Hevur tú ongantíð roynt at sprota? Í skipanini eru 724.441 leitorð sum bíða eftir einum klikki frá tær.

Sprotin dagførdur!

Vit hava dagført Sprotan! Nú er stundin komin at vísa tær, hvørjar tillagingar vit hava gjørt, og hvussu tú fært mest burturúr "at sprota".

06.03.2018
Sprotin
Ymist

 

1. Fronsk-føroysk orðabók

Hon er skipað eitt sindur øðrvísi enn hinar. Hon hevur m.a. allýsingar av heimspekiligum hugtøkum umframt nógv góð dømi. Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum á miðnámsskúlum, men fer skjótt at røkka langt út um karmarnar, ið settir eru um tað undirvísingarstigið. 

Stóri franski miðilin Le Figaro er koplaður saman við fronsku orðabókina so krevjandi fronsku bendingamynstrini fáa vit haðan - umframt alt hitt áhugaverda tilfarið, ið hesin miðilin hevur á skránni. Eitt klikk eyka kann vera nóg mikið at lokka brúkaran inn í ein áhugaverdan franskan heim.

 

 

2. Alfrøðibók

Hin bókin er ein rættiliga nógv øðrvísi bók. Tað er ein alfrøði, vit eru farin undir at menna. Vit hava lagt fyrstu 1000 myndirnar inn í fø-en, men varnaðust, at vit kundu gera ta arbeiðið fleiri ferður áhugaverdari. Hugskotið hevur tí ment seg til eina alfrøði við myndum og ljóði og stundum video - vit byrja við fuglum, fiskum, dýrum og plantum. Fyribils er bara ein brotpartur lagdur inn, men tú kanst royna ALFR og skriva lomvigi.

 

 

3. Leita eftir bendum føroyskum orðum

Javnstøða millum kynini hevur ongantíð verið í orðabókunum. Í siðbundnum orðabókum standa lýsingarorð í kallkyni hvørfall eintal. Lýsingarorð í kvennkyni við umljóði í vóru ikki leitorð. Soleiðis var pappírsbókin skipað, plássið varð spart so nógv sum til bar. Pappírsorðabókin er á veg í grøvina, og tær nýggju hava ikki hesa avmarking. Skalt tú leita eftir t.d. kløn og vøkur ella einum bendum navnorði t.d. kommununnar, leitar skipanin í bendingunum fyri teg. Royn tað.

 

 

4. Dagsins orð og mynd

Í tveimum nýggjum teigum fara vit hvønn dag at gjara út við einum sjaldsomum orði og einari forvitnisligari mynd, sum kann elva til prát. Hetta er ein háttur at varpa ljós á rár og áhugaverd orð, sum kunnu erta forvitnið. 

 

 

5. Sjónligari hagtøl

Nú Sprotin er vorðin eitt gerandisamboð hjá føroyingum, kann tað vera  forvitnisligt at síggja, hvussu nógv hetta amboðið verður brúkt, hvussu nógvar leitingar, hvussu nógvir brúkarar, hvaðan leitað verður, nær mest verður leitað, hvørji orð fáa flest klikk o.s.fr. Nýtslan er so stór nú, at leitað verður stívliga 1 millión ferðir um mánaðin, og brúkararnir tátta nú í eina hálva millión.

 

 

6. Send uppskot

Vit vilja gera tað eyðsýniligt, at vit vilja koma á tal við brúkararnar og heita á fólk um at senda góð uppskot og ískoyti inn til ymsu ritstjórarnar.

 


 

Hevur tú ongantíð roynt at sprota? Í skipanini eru 724.441 leitorð sum bíða eftir einum klikki frá tær.

Vinaliga
Jonhard Mikkelsen, Sprotin

06.03.2018
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?