Flaggdagin 25. apríl gevur Alexandur Kristiansen "Rímur á reki" út. Sprotin

Kom í Mentanarhúsið í Fuglafirði flaggdagskvøld kl. 20!

Rímur á reki er triðja bind í tríbindaverkinum eftir Alexandur Kristiansen. Bókin telur 600 síður.

22.04.2023
Sonja Kjølbro
Bókaprát

Tað fyrsta bindið fevndi um týddar yrkingar úr øllum heimunum. Eitt savn við alheimslyrikki á føroyskum, sum hann hevur týtt í eina hálva øld. 

Annað bind var hansara egnu yrkingar til vaksin eitt dygdargott úrval úr øllum søvnunum, sum hann hevur skrivað í eina hálva øld. 

Hetta triðja bindið fevnir um barnasangirnar og barnarímurnar, hann hevur yrkt líka síðan hann gekk á læraraskúlanum. Hann er lærarin, sum dugir at tosa við øll – stór sum smá – hevur ans fyri tí stóra í tí smáa og dugir at lýsa evni úr bæði “skeivum” og barnsligum vinklum.

Alexandur sýnir somu evni, sum Hans Andrias hevði, at tosa við øll og kemur við sínum tríbindaverki upp á hansara rók.

Hesar sjaldsomu yrkingarnar til børn við síni lívsgleði og greiða boðskapi fáa børn sum vaksin at grína og varnast og undrast og gleðast um at vera til.

 

SKRÁ

  • Solby Christiansdóttir bjóðar vælkomin
  • Felagssangur/ Eyðun á Lakjuni: 
    Eg veit eitt spógvareiður  
  • Dávur Juul, borgarstjóri, ber fram kvøðu
  • Barnakór 
    Eg fann eitt lag á vegnum
    Børnini 
    Grísaflísa Pætur
  • Sirið Stenberg, landstýriskvinna, heldur røðu
  • Bárður á Lakjuni:
    Tak ein vals. L. Cohen/Alexandur
  • Martin Næs heldur røðu  
  • Kór við Heðini Kambsdal 
    Heimamynd 
    Lat blóma várt hjarta
  • Signar á Brúnni heldur røðu 
  • Sámal Matras – ein heilsan til pápa og tveir stuttir sangir
    Ein, tveir, tríggir summarfuglar
    Allar fittar smágentur
  • Felagssangur/ Eyðun á Lakjuni: 
    Hjørtu, kvirr, nú setur sól  
  • Solby Christiansdóttir takkar fyri kvøldið

Kaffistovan hevur opið samstundis

22.04.2023
Sonja Kjølbro
Bókaprát

More articles