Minni frá míni lívsleið

Lambamaðurin Jákup Lamhauge f. 1946 leggur fram bók sína "Minni frá míni lívsleið" tann 26. apríl kl. 17 í bókasavninum við Løkin.

22.04.2023
Sprotin
Bókaprát

Jákup er stuttligur og livandi frásøgumaður. Hann greiðir livandi og skemtiliga frá sínum barnaárum, sínum unglingaárum og sum vaksin. 

Huglag og verumáti, hugburður og angi frá arbeiðslívi á bygd fyri trý fjórðings øld síðan gandar Jákup fram aftur.

Hann leggur við hesari bókini eitt klípi aftrat, hvussu tað var at vera barn í fimmtiárunum, hann lýsir hjartalagið í fólki á smáplássum, hvussu tey dugnaðu hvør øðrum, hvussu tey hjálptust við lítið, hvussu bjartskygnið setti dám á sekstiárini, og við tí sum støði lýsir hann eisini sítt arbeiðslív seinni, einamest sjólívið.

Bókin er eitt áhugavert og skemtiligt íkast at lýsa lívið inn við Skálafjørðin og har um leiðir, áðrenn eisini hann varð sogin upp í nútíðarligur.

Skrá tann 26. apríl í Bókasavninum við Løkin

  • Tiltakið byrjar kl. 17
  • Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, ber fram kvøðu
  • Asfinn Sigvardsen  og  Jens Dalsgaard hugleiða  
  • Jonhard Mikkelsen takkar fyri við eini heilsan frá Sprotanum
  • Tónleikur 
  • Kaffi

Til ber at ogna sær bókina fyri 300 kr. hesa løtuna.

Terminalur er á staðnum.

Nøkur dømi um tóna og frásøgusnið í bókini

Tá ið eg var borin inn í henda heim, gekk toran, og eg græt. Hetta var byrjanin og tað fyrsta, ið eg veit at siga frá lívi mínum.

Mær er sagt frá, at veðrið var av tí fagrasta. Sólin skein oman og niðan, og tað hevði hon gjørt í tveir samfullar mánaðir. Nú var einki vatn at fáa, allar áir vóru turrar, og tí varð vatn borið úr Svínsánni.

Gjøgnum tíðirnar hevur fossurin gjørt eina kullu niður í helluna. Úr hesi kullu varð vatnið tikið. Kullan tekur einar 200 litrar, men 29. juni í 1946 var hon eisini vorðin tóm. Náttina til 30. juni verður ein drongur borin í heim niðri á Teigum í Lamba. Hesa somu nátt fór toran at ganga, og tað fór at regna, sum eingin hevði upplivað áður. Allar áir fyltust og flutu yvir. Jarðarmóðirin var Teresa, hon var av Toftum. Greta Poulsen Innan Glyvur var og passaði mammu upp. Hon segði mær, at morgunin eftir fóru øll at vaska klæðir, og allir snórar vóru fullir. Hetta kom væl við.

Doktarin, Einar Djurhuus, kom inn til Lamba morgunin eftir. Pápi bað hann koma oman í kjallaran at síggja, hvussu reint høsnarhúsið var vorðið, nú hann hevði fingið sópað og spulað tað. Men onkur vildi halda, at tað var okkurt annað, teir hugdu niður í, nú sonurin var komin.

 

 

Annað dømið

Pápi hevði skrivað eitt bræv til Karl Joensen, lambalæraran, og biðið meg fara heim í skúlan og geva honum tað. Hetta var mitt í skúlatíðini, og tey vóru inni í tíma, tá ið eg kom heim. Eg fari inn í gongina og banki uppá. Lærarin rópar og biður meg koma inn. Eg lati hurðina upp og fari beinleiðis fram til pultin hjá Karl læraranum, rætti honum brævið og sigi, at pápi hevur sent meg. Hann tekur brævið, brýtur tað upp og lesur. Eg síggi, at hann smílist, og biður meg bara fara og seta meg millum systrar mínar Kirstin og Sigrun. Eg fekk eina bók at blaða í. Tað var Perbókin, og á permuni stóð ein tekning av eini starapisu. Eg vildi eisini vísa, hvat eg dugdi, nú eg var komin í skúla, so eg sigi hart, at pisan gapar, og pisan gleivar. Øll fóru at flenna, men tá letur í læraranum: “Ikki flenna. Gevið honum bara frið og latið hann gera, sum hann vil.” Eg var bert fimm ára gamal, so eg dugdi ikki at lesa tað, ið pápi hevði skrivað, men eg fekk seinni at vita, hvat stóð í brævinum. 

Brævið var soljóðandi:

Góði Karl! Kanst tú hava Jákup eina løtu fyri at avlasta Stinemiu. Hann er so stríggin. Eg sjálvur má fara út í Heiðar eitt ørindi.

Vinaligasta heilsanin

Joen Magnus

 

 

Eitt dømi frá sjólívinum undir Grønlandi 

Jógvan Martin Poulsen frá Ljósáum var fimur sum ein apa, sterkur sum ein bjørn, hevði nervar av stáli ella ongar nervar. Jógvan Martin sigur við Bartal, at hann kundi fara upp og draga ein nýggjan enda í blokkin. Bartal rætti so Jógvani endan, sum hann knýtti fastan í reimina hjá sær, og so fór hann upp eftir vantinum sum ein frensur upp á góðsið og klatraði upp á mastrartoppin. Tá ið hann er komin upp, setur hann seg á floyknappin, loysir endan úr reimini og  leggur seg flatan á búkin út eftir krosstrænum, meðan hann heldur sær fast við beinunum, sum hann hevur krøkt um mastrina beint niðan fyri floyknappin. Síðani dregur hann tann nýggja endan gjøgnum blokkin, so at vit fingu fatur í honum niðri á dekkinum. Tá ið hann hevði gjørt hetta, reisti hann seg aftur og kom niður. Ikki so frægt at hann tivaði. 

Menn, sum vóru á keiini og sóu hetta, stóðu bara og gapaðu, tí eingin hevði sæð slíkt fyrr. Tað, sum Bartal ikki visti, var, at Jógvan Martin hevði verið uppi í mastrini úti á fiskifeltinum í longum stivlum og hingið á aðrari hond úti á krosstrænum, meðan hann veittraði við hinari hondini. Ein stóð á stýrihústakinum og tók mynd av honum.

Tað var altíð sovorðin ferð á Jógvan Martini. Hann kundi væl finna uppá at leypa upp um línuspælið, tá ið hann var komin upp um morgunin og var á veg aftur í skúrin at egna. Spælið var 1,5 m høgt. Ein morgunin, hann kemur upp á dekkið og er á veg aftur í skúrin, loypur hann upp um spælið, men tá hevði hann gloymt, at hann var í svintu, men hann kláraði at fóta sær kortini.  

Jógvan Martin var so mildur og vinarligur, altíð við einum smíli. Soleiðis minnist eg hann. Hann var nærlagdur og góður at vera saman við. Ein so livandi persónur, at tað var lív í, har hann var.

 

22.04.2023
Sprotin
Bókaprát

More articles