Ukrainska dagbókin

Hósdagin verður bókin "Ukrainska dagbókin" í lesikrókinum. Tey, sum fara at skifta orð um bókina, eru: Dánjal Hoydal, Liljan Weihe og Páll Oddur Rubeksen.

17.05.2023
Sprotin
Bókaprát

Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, táverandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES. 

Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum – Maidan – í Kiev. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj  flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harðnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina. 

Ukrainski høvundurin Andrej Kurkov fer við okkum til Maidan í Kiev frá tí, at mótmælini byrjaðu tann 21. november 2013, og sigur okkum frá tilburðunum, sum eru flættaðir saman við heilt vanligar gerandissøgur úr hansara egna lívi.   

Í dagbókabrotunum er Kurkov bæði vónríkur og ørkymlaður um hóttandi og óstýriligar kreftir, sum stóri grannin hjá Ukraina eggjar til.

Edvard S. Olsen hevur týtt, og bókin kann keypast her.

17.05.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?