Vestaravág, sum menninir hjá Ryberg kallaðu Frederiksvág eftir danska konginum. Tekningin er gjørd í umleið 1784. Kongliga bókasavnið

Nýggja tíðin byrjaði í Vágsbotni

Havnin er ein meldur av fortíð og livandi nútíð. Vágsbotnur var nýggja verðin fyri avbygdarfólk og tey ævintýrhugaðu. Síðani er so nógv hent, og býurin er vaksin langt út um hugnaliga miðbýin.

19.03.2016
Helgi Jacobsen
Søga

Vágsbotnur er eitt dømi um ein býarpart, har tað uddi av lívi, ídnaði og handilsskapi fyri 200 árum síðan, og har tað aftur í dag er stuttligt at vera.

Í 1765 var so at siga einki lív í Vágsbotni. Har vóru nøkur neyst, og nøkur ár seinni kom kirkjugarðurin á Svínaryggi. Alt lív í Havnini tá var eystantil á Tinganesi. Í Havn var í veruleikanum bara ein vág. Tað var Havnarvág, sum nú vanliga verður nevnd Eystaravág.

Í skjølum og bókin frá hesi tíðini síggja vit, at onkrir útlendingar fingu ta fatan, at tað, sum var vestan fyri Tinganes, var ikki ein partur av Tórshavn. Sagt á annan hátt, at tað, sum var vestanfyri, var uttan fyri Havnina. Men hetta broyttist, tá danskarin Niels Ryberg fekk loyvi at hava eina fríhavn í tí, sum seinni fekk navnið Vágsbotnur.

Eftir fáum árum var lív, arbeiði og kæti í Vágsbotni, og havnarfólk høvdu eftir stuttari tíð fingið eitt nýtt innihald. Og Havnin fór at vaksa. Bóndasynir, sum ikki stóðu til at arva garðar, hoyrdu um, at teir kundu fáa arbeiði í Havn, og teir tustu í stórum tali til høvuðsstaðin.

 

"Niðast á myndini síggja vit Runding, sum Quilling og hansara menn gjørdu at ríða á. Eisini síggja vit lítla summarhúsið innan fyri Runding. Skipini á vágni eru bretsk. Tey smugla vørur frá Vágsbotns-handlinum og inn um bretska tollmarkið".

 

Fríhavnin í Vágsbotni var eitt slag av eini uppskipingarhavn, og virksemið gjørdist so stórt, at Born kommandantur á Skansanum aftaná segði, at Rybergs handil skapti størri búskaparliga menning í 10 ár, enn allar royndir í vinnulívinum at skapa framburð og menning høvdu gjørt í 50 ár. Tað var ikki heilt av tilvild, at Niels Ryberg vald Havnina sum fríhavn, soleiðis at býurin eftir stuttari tíð kom inn í eina altjóðagerð. Í 1700-árunum vóru fleiri kríggj millum stórveldasamgongur í Evropa. Kríggj um hjálond í Norðuramerika og kríggj millum Ongland og Frakland um rættindi í India gjørdu, at uttanveltaða Danmark fekk stórar handilsligar fyrimunir. Men stríðið millum londini hevði eisini við sær, at nógvur tollur varð lagdur á forkunnugar vørur, og hetta førdi til smuglaravirksemi.

Í Ongland var tann skipan galdandi, at bara bretsk skip kundu føra vøru frá hjálondunum til Onglands. Men oyggin Man í Írska havinum hevði sjálvstýri tá, og hertugin á Man hevði givið loyvi til, at oyggin móti ávísum gjaldi var brúkt sum fríhavn fyri smuglaraskip.

Skipini hjá Ryberg keyptu tær flestu vørurnar úr India, Norðuramerika og Ves tind isku oyggjunum og løgdu vørurnar upp á Man. Onglendingar kundi so koma til Man og keypa vørur haðani nógv bíligari enn í Onglandi, men neyðugt var at smugla hesar vørur til Onglands. At tað bar til at smugla vørurnar frá Man til enskar havnabýir komst av, at tey flestu skipini hjá onglendingum vóru í kríggi og tí ikki kundu hava tolleftirlit við skipaferðsluni.

Men í 1765 troyttaðist hertugin á Man av støðuni og segði rættin frá sær at standa fyri smuglaravirkseminum. Hendan støðan førdi til, at Ryberg fór at leita eftir einum øðrum staði at savna sítt smuglaravirksemi. Staðið gjørdist Vágsbotnur.

19.03.2016
Helgi Jacobsen
Søga

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?