Floymandi nærvera

Fríggjadagin hendir nakað, sum unnist fáum tónleikaeinstaklingum. Tá fer Marius á pall við sínum gittara, síni rødd og Hans Jacobsa yrkingum saman við einum fulltrimmaðum symfoniorkestri. Størri verður tað valla.

08.02.2023
Sprotin
Bókaprát

Meðan hitað hevur verið upp til hesa løtuna í drúgva tíð, hevur Dorit Hansen tosað við lag- og tekstsmiðirnar báðar og loddað dýpið í hesum báðum eysturoyingunum. 

Tær samrøðurnar geva vit út í nýggjari bók í dag.

Aftrat greinunum er eitt fullfíggjað yrkingasavn eftir H. J. Kollslíð, sum Magnus Johannesen hevur sett nótar til. Her er allur pakkin í einum.

Savnið fæst til keyps í NLH í sambandi við konsertirnar og kann keypast her.

---

 

Brot úr samrøðu við Marius:

Sangurin skal hava flog

– Hvussu gert tú løgini?

– Eg siti ofta við gittaranum, tá ið eg geri løg. Viðhvørt havi eg eina rytmu í høvdinum, og av og á kemur fyrsta strofan, meðan eg spæli. Kanska geri eg eitt ørindi fyrst, so kemur niðurlagið og so eitt c-stykki. Og so kann eg eisini sita og hugna mær við at finna upp á basslinjur, gittarlinjur, trummulinjur, aðru stemmu og so framvegis. Eg royni ofta at fáa tað so liðugt sum møguligt, tí so veit eg, at tað ikki fellur heilt til jarðar, tá ið vit hittast sum bólkur. Tað kann væl vera, at tað als ikki er so liðugt allíkavæl, tí hinir broyta og bøta tað, men tað riggar.

– Tað er ikki altíð, eg eg geri heilar sangir. Tað kunnu vera brot, sum verða goymd á telefonini, onkur teirra verða brúkt aftur, onnur verða ongantíð brúkt. Men einki er burturspilt, tí øll tey smáu brotini, sum eg spæli og murri og taki upp, flyta meg ótilvitað móti onkrum, sum so knappliga er ein liðugur sangur.

Hann vísir mær upptøku-appina á telefonini, har tað í løtuni liggja 194 ljóðbrot.

– Hesin rekordarin er týdningarmesta amboðið hjá mær. Eg kann leggja alt inn her, eisini tá ið eg siti og klimpri á gittaran við hús. Fyrr royndi eg at goyma løg í høvdinum, og eg bleiv sjúkur av tí. Eg fekk eini epilepsiherðindi, og eg pástandi, at tey komu, tí eg legði meg at sova við einum lagi, sum eg absolut ikki skuldi gloyma, og tá ið eg vaknaði morgunin eftir, lá eg við epilepsikrampa. Í dag leggi eg alt, smátt og stórt, inn í telefonina. Hinvegin tími eg ikki, tá ið tøknin tekur yvir í framleiðsluni. Tað er lætt at hála eitt trummubeat inn og bara seta tónleik saman, sum longu er gjørdur. Men tað tími eg ikki. Eg missi hugin av tí. Eg vil sleppa at leggja mítt egna í tað. Eg má sleppa at skapa sjálvur. 

 

Brot úr samrøðu við Hans Jacob:

Sangirnir hjá Mariusi Ziska

– Nú skal eg ikki upp á nakran máta samanbera meg við ein listamann sum Ingálv av Reyni, men eg var hugtikin av manninum, soleiðis sum vit møttu honum í røðini hjá Dánjali. Hann hevði eisini nøkur krøv til síni verk, sum eg kendi aftur frá mær sjálvum. Dánjal Højgaard spyr hann, hvat ein góður málningur er, og Ingálvur tosar um, at tað, sum kemur á løriftið, skal samsvara við eitt stoff, sum er inni í honum sjálvum.

Hans Jacob nemur við bringuna.

– Soleiðis havi eg tað eisini við tekstunum, at tað, sum er á pappírinum, skal samsvara við tað, sum er innan í mær. Hjá einum listamálara er tað uttara stoffið formar og litir, hjá einum tónleikara er tað ljóð og rytma, hjá mær eru tað orð. Men kanska kunnu góðskukrøvini samanberast.

– Tað er ikki tí, at teksturin skal vera ein beinleiðis spegling av mínari kenslustøðu. Onkuntíð er tað beint øvut. Tá ið eg skrivaði „Eingin er orsøk“, gekk eg í andvekri eina nátt, tí eg var uppøstur av einum ella øðrum, sum var hent um dagin. So setti eg meg við lagnum, sum Hans Marius hevði sent mær, sólin reis yvir Gøtueiði, og kanska tann mest friðsæli teksturin í Marius Ziska úrvalinum varð skrivaður. „Eingin er orsøk at stúra nú / Alt er júst tað sum tað altíð var / skýggini reka og skjótt er eisini tú / partur av teim / farin heim.“ Eg kann brúka skrivingina til at stilla sinnið, og eg kann eisini nýta hana til at lýsa eina støðu, sum eg eri í.

– Teksturin „Góðvarin mynd“ hevði eg ikki væntað fór at koma út, tí hann er so naivur. Men onkuntíð kann eg bara ganga og leingist eftir einari verð, har alt gevur meining, og jørðin er góð. Tað er nokk ein longsil, sum nógv okkara hava. Men har var lortafiltrið hjá mær rættiliga virkið, tí spurningurin var, um sangurin ikki var ov einfaldur. Manglaði honum ikki dýpd, og skuldi hann ikki vera meira kryptiskur?

---

Villingarsjónin

tá ið meldurin í eitt bil steðgar á
og tú sært at
allur heimurin er ein pallur hjá tær
og hjá hinum

ja so er alt so broytt
vit eru bara menniskju sum eru
saman her
og tú kanst vera tú
í hesari steinrunnu gomlu verð
sum nú er

klettarnir klovna tá brátt
álvar og trøll trína í dyr
og vit eru í heilt øðrum stað
hóast alt er tað sama sum var

alt er møguligt tá tú trýrt at tú kanst
í tær sjálvum
flyta øll tey fjøll ið tær forða í dag
innan í tær

og alt er púra nýtt
vit eru bara menniskju sum eru
saman her
og alt ber so væl til
í hesari steinrunnu gomlu verð
sum nú er

klettarnir klovna tá brátt
álvar og trøll trína í dyr
einglarnir vísa seg tá
at ganga ímillum okkum her
tey fornisku tysja tá fram
drekka sær sólargeislaskál
tey koma úr himli og hel
tey koma úr tær og so úr mær
og vit eru í heilt øðrum stað
hóast alt er tað sama sum var
og eg vakni og síggi av tær
eina vónríka sjón djúpt í mær

08.02.2023
Sprotin
Bókaprát

More articles