Bókaframløga í Rit & Rák
Í dag kl. 17 leggur Helgi Rasmussen fram nýggju bókina 'Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á'.
Hoyr rithøvundan viðgera útvaldar partar av bókini. Leiðarin stendur javnan einsamallur, tá ið hart leikar á. Spurningar eru:
• Hvussu ber tað til?
• Er nakar, ið hann kann halla seg at?
• Hvussu kann leiðarin fara væl við sær sjálvum í starvinum?
Bókin er ein blandingur av hugleðingum um at vera leiðari á privata og almenna geiranum í Føroyum.
Framløgan verður 3. oktober kl. 17 í Rit & Rák, Tórshavn.