Konservativu patriarkarnir í fólkakirkjuni (fyrri partur)

Teir modernaðu konservativu prestarnir í fólkakirkjuni, sum m.a. ikki vilja viðurkenna kvinnuligar prestar, hjúnaskilnað og sýta fyri at gifta fráskild aftur, áttu ikki at steðgað her. Um teir veruliga meina, at skriftin skal takast í álvara, so áttu teir eisini at rátt fólki frá at gifta seg. Tá teir ikki gera tað, so tykjast teir ikki taka skriftina í álvara, umframt at teir illa duga at lesa tekstir í søguligum høpi. Tað, sum veruliga býr undir, man tó vera dreymurin hjá veikum monnum um eini farna tíð við patriarkalskum harradømi.

18.08.2010
Hans Andrias Sølvará
Etikkur og politikkur
Paulus og teir modernaðu patriarkarnir

Í sambandi við hjúnaskilnað verður ofta víst til Markus 10:9-12, har Jesus er soleiðis endurgivin: "Tað, sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja." Og heima við hús spurdu lærusveinar hansara hann aftur um hetta. Og hann sigur við teir: "Tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, hann ger seg sekan í hori móti henni; og um hon skilst við mann sín og giftist við einum øðrum, tá drívur hon hor".

Her tykist lítið vera at taka feil av: Jesus tykist líka so lítið loyva hjúnaskilnaði, sum hann heimilar nøkrum at gifta seg aftur. Hesi boðini hjá Jesusi í Markusevangeliinum (70 e.Kr.) eru í Matteusevangeliinum (85 e.Kr.) endurgivin soleiðis, at eitt undantak, "fyri hors sakir undantikið" (Matt 19:9), er sett inn í setningin á ein tílíkan hátt, at tað bæði tykist galda fyri hjúnaskilnað og uppafturgiftu. T.e. at hevur annar parturin gjørt seg sekan í hori, so hevur hin, t.e. tann órættaði parturin, bæði heimild til at lata seg skilja og rætt til at gifta seg aftur. Hetta undantakið stavar frá tí, sum sami Jesus, sum sambært Matteusevangeliinum skal hava sagt "eg sigi tykkum, at hvør tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longudrivið hor við henni í hjarta sínum" (5:28). Hvussu nógvir giftir menn munnu ikki hava drivið hor í hjartanum, um henda skilmarkingin verður nýtt? Man nakar vera ósekur? Kortini góðtaka onkrir av teimum konservativu prestunum hjúnaskilnað, men ikki uppafturgiftu. Tað tykist hvørki samsvara við orð Jesusar í Markus- ella Matteusevangeliinum. Teir konservativu prestarnir hava kortini onkrar aðrar møguleikar at troyta: Brøvini hjá Paulusi ápostli úr Tarsus.

Paulus, ið skrivaði síni brøv uml. 50 e.Kr., tykist samdur við Markus 10:9-12 viðvíkjandi støðu Jesusar til hjúnaskilnað og uppafturgiftu. Í fyrra Korintbrævinum 7:10-11 skrivar Paulus uml. 55 e.Kr. til samkomuna í Korint: "Men teimum, sum eru gift, bjóði eg, tó ikki eg, men Harrin, at konan ikki má skiljast frá manninum, - men er hon skild frá honum, skal hon vera verandi ógift ella sameinast við mannin - og at maðurin ikki má lata konuna fara frá sær". Her tykist Paulus, sum skrivaði, áðrenn evangeliini vóru fest á blað, samdur við tí elsta evangelistinum (Mark 10:9-11): Sambært Jesusi eru hvørki hjúnaskilnaður ella uppafturgifta loyvd. Tað kann merkja, at undantakið í Matt 19:9, sum sipar til hor, stavar frá teimum fyrstu kristnu og ikki frá Jesusi,
men merkir helst einans, at orð Jesusar verða endurgivin ymiskt í bíbliuni - treytað av høvundi og málbólki.

Tað er t.d. rættiliga áhugavert, at Paulus longu uml. 55 e.Kr. gjørdi sær sína egnu sjálvstøðugu tulking av ásetingum Jesusar um hjúnaskilnað og uppafturgiftu millum jødar, tá hann m.a. víðkaði tær til eisini at galda fyri hjúnabond, har annar hjúnafelagin er kristin og hin vantrúgvandi. Í fyrra Korintbrævinum kapittul 7 skrivar Paulus víðari í ørindunum 2 til 15: "Men við hini (t.e. hjúnabond har annar parturin ikki er kristin) sigi eg, ikki Harrin: Um onkur bróður hevur vantrúna konu, og hon hevur hug at búgva saman við honum, tá skal hann ikki lata hana fara frá sær; og ein kona, sum hevur vantrúnan mann, og hann hevur hug at búgva saman við henni, skal ikki lata mannin fara frá sær. .... Men vil hin vantrúni fara, so lat hann fara; tí at hvørki bróðurin ella systirin eru trælabundin í slíkum lutum". Paulus tykist her gera sína egnu sjálvstøðugu tulking av skilnaðar- og endurgiftuásetingunum hjá Jesusi, sum tær eru endurgivnar av honum í fyrra Korint 7:10-11 og í Markus 10:9-12, soleiðis at hjúnaskilnaður í ávísum førum verður loyvdur millum tey kristnu í hansara samkomum. Tað ger Paulus uttan mun til, um undantakið, "fyri hors sakir undantikið", sum í Matteus 19:9 er sett inn í tað treytleysa hjúnaskilnaðarforboðið (1. Kor 7:10-11, Mark 10:9-12 og Luk 16:18), verður góðtikið at vera ektað ella ikki. Í fyrra lagi tykist undantakið í Matteus 19:9 bert vera galdandi fyri hor og í øðrum
lagi tykist tað galda fyri hjúnaskilnað og uppafturgiftu. Paulus víðkar hinvegin forboð Jesusar til at galda millum kristin í heidningaumhvørvum, har møguleikin fyri hjúnaskilnaði eisini verður víðkaður til onnur viðurskifti enn hor. Harafturímóti er ikki semja um, hvørt Paulus eisini gevur fráskildum rætt til at gifta seg aftur. Paulus er annars heilt greiðir yvir, at hetta eru hansara egnu ásetingar um hjúnaskilnað og afturgiftu. Tað sæst týðiliga av orðunum "Men við hini sigi eg, ikki Harrin: Um onkur ...".

Hetta tykist vera hálmstráið, sum onkrir av teimum konservativu prestunum hanga seg í, tá teir treyðugt góðtaka hjúnaskilnað, men sýta fyri at gifta fráskild aftur. Tað tykist bara ikki vera boð Jesusar, sum tað er endurgivið í Markusevangeliinum 10:9-12, men eina ávísa tulking av seinni tillagingum av boðum Jesusar í fyrra Korint 7:12-15 og í Matteus 5:32, sum teir harvið gera seg til trælir av. Í hesum sambandi er tað áhugavert at spyrja, hvussu tað ber til, at konservativir prestar 2000 ár eftir deyða Jesusar halda, at hvørt orð skriftini er partur av eini guddómligari lóg, sum uttan víðari kann førast yvir á nýmótans samfeløg í 21. øld, tá Paulus bara góð 20 ár eftir krossfestingina týðiliga loyvdi sær at laga boð Jesusar, sum vóru ætlað jødum í Galilea, til viðurskifti í kristnum samkomum í heidningaumhvørvum ymsastaðni í Rómverjaríkinum. Kunnu fólk í 21. øld ikki við størri rætti laga boð Jesusar til teirra samfeløg? Ella sum gudfrøðiprofessarin Troels Engberg-Pedersen við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn so bersøgin skrivar, so "reisur hann (t.e. Paulus) ein ovurstóran trupulleika fyri modernað konservativ kristin. Tí um Paulus, Jesu Kristi týdningarmesti ápostul, var til reiðar at bróta eitt boð hjá Jesusi sjálvum - hví skulu onnur so ikki eisini hava loyvi til tað?". Tey konservativu kristnu kunnu óivað tulka seg burtur úr hesum trupulleikunum, men tey kunnu illa tulka seg burtur úr tí sannroynd, at tey harvið royna at varðveita eina 2000 ára gamla patriarkalska heimsmynd.

Manglandi hugflog og dirvi tykist búgva undir trælamoralinum hjá konservativu patriarkunum, sum helst ikki góðtaka hjúnaskilnað og ikki vilja gifta fráskild aftur. Teir tykjast líkir patriarkum frá eini farnari tíð, sum ikki hava tað so gott við modernitetinum, har kvinnurnar eru vorðnar sjálvstøðugar og hava gjørt seg leysar av tí patriarkalska harradøminum. Tað er munur á monnum - tí sjálvstøðuga Paulusi og teimum modernaðu konservativu skrifttrælunum. Og her hugsi eg einans um menn - veikar menn. Tí tað kunnu bara vera veikir menn, ið ynskja seg aftur til eitt samfelag, har menninir ráddu fyri borgum, sum finna uppá at gera seg til trælir av einum fornum patriarkalskum teksti. Í veruleikanum er tað torført at ímynda sær nakað minni kristið enn eina so óhjálpna lógartulking av bíbilskum tekstum. Paulus hevði óivað verið samdur. Tí heldur enn sum rættvísir farisearar at kasta fyrsta steinin, áttu prestar at hildið seg frá at fella dóm yvir syndarar.


18.08.2010
Hans Andrias Sølvará
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?