta eru tey merkt av søluátaki, tí hvør telur upp hesa sølu, hvør boðar frá hesari sølu.  Mest seldar í mun til hvat, nær og hvar og hvussu leingi  - . Mest seldu bøkurnar síðsta tíman? síðstu vikuna? síðsta mánaðin? Ella alt tað síðsta árið? Hvussu verður hetta talt upp. Yvir hvørjar diskar verður talt upp? 

Í Greinasavninum, Opera men eingin olja, eru 45 greinir, skipaðar í tíðarrøð. Summar eru prentaðar í leysari vekt ymsastaðni, aðrar eru fluttar áður og ongantíð prentaðar og uppaftur aðrar (eru bara) skrivaðar áður og hvørki prentaðar ella fluttar alment. 

Innihaldið í greinunum er sjálvandi merkt av tí, eg havi fingist við í lívinum og av míni egni bakgrund. Eg kann her upplýsa fyri tykkum, at í greinasavninum frá 1995, sum Sprotin eisini gav út vóru 43 greinir, ummæli og samrøður. Tann bókin er langtsíðan útseld, og kann nú bara lænast á bókasøvnunum, ella kopierast....! Í tí vóru tekstir, skrivaðir frá uml. 1980-1995. – Og tá ið bøkurnar eru útseldar, er eisini gott at hava góð bókasøvn at dúva uppá. Og í hesum greinasavninum eru eisini greinir um bókasøvn okkara, og um bókasøvn aðrastaðni. M.a. ein grein ið kallast: Bókmentir, vinnan og bókasøvnini, ein grein, ið viðger føroyska bókamarknaðin, sum ikki er óspennandi at gera sær tankar um.

 

Edward Fuglø og kápan

Edward.

Nú havi eg hug, at nevna kápuna, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt.

Ein av greinunum í bókini eitur: Myndir: Edward Fuglø og hon snýr seg um bókaprýðaran Edward Fuglø. Greinin er skrivað í november 2001 í sambandi við at Edward fekk handaða Norðurlendsku Skúlabókasavnsvirðislønina tað árið fyri myndir, hann hevði gjørt í føroyskum bókum.

Ein onnur grein eitur Tak tær. Hesar báðar greinirnar handla fyri so vítt um útsjóndina av føroyskum bókum anno um aldaskiftið.

Og eg lesi eitt lítið brot burtur úr fyrru greinini:

“Myndir: Edward Fuglø. Soleiðis stendur skrivað í nógvum av teimum føroysku bókunum, ið út eru komnar tey síðstu 10 árini. Fáur gevur sær far um hetta í fyrstu syftu. Bókin liggur á borðinum, ella tú situr við henni í hondini, tú lesur tekstin og fegnast um innihald og myndir. Bøkur nú á døgum eru flestallar myndprýddar, men í veruleikanum hugsa flest okkara ikki so nógv um, hvønn týdning myndirnar hava fyri heildarfatanina av tí, sum bókin snýr seg um. Vit taka í nógvum førum sum givið, at myndir eru í bókunum, góðar myndir. At tær eru gjørdar av mannahondum, við nærlagni og hugflogi, tað hugsa vit sum vanligir lesarar ikki so nógv um. Vit krevja góðsku. 

Edward Fuglø er føddur í Klaksvík í 1965. Eftir lokna HF-próvtøku fór hann á Skolen for Brugskunst (nú Danmarks Designskole) í Keypmannahavn og var liðugur í 1991. Edward hevur teknað pallmyndir og búnar til sjónleikir í Føroyum, Íslandi og Danmørk, hann hevur eisini gjørt pallmyndir til sjónvarp og film. Edward Fuglø hevur havt fleiri framsýningar einsamallur. Í 1995 fekk hann Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri myndskreytingar í bókum.

Hvat er tað so, sum hevur gjørt, at Edward Fuglø nú hevur fingið tann heiður at fáa Norðurlendsku Skúlabókavirðislønina? Jú, tað eru hansara avrik sum bókaprýðari av føroyskum bókum tey síðstu seks árini. Ikki bara myndirnar í bókunum, men eisini útgávurnar í síni heild hava verið mettar so heilskaptar, at nevndin, ið býtir út heiðurslønina, helt avrik hansara verða virðislønarvert.... 

Og víðari verður sagt um virðislønarmóttakaran, at hesar fýra bøkurnar eru grundarlagið fyri, at Edward Fuglø í ár verður heiðraður við Norðurlendsku Skúlabókasavnsvirðislønini.

Bókstavirnir (1995), Villini súgdjór í Útnorðri (1999), Veingjaða myrkrið (2000) og bókin Vinmenn (2001).”

Edward Fuglø megnar á meistarligan hátt, at geva innihaldinum í bókunum flog, og tað er uttan mun til um tað snýr seg um villini súgdjór, veingjað myrkur, vinmenn ella bara um bókstavir.

Maðurin er heilur.

Føroyskar bøkur stóðu fyrr í tíðini mangan fyri skotum, tí tær sóu so lítið innbjóðandi út, gamaldags og keðiligar og eingin tímdi at lesa tær, søgdu tey. Og nú stendur m.a. í eini aðrari grein í hesum greinasavni, (í greinini Tak tær.): 

“Og nú til síðst í hesum hendingaríka ári, 2001, stendur ein av okkara frægu ungu myndlistamonnum og tekur ímóti virðisløn niðri í Keypmannahavn: Edward Fuglø, listamaður, fær í hesum døgum handaða Norðurlendsku Skúlabókasavnsvirðislønina, fyri tekningar í nýggjum føroyskum bókum, eina norðurlendska virðisløn fyri at myndprýða føroyskar bøkur, føroyskar bøkur, sum fyri bara heilt fáum árum síðan vórðu sagdar at vera so keðiligar, at eingin tímdi at lesa tær.

Sigast má, at her er kúvent í holuni: 

føroyskar bøkur fáa nú virðisløn fyri útsjónd.

Tak tær!”

Kápan

Tá ið greinasavnið var um at verða klárt til prentingar, skuldi gerast av, hvussu kápan skuldi síggja út.

Eg hugsaði beinanvegin um Edward Fuglø og setti meg í samband við henda upptikna listamannin, sendi honum upplýsingar um innihaldið osfr. Hetta var akkurát nakað fyri hann, hugsaði eg: Nógvar ymiskar greinir, um alt handaslag av mentanarligum spurningum.

Hvussu skal man avmynda hetta? spurdi hann meg í telefonini. 

Tað endaði sjálvandi við, at hann fekk alt handritið at lesa – og gjørdi sær so sínar tankar.

Og úrslitið er ikki at fara skeivur av:

Eitt OLJUBÓKATORN OG EIN OPERASANGARI VAGGANDI OG DANDANDI ÚTI Í MIÐJUM ATLANTSHAVI.

Eg má bara siga, at tað var ein sonn fragd at uppliva hetta ‘samstarvið’ við Edward. At uppliva hvussu hann hugsaði, hvussu hann legði tankarnar til rættis við skitsum og tonkum aftur og fram – og so til síðst var kápan har. 

Og hon fevndi snøgt sagt um alt.

Greinasavnið kann, evnisliga og yvirskipað býtast upp soleiðis. Her eru greinir, sum hava tilsipingar til:

Uppvøkstur mín í Vági frá 1953-1966, serliga 60-árini.
Arbeiðsplássið hjá mær í eina fjórðingsøld, Landsbókasavnið.
Samband mítt við Ísland – bæði tað menniskjansliga og tað bókmentaliga í nærum eina hálva øld.
Um greinasavnið kann annars sigast, at her verða nógvir ymiskir persónar úr bókmenta- og mentanarumhvørvinum umrøddir. Kann t.d. nevna:

Niels Winther, Floru Heilmann, Chr. Matras, William Heinesen, Heðin Brú, Martin Joensen, Jacob Zahle, Axel Tórgarð, Jens Paula Heinesen, Gunnar Hoydal og Edward Fuglø.

Eisini er ljóskastarin settur á nakrar útlendskar sokallaðar ‘føroyavinir’: Ejgil Søholm (DK), Seppi (FI), Lars Moa (N), Höskuld Þráinsson (Í) og Jón Laxdal Halldórsson (Í)

Tríggjar framløgur og ein aftrat

Av tí at bókin er komin út fyrst í álmanakkaárinum, havi eg verið so heppin longu at hava havt tríggjar aðrar almennar, og eftir mínum tykki, væl eydnaðar framløgur av bókini ymsastaðni í Føroyum fyrr í ár. Í Vági, á Tvøroyri og í Runavík. Á hesum trimum støðunum havi eg valt at steðga á við tríggjar ymiskar greinir og roynt at farið í dýpdina við teimum. 

Í Vági fokuseraði eg á greinina Hálsfevndust og hálvskammaðust. Og um tað upplivilsi suðuri í Miðlatúni í mars, havi eg skjótt skrivað eina nýggja grein. 

Tað var ein heilt serlig orøk til, at eg vildi hava at bókin varð fyrst løgd fram suðuri í Vági, um tað bar til. Uppvøksturin í Vági frá 1953-1966 sæst aftur fleiri staðni í greinunum - sum eitt slag av ótilvitaðum endurminningum. Men greinin Hálsfevndust og hálvskammaðust  snýr seg um tvær av mínum mongu ferðum til Íslands har ein vágbingur, dóttir hansara og fyrrverandi kona hansara øll trý hava týðandi leiklutir í søgugongdini.

So eg gjørdi ikki mætari enn at ringja til Vágs og bílegði Framtíðina til bókaframløgu.

Tað stutta og kontanta svarið var: Framtíðin er seld! Men tú ert vælkomin í Miðlatún! 

Í Miðlatúni hevði eg framløguna, og tá ið hon var av stóðu gentan í greinini og eg og hálsfevndust - men skammaðust ikki petti. – Nú mugu tit sjálv lesa greinina fyri at skilja samanhangin.

Á Tvøroyri tók eg greinina um Niels Winther í bronsu fram og greiddi fólki frá um henda slóðbrótaran og bronsumyndina av honum, sum í dag stendur í Løgtinginum. Eg minnist, at millum áhoyrararnar var tað stuttligt at síggja einasta føroyska operasangaran í løtuni. Vágbingurin sat so alspentur og lýddi á til tiltakið norðuri á Tvøroyri....

Í Runavík hevði eg fokus á greinina Jaligar løtur í lívinum, og tosaði um alt tað ólønta arbeiði, sum listafólk: høvundar, sjónleikarar og onnur skapandi fólk fáa av skafti..... Við hesum vildi eg vísa á, hvussu týdningarmikið tað er at geva  skapandi fólkum góðar umstøður, og ikki bara rokna við, at tey eru har, tá ið brúk fyri teimum. Greinin snýr um tveir ókeypis tónlistarligar tilburðir: eina konsert, har Sámal Petersen og Nikolaos Kapnas, sáli, tóku øll á bóli á einari leygardagsmatiné í Havnar kirkju, har teir spældu duettir eftir Mozart og Hændel. 

Hin tilburðurin fór fram í køki okkara uppi á Ternuryggi, tá ið ein rødd knappliga ringir og sigur: 

Hey Martin, eru tit inni? Vit ætla at koma at syngja fyri Þóru. 

Í greinini stendur orðarætt soleiðis:

“Í fyrstani helt eg hetta (altso telefonsamrøðuna) vera skemt, tí tað ljóðaði so ófyrireikað, spontant og hálvavegna argandi, men eg hevði ikki meira enn gott og væl lagt hornið frá mær, so fór úthurðin upp, og eg hoyrdi fólk tysja inn. Løtu seinni stóðu átta pør av skóm nummar 43+ í gongini, og mitt á køksgólvinum stóðu átta prúðir menn og sungu á reinum íslendskum Ég bið að heilsa, kanska betur kendur millum føroyingar við byrjanarregluni: Nú andar suðrið sæla vindum þýðum eftir Jónas Hallgrímsson.

Hetta var Dupultkvartettin í Ebenezer, sum hevði fingið tað serliga hugskot at støkka inn á gólvið hjá okkum at syngja hetta einastandandi vakra lagið við einari framførslu, sum fekk sveittan at spríkja úr hvørjum naglahøvdi í húsunum. 

Har stóðu vit – mitt á køksgólvinum – og vóru um at bresta, so hugtikin vóru vit av hesum, at síggja til, spontana tiltakinum. – Og so sungu teir hann eina ferð aftrat.....!” 

Til hesa framløguna á bókasavninum við Løkin hevði haraftrat eydnast fyrireikarunum at fingið fatur á einari fullmannaðari Dupultkvartett  at møta upp eina ferð enn, og at endurskapa løtuna tjúgu ár frammanundan. 

Tað var stórt!

Hattin av fyri útgevarum, sum, eisini, tíma at geva bøkur út í februar, mars, apríl og mai, og
sum tíma at halda bókadagar alt árið.

Hattin av fyri kommunum, sum eisini tíma at hýsa bókaframløgum fyrrapartin av árinum.

Hattin av fyri øllum teimum, sum geva bøkur út alt árið, tí bókaútgávur eru ikki bara business, tær eru og verða lívsneyðugar fyri at Føroyar lesa – alt árið.

Tað, sum tað snýr seg um, tá ið tú fæst við bókaútgávu, sama um tú skrivar, týðir, prýðir, gevur út, ummælir ella bara lesur bøkur, er:

at hava ró í sinninum.

frið í hjartanum.

ís í búkinum.
 

Til hesa framløguna í Norðurlandahúsinum í dag havi eg valt at seta ljóskastaran á fyrstu greinina í bókini, hon eitur  

Uttanfyri Framtíðina.

Stuttu greinina lesi eg nú í fullari longd, og eftir tað havi eg eina nýskrivaða, stutta eftirskrift– eitt uppískoyti.

 Uttan fyri Framtíðina

(1996)

Viðhvørt - tá ið hýrurin er serliga góður - plagi eg skemtandi at taka til, at sum smádrongur búði eg altíð uttan fyri Framtíðina.* Jú, tú las rætt: uttan fyri Framtíðina við stóra F.
Hetta rann mær aftur í huga ein dagin í summar, eg var staddur í innilokaða svimjihylinum á Flateyri uppi á Vestfjørðum í Íslandi.

Til teirra sum ikki eru so væl kend á Vestfjørðum, skal eg siga um vegalongdina, at kemur tú í dag siglandi til Íslands, sum ferðamaður, so eru um 300 km at koyra av Seyðisfirði á Eysturlandinum norður eftir - til Akureyrar, og skalt tú so haðani t.d. vestur á Ísafjørðin, skalt tú koyra umleið 600 km aftrat.

Saman við nøkrum av allarbestu vinum mínum, hevði eg, í ár, gjørt av at búleikast í eina viku á Vestfjørðum.

‘Framtíðin’ var navnið á arbeiðsmannafelagshúsinum í Vági, ein risastórur bygningur mitt í bygdini.
Ein dagin meðan eg sat á svimjihylsbakkanum á Flateyri og prátaði við tann tá 6-ára gamla, ljóshærda Hannibal, sum hevði føðingardag 8. apríl, og sum svam sum kópurin og drakk kaffi sum ein gamal maður, rann hetta hugtakið aftur fram fyri meg: uttan fyri framtíðina.

Forvitin sum Hannibal var, spurdi hann, um vit vóru útlendingar. Eg svaraði honum, at summi okkara vóru útlendingar, onnur vóru heilir og hálvir íslendingar, sum búðu uttanlands, og sum vóru komnir heim at vitja.

So spurdi hann hvaðan vit komu, og tá ið hann hoyrdi, at vit komu úr Føroyum, var hann kvikur at siga:

”Høvdingurin hjá tykkum var her í vár.”

Tað, sum hann her sipaði til, var sjálvandi vitjanin hjá Edmundi Joensen, løgmanni, í Súðavík og á Flateyri fyrr í ár.  -  At drongurin málbar seg soleiðis um løgmann okkara er einki at siga til, tí um hesar leiðir tykjast fólk at liva ómetaliga tætt uppat teirra barnalærdómi, íslendingasøgunum, og í teimum yður jú, í høvdingum, biskupum og jallum.  –

Hannibal tók meg við sær yvir at vindeyganum og peikaði oman í bygdina: 

”Tit vóru so røsk at hjálpa okkum!” segði hesin ljóshærdi, 6-ára gamli óvitin álvarsamur og nikkaði oman ímóti tí horvnu gøtuni, sum skalvalopið í náttarmyrkrinum fyri einum ári síðan, hevði skrætt burtur og tikið 22 av hansara bygdarfólkum við í deyðan.

Henda dagin, vit komu koyrandi til Flateyrar  -  hetta var seinnapart leygardag  -, var alt so undarliga stilt. Eingi skip lógu við bryggjuna, trukkarnir uppi á landi stóðu stillir, kirkjudyrnar víðopnar, og fløggini í bygdini vóru aftur vundin á hálva stong.

Tey bóru eina konu í bestu árum til gravar.  -  Tann svartklæddi líkskarin fór ígjøgnum tey trongu túnini niðan í kirkjugarðin, har alt lá hvørt um annað, tí skalvalopið hevði eisini gjørt stóran skaða har.  -  Alt tóktist so ómøguligt.

Tað undraði okkum í grundini eitt sindur, at tað í veruleikanum enn vóru eini 300 fólk, sum partú vildu búgva á hesi oyrini, undir teimum øgiligu fjøllunum, her dygst úti við Íshavið.

Kanska hava Hannibal og tey eina kenslu av, at her búgva tey uttan fyri framtíðina, hugsaði eg. Tey vita, at tey kunnu gera sum Gísli Súrsson gjørdi á sinni og leita sær skjól í tí trølsliga Haukadali í grannafjørðinum, Dýrafirði.

Hannibal og eg gjørdist vinir, og tá ið eg seinni á ferðini hitti hann og spurdi, hvussu tað bar til, at tú í einasta blaðhandli í bygdini kundi keypa Sunday Times men ikki Morgunblaðið, tá svaraði hesin vitugi óvitin mær, at her í bygdini arbeiddu í løtuni nógvir útlendingar á flakavirkinum, og teir skiltu ikki íslendskt, men at frætta um støðuna í heiminum høvdu teir heitt á keypmannin at hava eina enska avís at selja.

Meðan vit koyrdu teir fyrstu kilometrarnar út aftur úr hesum fjálturstungna, friðarliga bygdarlagnum, sum hevði fingið eina so fyrilitarleysa viðferð frá náttúrunnar hond, hoyrdi eg rødd Hannibals: Tit vóru so røsk at hjálpa okkum!

Eg hugsi aftur og aftur um, hvussu tað ber til við okkum menniskjum, at tey nógvu okkara eru sterkast, tá ið tað snýr seg um at inna verk - hinumegin framtíðina.

Suðuri í Vági stendur Framtíðin í sama stað. Men tað ger hon ikki á Flateyri!

 

ES

dagfest 7. apríl 2022

Vit skulu minnast til, at greinin er skrivað í 1996 og snýr seg um hendingar frá tí sumrinum. Hugleiðingin varð flutt fram í útvarpssendingini, Vetrarbreytin 12. november 1996, ein sending sum tann føddi útvarpsmaðurin Birgir Kruse skipaði fyri í nakrar vetrar.

Greinin hevur ikki verið prentað í fullari longd fyrr enn í hesi bókini, sum kom út 1. mars 2022. 

Men útvarp er, sum kunnugt, ein miðil, ið kann røkka langt og sum kann fara víða. 

Onkur hevur, fyri íslendska Morgunblaðnum, onkuntíð í døgunum aftaná útvarpssendingina í ‘96, av eini ella aðrari orsøk, sum eg ikki kenni, endurgivið partar av greinini ella hugleiðingunum um vitjanina hjá okkum á Vestfjørðum, og um tað at vit hittu smádreingin Hannibal í svimjihylinum á Flateyri tað summarið. 

Partar av greinini, vórðu undir øllum umstøðum, ið hvussu er endurgivnir í íslendska Morgunblaðnum stutt eftir sendingina í ÚF tann 12. november 1996.

Íslendska brotið úr Morgunblaðnum hevur síðan hingið sum blaðúrklipp á køliskápinum heima hjá Hannibal og teimum á Flateyri í nógv Harrans ár, ja heilt síðan tá. Eg havi hoyrt, at tað hongur har kanska enn, eg veit tað ikki.

Og Hannibal, sum framvegis hevur føðingardag 8. apríl, og sum sostatt fylti 32 ár fyrr í ár,  og sum framvegis bæði drekkur kaffi og svimur, er í dag útbúgvin fiskifrøðingur og hevur fingið sær eina fitta unnustu, sum eitur Guðný Ósk. Hann hevur víðariútbúgvið seg í Lissabon og hevur starvast í fleiri ár í fiskivinnuni Grønlandi. 

Nú arbeiðir hann sum laksaalari á Bildudali á Vestfjørðum. 

Í dag, 7. apríl 2022, er hann staddur í Havn við unnustu síni, og hann er farin at leita eftir gomlum kenningum....

Øll árini, meðan hann var smádrongur, hekk úrklippi úr
Morgunblaðnum á køliskápinum í heimi teirra á Flateyri, og drongurin hevði sett sær fyri, at kom hann onkuntíð til Føroya, skuldi hann fara at leita eftir fólkunum, hann hevði hitt í svimjihylinum summarið, tá ið hann var seks ára gamal.  

Eingin okkara sum var við á túrinum á Vestfjørðum í 1996, hevur verið aftur á Flateyri hesi 26 árini.  - So langt burturi eru Vestfirðir.

Men henda dagin í vár, fýra vikur eftir at Operabókin við millum øðrum greinini Uttan fyri Framtíðina, var komin út, og dagin fyri at ein ávísur Hannibal á Flateyri hevði føðingardag, tá var dagur í viku. 

Nú vóru 37 íslendskir laksaalarar, við føroysku sendikvinnuni í Reykjavík á odda, á kanningarferð í Føroyum. Þóra og eg standa á einum perkeringsplássi í Havnini – í døgurðatímanum - og lurta eftir andlátum í útvarpinum: 

Mitt í tí heila ringir telefonin: 

Þetta er Hannibal frá Flateyri!

Henda apríldagin í 2022 fari eg seint at gloyma.

Eg stóð sum kánus, ella rættari sagt: eg sat sum kánus. 

Í fyrstu syftu segði hetta mær púrt einki.

Eg skuldi veruliga stilla allar antennur inn, áðrenn eg skilti samanhangin, og hvønn eg hevði í hinum endanum.

Løtu seinni hittust vit heima hjá okkum í Havn: Hannibal og unnustan og vit bæði, og tað var vorðið sum fagnaðarfundur! 

Eina løtu beint aftaná telefonsamrøðuna og áðrenn eg hitti Hannibal, hugsaði eg við mær sjálvum, kanska møtir hann upp við sakførara og tí heila, tí eg havi útleverað hann fyri almenninginum í greinini um løtuna á Flateyri á sinni...!!??

Men so var als ikki. Hannibal visti einki um bókina, hann mintist bara lepan á køliskápinum heima á Flateyri.

Umframt eitt ómetaliga gott prát um 26 farin ár, fekk Hannibal – nú við útbúgving og starvi og fullskeggi og unnustu - sjálvandi eina ‘Opera’ í føðingardagsgávu, tí hann hevði jú, sum kunnugt føðingardag dagin eftir, 8. apríl.

Og sum ein sannur íslendingur lærdi hann meg, áðrenn vit skiltust henda dagin, eina nýggja vísu:

“Sigurður í Selárdal

senn mun taka völdin

snakkar hann við Hannibal

um heimsmálin á kvöldin.”

 

Eg sigi bara:

So stuttligt kann tað vera at skriva bøkur!

So stuttligt kann tað vera at útgeva bøkur!!

Hvar eru dagsins greinir?

Skrivar tú ikki greinir longur? hava fleiri spurt. Til tað kann eg skjótt svara: Jú, tað geri eg av og á, men tú skalt ikki troytta fólk. Nú verða tær sum oftast liggjandi á telduni ella á borðinum.

Sum regul má eg siga, at yvirhøvur hava mínar greinir verið væl móttiknar bæði av bløðunum sjálvum og av lesarunum, og tað gleðir meg sjálvandi.

Fjølmiðlaheimurin er nógv broyttur. Áhugin hjá bløðunum fyri greinum er ikki tann sami. Eg veit ikki, hvat tað er, sum ger tað. Ferðin? Innihaldið? Evnini? Tíðin? Tøknin? Vinnan? 

Nú skal alt verða so stutt og skjótt og elektroniskt.

 – Alt skal betala seg!

Eg sendi viðhvørt greinir til annað av bløðunum, sum enn koma út á prenti, viðhvørt til bæði, men tað er ikki altíð, at eg síggi tær aftur har. Tað kunnu vera so nógvar orsøkir til at tær ikki koma við. Tað er ilt at siga. 

At enda kann eg til stuttleika lesa fyri tykkum eina stutta, nýskrivaða, óprentaða men tó viðkomandi grein. Hon ljóðar soleiðis:

Bubbi í Býarleikhúsinum

Í summar vóru vit, saman við góðum vinum, í Býarleikhúsinum í Reykjavík, Borgarleikhúsinum, og sóu sangleikin um íslendska tónlistamannin BUBBA “9 lív”.  Hetta høvdu vit glett okkum til nú í næstan eitt heilt ár. 

Leikurin var fyrstu ferð á skrá hjá Býarleikhúsinum leikárið 2019-2020.

Tónleikur og tekstur: Bubbi Morthens.

Leikstjóri: Ólafur Egill Egilsson.

Og enn gongur hann, nú á triðja ári, fyri fullsettum húsi. Hetta var sýning nummar 102, so hava 900 fólk verið til hvørja sýning, sum tað vóru hetta kvøldið er ikki torført at rokna út, hvussu nógv fólk hava verið og sæð henda heilt einastandandi væl uppsetta og framførda sangleikin, har sigast má, at tekstir og tónlist og framførsla ganga saman í eina hægri eind.

Síðan vit vóru til hesa framførsluna seint í summar hava verið einar 40 sýningar aftrat, so nú nærkast framførslurnar teimum 150.

Ellivu leikarar spæla og syngja “9 lív”, og maðurin Bubbi verður á sannførandi hátt lýstur á ymiskum stigum í lívinum: sum smádrongur, tannáringur, unglingi og vaksin. Hann verður lýstur sum óróligi drongurin í flokkinum, sum fátæki drongurin, sum drongurin við eini fittari, danskari mammu og eini íslendskari fyllibyttu sum pápa, sum unglingin ið arbeiddi í fiski, sum sangarin, ið slær seg leysan og sum knappliga fær allan tann íslendska tónleikaheimin at skelva. 

Sýningin vísir okkum haraftrat tann múgvandi Bubba, og tann menniskjansliga Bubba.     

Umframt teir ellivu leikararnar er  eitt 5-manna orkestur, sum spælir út í eitt allar tríggjar tímarnar, og eitt stórt kvinnukór og dansarar, ið eisini hava stórar leiklutir. Umframt hesi er eitt hav av fólki, ið hevur ábyrgdina av, at sangleikurin enn gongur fyri fullum húsi.

So livandi var í salinum, at tú onkra løtuna hevði kenslu av at vera til fótbóltsdyst, har tað gongst tínum liði so avbera væl, at fagnaðurin á áskoðaraplássinum tekur ongan enda.

Tað, sum gjørdi, at tíðin fleyg av stað í  Býarleikhúsinum hetta kvøldið, var ivaleyst henda framúr framførslan av tekstum og tónlist, tú hevði liggjandi onkustaðni í merginum og sum við eitt vaknaði við einum braki.

Bubbi hevur sjálvandi gjørt allar tekstirnar og allan tónleikin, løg sum: 

Stál og hnífur, 

Hirosima, 

Kona, 

Rómeó og Júlia, 

Við gluggan, 

Við Gróttu, 

Strákarnir í Borginni, 

Kveðja, 

og ikki minst: 

Fallegur dagur 

runga í høvdinum á tær í fleiri dagar eftir at hava sæð og hoyrt hetta listaverkið - henda sangleikin.

Til síðst á sýningini, vit vóru til, helt eg at takið á Býarleikhúsinum í Reykjavík lyfti sær á. 

Inn á pallin trein meistarin sjálvur. 

Hann hevði guittaran í aðrari hondini og í hinari leiddi hann smádreingin, ið hevði havt stórleiklutin sum Bubbi sum smádrongur. Fólkið reistist úr stólunum og fagnaði úrmælingunum standandi, meðan tann veruligi Bubbi treiv í enn eini tvey, trý løg, ið undirstrikaðu hansara listaligu dygdir, og sum nú lýstu hann sum ein tilkomnan og búnan Bubba. 

Fjøldin stóð sum negld í gólvið og sang við í fleiri minuttir.

Nógvir føroyingar elska Bubba og fleiri av yrkingum hansara eru longu latnar í føroyskan búna. 

Vit hava bygt upp eina sangleikatradisjón úr Hoydølum út á Glasir, so hví ikki taka næsta stigið, tit á Glasi, og fáa sett sangleikin um Bubba upp í Marknagili?! 

Við Skeyk og Grease og Hair og ikki um at tala Cabaret hava tit áður prógvað, at tit ungu hava “9 lív” – her er eitt aftrat!

 

Martin Næs: 

Opera men eingin olja. 

Permumynd: Edward Fuglø

Sprotin, 2022. 

284 síður

26.11.2022
Martin Næs
Bókaprát

More articles