Kann menniskjan verða góð uttan Gud?

Mánadagin kemur bókin "Gud fyri skotum" á marknaðin. Í hesum sambandi verður áhugavert útgávutiltak í Reinsarínum kl. 19.

23.03.2018
Sprotin
Ymist

Bókin Gud fyri skotum verður løgd fram, og síðan verður orðaskifti um ein av høvuðsspurningunum í bókini: "Kann menniskjan vera góð uttan Gud?".

Er Gud neyðugur, fyri at menniskju kunnu tosa um moral og etikk, rætt og skeivt, gott og ónt, rættvísi og órættvísi? Um ikki, hvaðan stava moralur, etikkur o.s.fr. so?

Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Rói Patursson, heimspekingur, fara at skifta orð um fleiri áhugaverd sjónarhorn úr bókini. Eisini kunnu áhoyrararnir seta spurningar.

Kári Sólstein verður orðstýrari.

Vit hittast í Reinsarínum mánakvøldið kl. 19.

23.03.2018
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?