Sven Delblanc

Tá ið Sven Delblanc andaðist í 1992, hevði ein av mongu minningargreinunum hesa yvirskriftina: "En lärdomsgigant har gått ur tiden". Sven Delblanc var ikki bara óvanliga væl skúlaður, men hann var eisini ein av týdningarmestu svensku rithøvundunum í seinnu helvt av farnu øld. Hann var sjáldsama málkønur og hevði til fragd at lesa Homer á forngrikskum.

02.11.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Sven Axel Herman Delblanc, rithøvundur og bókmentasøgufrøðingur, fil.dr. 1965 og dosentur í Uppsala, var føddur í Swan River í Kanada árið 1931. Pápin royndi seg har sum búnaðarmaður, men barnaárini vóru hørð, tí jørðin var kørg, so tað var sannur vesaldómur. Í 1934 flytur húskið heim aftur til Svøríkis og búsetur seg í Vagnhärad í Södermanlandi. Í 1942 verða foreldrini sundurlisin. Í 1946 leitar faðirin yvir aftur til Kanada. Í 1944 flytur Sven við móður sínari til Södertälje. Tvey ár seinni ger hann ferð yvir at vitja faðirin frá mai til september. Tá ið hann í 1952 hevur gjørt hertænastu og fingið studentsprógv, flytur Sven til Uppsala, har hann lesur bókmentasøgu og søgu.

Hann giftist í 1955 Christinu Ekegård, og árini 1958-1964 skrivar hann bókaummæli fyri Arbetarbladet, og árið eftir fer hann í fast starv sum dosentur. Í 1962 kemur fyrsta skaldsøga hansara, Eremitkräftan, og árið eftir fær hann sína stóru viðurkenning við skaldsøguni Prästkappan. Og aftur árið eftir, í 1964, verður hann aftur fagnaður og fær viðurkenning fyri fyrsta útvarpsleikrit sítt, Ariadne och påfågeln. Og nú letur hann verk eftir verk úr hondum.

Í skaldsøgum Sven Delblancs verða hugfloygdar og andbornar frásagnir tvinnaðar saman við líkingar og frumsagnalig fyridømi og ein alt størri og sjónligari politiskan áhuga. Sven Delblanc var alt annað enn íhaldsmaður.

Sum serfrøðingur í 17.- og 18.-aldarbókmentum (Prästkappan fer fram í 1700-árunum) er hann bæði ein lærdur og ein fólksliga bersøgin frásøgumaður.

Hann málar við djørvum litum og skiftir millum káta groteska og myrka nihilismu. Í 1970- og 80-árunum var Delblanc ein av oddafiskunum í tí, sum sviar róptu "berättelsens återkomst", og hann vann áhaldandi fólksins yndi við skaldsøgum sínum við sjálvsævisøguligum bakstøði - sokallaðu Hedebybókarøðini og Samuelsbókunum - og sum eisini vórðu filmaðar og sendar í sjónvarpi.  

Yvir øllum ritverki Delblancs liggur skuggin av faðirinum. Hann lýsir hann sum harðrendan, sjálvsøknan, men eisini sjáldsama málsliga gávuríkan og fullan í ramari gamansemi, og hann letur hann í sum ein gamaltestamentligan, revsandi dundurgud, sum Fríðrik mikla ella Marquis de Sade. Hann spøkir allar staðir: "Hann hevur so mong nøvnini, faðir mín. Eitt av nøvnum hansara er Evropa. Hetta stolta, yndisliga, harðrenda Evropa, sum eg havi hatað og elskað meir enn alt". Faðirin, Siegfried Delblanc, verður flokkaður saman við Shopenhauer og Nietzsche, sum vóru fyrimyndir hjá Sven á ungum árum.

Móður sína hevur Sven Delblanc lýst sum elskuliga og góðsliga, men eisini ógviliga viðbrekna og kenslusama. Saman við báðum systrunum var mamman ljósið í lívi hansara á ungum árum. Í ritverkinum kemur blómandi kirsuberjatræið fram sum ein ímynd um ljósu lívsvirði hansara. Í minnisbókunum avdúkar hann barndómin, sum hann annars bara hevði brúkt sum støði undir fyrru skaldsøgunum.

Í Uppsala ráddi skilvís positivisma. Delblanc kallar seg onkuntíð "evropiskan høvund". Abbi hansara var komin til Svøríkis úr Týsklandi.

Árini 1968-69 var Sven Delblanc gestaprofessari á Barkley univeritetinum í Kalifornia. Hann var ómetaliga virkin og hevur skrivað bókmentalig stórverk. Millum annað skaldsøgurnar Eremitkräftan, Prästkappan, Homunculus, Nattresa, Åsnabrygga, Åminne, Zahak, Primavera, Stenfågel, Vinteride, Kastrater, Stadsporten, Grottmannen, Gunnar Emanuel, Kära Farmor, Speranza, Samuels bok, Samuels döttrar, Jerusalems natt, Kanaans land, Maria ensam, Moria land, Änkan, Ifigenia, leikrit sum Morgonstärnan, Den arme Richard, Senecas död, Damiens, stuttsøgusøvn og minnisbøkurnar Livets Ax, Slutord, Agnas, ritroyndasavnið Homerisk hemkomst og harumframt onnur stórverk sum t.d. Den svenska litteraturen í sjey bindum.

Fyrsta skaldsøga hansara, Eremitkräftan, fekk stak góð ummæli. Bókmentaummælarin Victor Svanberg helt fyri, at tað hevði verið óreint at rópt hesa skaldsøguna "lovandi", tí hon var ein fráboðan frá einum fullbúnum rithøvundi. Við næstu bókini, Prästkappan, sum kom út árið eftir, í 1963, gjørdi hann reiðiliga hol í sjógvin. Í 1970 fekk hann bæði Litteraturfrämjandets stora pris og Svenska Dagbladets litteraturpris. Í 1982 fekk hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1985 Pilotpriset og í 1991 Augustpriset.

Á føroyskum eiga vit tvær bøkur hansara: "Lívsins aks" og "Orð at enda", sum Sprotin hevur givið út.

---

Brot úr bókini "LÍVSINS AKS":   
"Mamman hevði fingið ilt, eftir tað at hon hevði lyft okkurt ov tungt undir hørðum arbeiði. Eg var føddur seks vikur ov tíðliga, men var kortini stórur og tungur og striltin at bera í heim. At eg var føddur ov tíðliga, kann kanska greina, hví eg eri so óregluliga bygdur. Vinstra kropshálvan er størri enn høgra, somuleiðis vinstri fótur mín. Vinstra eyga mítt er veikt. Eg fari at doyggja av heilabløðing.

Tá ið eg var unglingi millum trettan og nítjan, segði pápin, at eg var fruktin av einari skrædnaðari hít. Hann stórlæði, tá ið hann hevði sagt mær hetta. Mær varð ógvuliga dátt við.

Síðstu ferð, eg hoyrdi um óhugaðu skapan mína, var, tá ið eg vitjaði hann í Minitonas á sumri í 1947. Eingin góðsemja ráddi tá ímillum okkara. Tað var ikki søgan um, hvussu eg varð gitin, sum argaði meg, tí sovorðið var eg so vanur við. Harafturímóti østi tað meg, at hann háðaði eina eldri systur  mína. Tá sprakk eg í øðini upp ímóti pápa mínum, kanska var tað gott fyri sjálvkenslu mína. Øðin spann í devilin um uppreistur mín, og hann vildi skjóta meg við byrsu.

Viðurskiftini við pápa mín hava lagað sinnalag mítt. Eg kann viðhvørt vera sleiskur og royna at tekkjast øðrum við skemti og glensi, sum tá ið eg royndi at tekkjast honum. Ert tú ikki ein kravmikil vatnskalli, sum tekur ritstarv títt í álvara, er henda atferð frálík, tá ið tú hevur samband við fjøl­miðlar, sum vanliga meta rithøvundar sum býttlingar.

Hetta er bara ein av teimum rótføstu og vandu leiklutunum. Í einsemi kann eg smokka niður í tungsinni og atgerðarloysi. Ella eg kann reisa meg í reiði ímóti tí, sum eg síggi av óndskapi, órættvísi og mutri.

Harðstjórar og muturfongdir svara tá sum pápi mín við harmi, sum teir hava rætt til. Eingin hevur tó skotið eftir mær við byrsu.

Tað finnast so mangar aðrar atferðir.

Um eg var eitt óynskt barn, borin í heim av einum mistaki, hevði tað sína einføldu frágreiðing. Dýrt og torført var at fáa fatur á hítum og øðrum, sum fyribyrgdi gitnaði. Eg minnist tað frá 1947, tá gessigir vinmenn í Minitonas leitaðu sum óðir eftir "French Safes", sum tær itu. Pápi mín hevði ikki ráð at fáa fleiri børn, mamman mundi ikki vilja. Henni longdist heim til Svøríkis og gekk kyk av manni sínum, í hansara føvningi føldi hon bara ræðslu. Tríggjar døtur hevði hon átt, ein var deyð sum nýføðingur. Kreppan hekk nívandi yvir Manitoba, maturin var tepur. Tað óynskta barnið var ein munnur meira at metta. Kortini tykist eg hava fingið gleði í húsið. Á einum bóndagarði er tørvur á einum soni til útiarbeiðið, at ala av sær og fáa ein son var ærumikið. Fedrarnir í ættini kravdu, at ættin helt fram í nýggjum lívi. Drongurin varð doyptur Axel eftir ólukkuliga abba sínum í móðurætt, Herman eftir týska abba sínum. Sven var nýtt navn í ættini, men móðirin kravdi eitt svenskt navn til henda kanadiska ríkisborgaran. Henni longdist heim."

---

Brot úr bókini "ORÐ AT ENDA":
"Deyðans harða mjadnarknúta berjir og bukar í herðaskjáttu tíni, tá ið tú fert út í stríðið. Tað vilt tú helst ikki vita. Eg beri lívsins marskálkssprota í herðaskjáttu míni, sigur tú, ljóðkáti hermaður.

Deyðin er til fyri onnur, ikki fyri meg.

Og tá ið boðini koma - tú verður ovfarin og kennir teg særdan. Hví júst eg? Deyðin er til fyri onnur.

Hvussu nógv av hesum er søguliga treytað? Er tað lættari hjá tí gudrøkna at taka ímóti boðunum við sálarrógv?

Tað haldi eg ikki. Sinnistamarhald stóuspekinnar tykist sum bókmentaligt rakstrarróp. Lívsviljin er sterkari enn trúgv okkara á okkurt handanfyri. Lýs bara út í æsir paradísið við drykkjuveitslum við svínakjøti og mjøði ella óendaligum hálsfevningum við jasminangandi ungmoyggjum, vit vilja tó liva, víkingar eins og muhammedsmenn.

Men satt er tað, at nútíðar heilivágur hevur spilt okkum við eftirlæti. Skal eg veruliga doyggja? Nú, eg havi goldið so nógvan skatt til heilsuverkið? Eg eigi at krevja . . .

Ja, hvat eigi eg at krevja?

- Racker, wollt Ihr ewig leben, segði Fríðrikur Mikli við sínar deyðaræddu hermenn. Hetta sama hevði nútíðar heilivágur kunnað kastað okkum fyri, við betri rætti. Hvat eiga vit at krevja?

Øll rættindi hava mist gildi. Ljóskastararnir slokna, áðrenn akfar títt rennir út av eggini. Og seinasta, ørandi hugsan tín - eg skal liva leingi afturat.

Montaigne havnar málsnildur øllum eygnarivum og øllum ótta fyri deyðanum. Tað forðar tó ikki fyri, at sjálvur styðjar hann seg til eygnariv. Hann heldur, at hann verður áttati ára gamal. Hann skaldi ikki so mikið sum seksti ára aldur og læt ritroyndasavn sítt liggja eftir seg í hálvum gekki.

Hann helt, at hann fór at liva leingi afturat."  
02.11.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?