Klaksvíkar søga bd. 1

Í 2008 kom Klaksvíkar søga bd. 1 út, og árið eftir kom bind 2. Tað er virkni høvundurin og søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará, sum hevur skrivað báðar bøkurnar og skrivar nú eisini síðsta bind. Givið út hava Klaksvíkar Kommuna og Sprotin, og Kommunan sendi fyrsta bindið ókeypis í hvørt hús. Sprotin hevur staðið fyri næsta bindi.

24.11.2011
Steinbjørn B. Jacobsen
Bókaprát
Bøkurnar eru skrivaðarí sambandi við, at ”Våg sogns Kommune” í 1908 varð sjálvstøðug kommuna. Seinni fekk hon loyvi, í 1918, at broyta hetta navn til ”Klaksvig sogn”. Við kommunuskipanini fyri allar Føroyar í 1873 vóru allar Norðoyggjar ein kommuna, eins og Suðuroyggin eisini varð tað. 

Bókin er greidliga býtt sundur í 10 partar, við tilsamans fimmti yvirskriftum og einum fylgiskjali. Henda sundurbýtingin ger, at tú skjótt kann rógva aftur á aftur tað lisna. 

Sølvará grevur djúpt og fevnir víða, og tað, hann finnur, leggur hann fram fyri lesaran, so eisini hann kann fylgjast við honum, til hann kemur til eina niðurstøðu. 

Fyrsta bind fevnir um árini frá 1000 til 1856, tá ið alt broytist, við at fríhandil verður settur á stovn. 

Høvundurin sigur frá øllum tí, sum er funnið undir útgrevstri og finst í skjølum. T.d. fáa vit at vita, at Munkeliv Kleystur uttan fyri Bergen átti í 1463 28 merkur av jørð í Føroyum, harav 26 merkur í Norðoyggjum, og at norðmenn løgdu inn norðuri í Vági á Grønlands ferðum sínum. Tí varð sagt norðuri í Vági, men sagt varð suðuri í Vági, tá ið meint varð Vág í Suðuroynni. 

Henda vágin her norðuri man saman við Vestmanna vera okkara besta natúrhavn, og við hesa vág vaksa teir fimm býlingarnar ella bygdirnar, tí fittliga langt er ímillum teir. Oyri var mest at kalla ein bygd, og átti hon heldur ikki rættindir við vágna. Men fólk hava eisini brúkt felagsnavnið inni í Bø ella yviri í Bø fyri allar býlingarnar. Høvundurin sigur, at búsetingarnar í býlingunum í 1584 neyvan kunnu førast aftur til búsetingina í víkingatíðini. Her minnir hann á árini 1349 – 1351, tá ið svartideyðin gekk um Norðurlond og eisini í Føroyum, meinar hann. Hann samanber við Sandvík, sum doyði út einaferð í miðøldini, og var ikki búsett aftur fyrr enn í 1811 (blaðsíðu 22 og síðu 343). Høvundurin man hava troytt somu keldu, sum Havnar Søga bd. 3 hevur troytt, á blaðsíðu 358 skriva teir sama feil av eftir Richard Jensen í Varðanum bind 30, har stendur, at Sandvík varð í 1811 bygd aftur av nýggjum. 

Schrøter fekk lagt 20 tunnulendi inn í Hvalvík, seinri Sandvík, men ikki fyrr enn í 1816 fekk hann tvey ung pør at setast niður í víkini. 

Løgið er tó, at býlingarnar í Bø ikki vuksu seg stórar og vórðu høvuðsstaður í Norðoyggjum. Tað hendir ikki, fyrr enn tann lítla víkin undir Klakki verður brúktí sambandi við handil og fiskivinnu. Víkin undir Klakki verður nú til Klaksvík. 

Men áðrenn vit koma hartil, greiðir Sølvará frá Tingstaðnum í Køtlum og flytingini av Tinginum oman í Vág. Vinnu- og jarðarviðurskifti, einsog greitt verður frá kirkjunum, og hvar bønhús hava verið. 

Meirifrásøgutilfar er í at siga frá teimum gomlu søgnunum um loynihandil og fremmandar vitjanir. Søgnin um Páll Fanga, sum vit øll hava hoyrt um, og gerðamenninar Guttorm og Hanus. Hetta er ikki bara afturfrásøgn, men viðgjørt og kannað við at lesa alt atkomiligt søguligt tilfar, soleiðis ríkað fær tilfarið nýtt lív. 

Sum tjaldrið boðar um summar, hóast jørðin um várið kann vera glerstoytt, so tað liggur deytt á vølli, kemur Nólsoyar Páll Norður í Vág ikki bara við einum skipi, men eins nógv við sínum nýggju hugsanum. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at nýggjastu tankarnir í Evropa og USA lenda fyri fyrstu ferð í Norðoyggjum, og tað er ikki bara sum at siga tað. Einkjan, Marin Malena, og eftirkomararnir hjá teimum bóru hansara arv longur fram á vegin. 

Seinasta brotið eitur Klaksvík, og nú kemur eisini ferð á. Fyrsti úthandilin kemur í 1838, tvey ár aftan á tann á Tvøroyri. Tað er gevandi at samanbera Tvøroyri og Klaksvík eisini til henda dag. Bind tvey samanber bygdirnar báðar nakað. Hetta má onkur skriva eina bók um. Vónandi fyrst eina bók um Tvøroyri eftir sama leisti, sum Hans Andrias Sølvará hevur skrivað um Klaksvík. Fullvæl veit eg, at Jóannes Dalsgaard skrivaði bókina Fylking 75 ár, men bókin er hóast alt eitt heiðursrit, sum Fylkingsjálvt gav út. 

Ørvingurin, Jóhan Mortensen, sum longu í 1839 var faktor við úthandilin í Klaksvík, gjørdi nógv av at seta línu, og hevur helst eggjaðøðrum at gera tað sama. Sum vit vita, fór hann suður aftur og setti tað veldiga handilsvirkið á stovn, sum ikki bara bygdi Tvøroyri, men hevði ovurhonds stóran týdning fyri allar Føroyar. 

Norðoyggjar máttu bíða ein mansaldur eftir teirra Mortensen, sum hevði tikið eftirnavnið Kjølbro, helst eftir fjallinum Kjøli, sum var oman fyri húsini hjá honum.
24.11.2011
Steinbjørn B. Jacobsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?