ORÐ OG TÓNAR: OYÐILENDI OG GAÏNI BLOGGAR

Bloggar um nakrar av teimum heilt stóru tilveruspurningunum, eitt yrkingasavn um at vera tætt upp at einum menniskja, ið spakuliga forferst og tónleikur frá Guðrið Hansdóttir eru á skránni á Reinsarínum mikukvøldið 25. januar klokkan 20.00, tá ið Orð og tónar aftur eru á skránni.

18.01.2023
Sprotin
Orð og tónar

Eftir steðg síðan koronu skipar Sprotin aftur fyri tiltakinum, Orð og tónar. Eina ferð um mánaðin næsta hálva árið kunnu fólk gleða seg til hugnalig kvøld, tá ið vit varpa ljós á bókaútgávur og fáa góðan tónleik afturvið.

Vit leggja fyri við Sigri M. Gaïni, sum fer at svara spurningum frá Una Holm Johannesen um, hvat tað góða lívið er, um universel rættindi eru til, og hvat eitt frælst menniskja er.

Og síðan fer tað at snúgva seg um yrkingasavnið Oyðilendi eftir Svannu Jákupsdóttur. Savnið snýr seg um at vera nær einum menniskja, sum spakuliga forferst og hvørvur. Tað viðger kenslur og tankar, ið fylgja við, tá ið ein av okkara nærmastu, alt ov ung, gerst ólekjandi minnisveik. Millum annað hetta fer Svanna Jákupsdóttir at tosa um í samrøðu við Lív Mikkelsen.

Aftur at øllum hesum fer Guðrið Hansdóttir, sum eftir seks ára steðg kom við útgávuni Gult myrkur í fjør, at rúnabinda við sínum sangi og tónleiki.

Kom til gott bókaprát og fjálgar tónar á Reinsarínum mikukvøldið 25. januar kl. 20.00, har nakrir av lívsins stóru spurningum eru til viðgerðar, sum fara at fáa okkum at føla, smílast og grunda.

18.01.2023
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?