MERKING

Nýggj íslendsk skaldsøga, MERKING, kemur út á Sprotanum í juni mánaði. Høvundurin er Fríða Ísberg – Turið Sigurðardóttir hevur týtt úr íslendskum.

22.05.2023
Sprotin
Bókaprát

Í skaldsøgusamfelagnum hava sálarfrøðingar ment eina tøkni, sum ger tað møguligt við einari roynd at staðfesta á einum stiga frá lágmarki og upp eftir, hvussu evnini hjá fólki eru til at liva seg inn í umstøðurnar og kenslurnar hjá øðrum menniskjum.

Upprunaliga var ætlanin við royndini at eyðmerkja vandamikil fólk, geva teimum viðgerð og soleiðis fyribyrgja og avmarka komandi skaða. Men henda tøknin verður skjótt brúkt á annan hátt. Tann, ið vil, kann taka royndina, og um hann ella hon stendur, skráseta úrslitið í opnari skrá. Tað verður eitt krav, at politikarar taka royndina, og alsamt fleiri avrik verða flokkað sum eitthvørt, ið avdúkar innlivingarevni. Grannaløg og bústaðarfeløg halda seg frá ómerktum einstaklingum og onnur tosa um at taka royndina inn í barnaskúlan. Skjótt er íslendska samfelagið, har søgan fer fram í nærstaddari framtíð, í tvíningum.

Tað eru serliga fýra persónar, sum eiga sjónarhornið og stýra frásøgnini: Lærarinnan Vetur, ið fer frá sjeikinum, sum hon heldur ikki stendur royndina; Oya sum missir arbeiðið í stórum íløgufelagi, tí hon ikki stendur royndina; sálarfrøðingurin Ólavur, sum berjist fyri at gera royndina kravda hjá øllum; og Tristan, ungur drongur, sum ikki vil fara til royndina og stríðist fyri at klára seg sum ómerktur einstaklingur.

...

Fríða Ísberg er íslendskur rithøvundur og býr í Reykjavík. 

Bøkur hennara eru yrkingassøvnini Slitförin (t.e. ‘slitmerkini’) og Leðurjakkaveður, stuttsøgusavnið Kláði (t.e. ‘skriði’) og nú skaldsøgan Merking, sum hevur fingið fleiri tignarligar viðurkenningar. 

Fríða er limur í høvundasamtakinum Svikaskáld, og stundum skrivar hon ummæli í The Times Literary Supplement. Verk hennara eru týdd til 17 mál. 

22.05.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?