Ein sjálvrannsakan

Kerstin Ekman hevur skrivað eitt kenslunemandi íkast um náttúru og burðardygd í hugtakandi bók síni um at eldast, um vaksandi tilveruiva og kærleika, sum heldur á alt lívið. Ein sjálvrannsakan.  

13.04.2023
Sprotin
Bókaprát

Morgunin er ísakaldur, og Ulf situr við guvandi kaffi framman fyri sær og trúfasta hundinum fyri føturnar í húsvogninum og skimast. Í kikaranum sær hann sína dreymasjón: Ein einsamallan úlv, sum stendur og tevjar.  Hann hevur sæð mangar áður, hann hevur skotið fleiri, men hesa ferð sær hann úlvin. Ulf sannar, at hetta er tann, sum av røttum ræður í skóginum. Ikki menniskjan, sum heldur seg ráða øllum. Henda sannkenning nemur hann so djúpt, at hann broytist. 

Ulf fyllir 70 og hevur í mong ár verið skógarvørður og veiðiformaður. Hann hevur rátt yvir øllum, skipað alt og skotið eitt ótal av dýrum, tí hann skuldi hava javnvág í øllum. Nú, hann sær úlvin, leiðist hann við sítt egna lívsverk, hann sær, hvussu hann hevur tvingað og eintáttað alla náttúruna. 

Hansara nýggja lívsáskoðan ger, at hann kemur til ilnar við grannarnar, sum vilja hava úlvin skotnan, men hann noktar, og illstøðan veksur.

Sambært siðmentum fólkum í vesturheiminum skal skógurin vera hugnaligur, til sunnudagstúrar, ikki hættisligur og órøktur og bara vit menniskju, ikki dýr, skulu drepa onnur dýr í hópatali. Men her er náttúran hættislig, óútroknilig og endaleysa vøkur. Hon er karmur um blóðugan ræðuleika og virðing millum dýr og menniskju.

Jákup í Skemmuni týddi. Bókin kostar 348,- og kann keypast her

13.04.2023
Sprotin
Bókaprát

More articles