Trækrúnulívæðrin hjá Magnusi
Magnus Gaard hevur skrivað eina bók, sum viðger sambandið millum náttúru og menniskju.
Allastaðni í náttúruni er hesin hugurin, sum er ein drívmegi eftir tí ókenda.
Tá Magnus Gaard sat á Ríkissjúkrahúsinum og eygleiddi mynstrini í sínum egnu æðrum, sum ballaðu seg rundan um hjartað, kendi hann mynstrini aftur í trækrúnunum, sum hann eygleiddi eitt vetrarkvøld.
Bókin "Trækrúnulívæðrin - um stríðið við náttúruna" er helst fyrsta bókin av sínum slag í Føroyum, har Magnus Gaard lýsir sambandið millum menniskju og náttúru, og hvussu náttúran hevur sín egna lívsanda.
Samstundis er bókin ein áminning um at síggja náttúruna í frásjón, so vit ikki missa okkum burtur í smálutunum. Ein áminning um, at vit eru partur av náttúruni, og at náttúran hevur eitt eginvirði.
Hoyr samrøðuna við Magnus Gaard um Trækrúnulívæðrina her.
...
Dorthe Petersen, ritstjóri á NÁMI, segði soleiðis um Trækrúnulívæðrina:
Hjartaliga takk fyri hesa rørandi, rannsakandi og rámandi bókina, sum vónandi verður lisin av nógvum føroyingum, leikfólki sum fakfólki. Hon rakar beint inn í okkara tíð og føroyska jørðildi. Og tí er hon bæði serstøk og av stórum týdningi.
Bókin rørdi meg, fyrst og fremst tí hon er persónlig. Íblásturin frá sjúkraleguni í Aarhus. Frásagnir um langabban og tilknýtið til abbarnar báðar, foreldrini, beiggjarnar, konu og børn. Smáar anekdotir úr barna- og ungdómsárunum. Men eisini tann til tíðir poetiski tónin og alskurin til náttúruna er rørandi.
Rannsakandi er bókin, tí Magnus – hóast hann hevur ein rættiliga greiðan boðskap - er kannandi í síni tilgongd og setur okkum viðkomandi spurningar.
Og rámandi er hon og peikar beint inn í kjakið um gongd í haga, friðing av náttúruni, og hvussu vit virðismeta náttúruna yvirhøvur.
”Tá ið ljóðsveiggini frá ternum raktu trummuhinnuna hitt kvøldið á seiðabergið uppi í Hoyvík, so var tað ein eg og tú uppliving, ikki ein eg og tað uppliving. Vit standa fyri tað mesta aftan fyri ein glasrút og eygleiða náttúruna (…) Vit greina hana og gera ástøði um hana (…) men vit mugu eisini læra okkum hitt. At vera nærverandi í náttúruni. Tað er ikki fyrr enn tá, hon setur okkum krøv, og vit fáa skyldur mótvegis henni og ábyrgd av henni.” (s. 126)
Siteraða brotið úr bókini leiðir meg til tankarnar hjá danska teologinum og heimspekinginum K. E. Løgstrup (1905-1981). Hann skrivar soleiðis í bókini Ophav og omgivelse, sum er útgivin posthumt í 1984:
”Sansningen er afstandsløs. Det sete og hørte er på afstand af vor krop, men ikke på afstand af vor sansning. (…) Modsat vor forståelse. Det forståede, hvad det så er, vore omgivelser eller en påtænkt handling, er vi på afstand af takket være sproget.”
Eisini minnir hetta um resonanshugtakið hjá týska sosiologinum og heimspekinginum Hartmut Rosa (f. 1965). Sambært Rosa tekur resonansur seg upp, tá vit flyta okkum í takt við sveiggingarnar í heiminum. Vit varnast, at okkurt “kallar á okkum”. Vit svara aftur, verða hugtikin og koma í samljóði við hetta.Vit skulu lata okkara sansir upp og gera okkara uppmerksemi virkið, tá vit møta umheiminum. Mótsetningurin til resonans er frástøða og fremmandagerð. Tað “at standa aftan fyri ein glasrút og eygleiða náttúruna.”
Vónandi verður hetta ikki síðsta bók hjá Magnusi!