304 dagar

Skaldsøgan “304 dagar” er um kríggj og vinalag, kærleika og familju, og um hvussu ein krígsveteranur úr Afganistan roynir at fóta sær í friðinum heima.

24.03.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Nicholas, sum er krígsveteranurin úr Afganistan, stendur einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga næstringum sínum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.

Ígjøgnum 304 brot verða tvær søgur sagdar: Nicholas fer í kríggj, tí hann vil vera við til at gera heimin til eitt betri pláss, men endar við at fáa sítt egna lív skrætt sundur í smápetti. Arman er trý ára gamal, tá ið Sovjet ger innrás í Afganistan. Sum vaksin fer hann upp í Taliban fyri at verja land sítt – millum annað fyri norskum hermonnum.

“304 dagar” er skaldsøga um kríggj og vinalag, kærleika og familju. Hon snýr seg um, hvussu lív okkara eru vovin saman til eina frásøgn, sum toyggir seg fleiri túsund ár aftur. Fyrst og fremst snýr hon seg um bardagan at koma fyri seg eftir eitt krígstrauma og at royna at yvirliva í friðinum.

Trý fólk viðgera bókina í Lesikrókinum hesa ferð. Tey eru Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, Dánjal av Rana, stjórnmálafrøðingur, og Marjun í Kálvalíð, prestur.

Vertur er Eyðun Klakstein.

 

 

24.03.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?