Minningarorð um Jóhan Henrik Winther Poulsen

Tá ið JHWP fylti 80 tann 20. juni í 2014, gav Sprotin út verkið ”Orðabókin”. Øll handritini til kendu útvarpssendingina við sama heiti vóru savnað í hesari bók.

30.12.2022
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Anfinnur Johannesen, sum starvaðist saman við Jóhan Hendriki og skemtiliga varð nevndur ”Eykabindið” millum vinir, hevði skipað handritið til bókaútgávu. 

Dagurin var ljósur og góður, læraraskúlahøll var stúgvandi full av fólki, og bæði Jóhan Hendrik og Anfinnur vóru ovurfegnir um, at verkið kom út í bók. 

Tá helt eg røðu fyri gamla lærara mínum. Hesi minningarorðini rógva aftur á ta røðuna.

At lýsa og at varpa ljós á øll handa viðurskifti gav einum søguligum tíðarskeiði navn. Eitt skeið, tá ið ljós varð varpað á mangt og hvat, ið áður lá fjalt í myrkri. Gongdin fram, varð sagt, var at upplýsa fólk, og í hesum upplýsingarskeiði var Jens Chr. Svabo uppi á døgum. Tá setti hann sær fyri at varpa komandi ættarliðum ljós á eitt talað mál, hann var sannførdur um fór at fara í søguna. Sum fór at doyggja av berari vanrøkt.

Tað, ið Svabo gamli ikki kundi vita tá, var, at vit fóru at hava eitt skriftmál góða hálva øld seinni. Hann kundi heldur ikki vita, at hetta bragd fór at kveikja so ógvusliga í føroysku sálina, at ein mentanarlig kollvelting tók seg upp á leið eina øld eftir, at hann hevði skrivað minningarorð um málið. Brádliga vaknaði alt, ið áður lá í dvala og í myrkri. Vit festu tankar á blað, vit fingu bløð og skaldskap, og vit fóru at krevja at verða upplýst á okkara egna máli. 

Nú eini 240 ár eftir Indberetninger bera vit einum av størstu føroysku málfrøðingum síðan Svabo eina seinastu kvøðu. Minnast ein mann, sum er víða gitin fyri, hvussu væl hann hevur røkt føroyska málið seinastu hálvu øldina, hvussu gott hegni hann hevði at smíða nýggj orð, sum okkum tørvaði til nýggju tíðina.  

So sjáldsama væl kann alt laga seg. 

Tað er einki minni enn eitt undur, at alt lagaði seg so. Tí hetta er framburður, sum hevur kravt ómetaliga nógva orku, áræði, treiskni, nógvan kunnleika, nógv vit og nógvan lærdóm í mong ættarlið.

Men ljósið rakti kraftina, sum lá í dvala. Ljósið og mátturin runnu saman í eind og fluttu okkum fram.

Tað var hátíðardámur yvir útvarpinum, tá ið Orðabókin var á skránni. Onkur stongdi úthurðina, tí nú skuldi friður vera. Børnini vórðu kveistrað ut í tún at spæla. Onnur tóku stikkaran úr telefonini, tí nú var Orðabókin á skránni.  

Tá ið fólk lurtaðu eftir JHWP, sum segði teimum frá rárum orðum og forvitnisligum orðafellum, upprunanum til sjaldsom orð, sat øll tjóðin sum undir lestri. Gomul kona úr Funningi skrivar ... Bræv er komið sunnan av landi – øll í elstu ættarliðunum nú minnast eyðkendu orðingarnar …

Jóhan Hendrik gjørdi tað, ið fram til tá var hildið at vera ógjørligt. Hann breyt fordómin um hin turrisliga málfrøðingin, og hann gjørdist landsins besti undirhaldari. Púrasta óhoyrt. Her var einki fyridømi. Hann rakti eina tægr, sum liggur djúpt í okkum øllum.

Jóhan Hendrik fór inn í teir smáu kistlarnar, har málsliga reyðargullið verður goymt. Í málsliga reyðargullinum liggur slóðin av søguni og tilverutreytunum og tillagingunum og snildunum og skemtinum og øllum tí, sum til samans hevur skapt okkara mentan gjøgnum øldir. Mola fyri mola. Orð fyri orð. Alt tað varpaði hann ljósið á við síni orðabókasending.

Hann fór inn í rúmini, sum orðini vóru dyrnar til, og varpaði ljós á ymist, ið annars lá í myrkri. Nakað sum, tá ið tú leitar í gomlum køssum, sum leingi hava staðið í myrkri á ovastalofti, og tú kemur fram á eitt og annað, ið fær teg at undrast, vekur gomul minni og forvitni, og sum tú fert at endurnýta í nýggjum samanheingi. 

Tá ið tosað verður um føroyska málmenning í dag, verður navnið Jóhan Hendrik altíð nevnt. Orðabókin gjørdi hann so viðgitnan, sum var hann rokkstjørna – øll í landinum kendu JHWP, og tað hevur eingin orðabókafrøðingur nakrastaðni í heiminum megnað ikki fyrr ei heldur seinni. 

JHWP framdi tað bragd at seta okkum nýggja málrøktarkós saman við teimum, ið lyntu undir Fróðskaparsetrinum, saman við Jeffrei Henriksen, Svenningi Tausen og øðrum eldsálum, ið bøttu og fjálgaðu um. 

Hann setti okkum eina kós, ið fekk okkum rættiliga at ernast aftur málsliga, hann sannførdi okkum um týdningin, orðasmíð hevur fyri mál, sum er í blóma, og tað eru vit mong, ið takka hjartaliga fyri.

Jonhard Mikkelsen

30.12.2022
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?