Yvir 500 staðarnøvn savnað í einari bók

Leygardagin 16. desember kl. 15 verður bókin "Árnafjørður - Staðarnøvn" løgd fram í Spaniastovu í Klaksvík.

11.12.2017
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Ymist

Tey mongu staðarnøvnini, sum forfedrar okkara hava nýtt bæði í bø, haga og fram við landi hava verið týðandi í dagligari talu. Skuldi tú til dømis greiða frá, hvar ein seyður seinast var sæddur ella hvar hann lá, mátti tú kenna staðarnøvnini.

Í bókini eru yvir 500 staðarnøvn í Árnafirði savnað og tað er Hanus Poulsen, ið hevur skrivað.

Umframt umrøður og kvøður, fer Hanus sjálvur at greiða frá. Tónleikinum standa Kristoffur Olsen og Hans Hjalti Skaale fyri.

Kaffi verður at fáa og til ber at keypa bókina fyri ein serligan prís.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

11.12.2017
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?