Martin og mamman spæla og tosa saman, bæði við teknum og talu.

Mál er fortreyt fyri at kunna samskifta, droyma, spæla og læra

Mál er ein fortreyt fyri luttøku og javnvirði í samfelagnum. Fyri summi snýr rætturin til málið seg eisini um mannavirði og rættin til eitt ríkt og sjálvstøðugt lív. "Karlstadmodellið" snýr seg bæði um rættin, øll hava til mál, og skylduna hjá teimum, ið eru um tey, at skapa málmenning hjá øllum fólkum.

05.04.2018
Sprotin
Ymist

Tað skal ein heil bygd til at uppala eitt barn, verður sagt. Hvørt menniskja hevur síni egnu serstøku viðurskifti við einari ørgrynnu av møguleikum, sum kunnu stuðla upp undir málmenningina. Eitt samstarv á jøvnum føti ímillum stuðlar og avvarðandi er týdningarmikið og hevur við sær stimbrandi mátt og orku, sum okkum øllum tørvar.

Henda bókin er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum við máltrupulleikum, í barnagarði, skúla og bústaði, teimum ið taka avgerðir í barnagarði og skúla, umframt foreldrum, ætt og vinum hjá barninum við málsligum trupulleikum.

JAVNI hevur givið bókina um Karlstadmodellið út.Virðisgrundarlagið og námsháttafrøðin í Karlstadmodellinum eru ikki í andsøgn við onnur hugtøk. Tey eru eisini uppi í grundleggjandi mannarættindum, galdandi samtyktum í norska stórtinginum um læring og skúla og grundreglum fyri læring, útgivnar av norska Útbúgvingarstýrinum. Nógv uppliva, at leiðin frá ástøði og virðum til verk er krevjandi. Høvundarnir hava tí ætlað at skriva eina bók, sum er ítøkilig og hent. Bókin er bygd upp við stuttum fakligum inngangum, og eftir teir koma søgur við tí verkliga og ávísingar til bøkurnar um háttalag, har til ber at læra meira um uppgávur og tilfar.

Endamálið er at geva íblástur og stuðla tey vaksnu, sum eru um barnið ella eru um tann við málsligum trupulleikum, soleiðis at tey megna at fara í gongd og halda fram at venja málið. Tað er eisini eitt mál, at tú eftir at hava lisið bókina sært møguleikar, tú sjálv/ur hevur at minka um trupulleikarnar við samskiftinum við børn, ung ella vaksin, sum hava avbjóðingar við málinum. Alt ov ofta hoyra vit, at tað er barnið, sum hevur trupulleikar við samskiftinum. Men tað ber jú ikki til at hava samskiftistrupulleikar einsamallur.

Tað er eingin “rættur” máti at venja mál. Vit eru øll einstaklingar, sum samskifta, læra og menna okkum á ymiskan hátt – tað má virðast. Tí er tað grundleggjandi í Karlstadmodellinum at laga seg til tann einstaka. Nógv uppliva, at einstaklingavegleiðing er til stórt gagn. Í Noregi  eru nú fleiri sernámsfrøðingar í starvi í PPR, í skúlum og barnagørðum, sum hava fingið sær 3 ára vegleiðaraútbúgvingina í Karlstadmodellinum. Tí verða skeið javnan hildin fyri fakfólki og avvarðandi.

Mál og møguleikar at læra snúgva seg um tey grundleggjandi virðini í einum samfelagi – fólkaræði, skrivi- og talufrælsi, javnrættindi og mannarættindi. Hóast vit eru ymisk, mugu vit ongantíð finna okkum í, at máað verður burtur av hesum virðum. At geva sítt ískoyti til at menna mál og samskifti snýr seg um at vera við í at stuðla undir okkara felags virði.

Geir Lippestad

--- 

Les samrøðu við Iréne Johansson, professara, sum legði lunnar undir Karlstadmodellen

Hvussu kanst tú vita, um tú ikki hevur roynt?

 “Eg varnaðist skjótt, at í nógvum førum snúgva málsligar venjingar seg ikki um at vita, hvussu gerast skal, men at ásanna, at málsligar venjingar eru eini rættindi, øll børn hava.”

Hvussu kanst tú vita, um tú ikki hevur roynt?

Hetta er yndistiltakið hjá grundleggjaranum og mennaranum av Karlstadmodellinum, Iréne Johansson.

Iréne er professarin, sum slepti tí akademisku yrkisleiðini fyri at starvast beinleiðis við børnum við málsligum trupulleikum. Vit, sum kenna hana, vita, at mildu, bláu eygu hennara kunnu skyggja sum snarljós av vreiði, tá ið børn við málsligum trupulleikum ikki fáa møguleikar at læra og menna seg. Og aftan fyri hvíta fruntin fjalir seg eitt sinni, sum megnar at laga framkomna, ástøðiliga vitan til nágreiniligar heildir og leik við málsligum venjingum, sum geva meining fyri bæði børn, fakfólk og foreldur. 

Hvat er Karlstadmodellið?

Karlstadmodellið er fyrst og fremst júst eitt modell – og ikki ein háttur at undirvísa eftir – tað er týdningarmikið hjá mær at leggja dent á tað. Karlstadmodellið er grundað á eina humanistiska menniskjafatan og fimm námsfrøðiligar meginreglur fyri læring hjá børnum við málsligum trupulleikum. Modellið hevur nógv uppskot til verkligar ætlanir um málvenjingar grundaðar á hesar meginreglur, og ástøðið um málsligu menningina hjá børnum. Harafturat er Karlstadmodellið eitt modell, grundaður á familjuna, men fevnir eisini um eitt háttalag til netverk. Visiónin er at fremja eitt gott lív fyri tann einstaka við virðing, luttøku og javnvirði fyri at skapa eitt meiri menniskjaligt samfelag fyri okkum øll.

Vit búgva í einum vælferðarsamfelag, har øll hava somu rættindi, hví so hesa visión?

Í samfelagnum í dag eru politikkur og rættindi hjá børnum við málsligum trupulleikum í lagi – og nógv børn fáa góðar og munagóðar málvenjingar. Men í roynd og veru mugu vit ásanna, at enn er langt eftir, til at øll fáa møguleikar at menna og læra út frá sínum evnum. Alt ov ofta síggja vit, at javnatekn verður sett ímillum mál og intelligens, og tað ávirkar, hvat slag av upplæring og møguleikum børn og ung við máltrupulleikum fáa í samfelagnum. Eg varnaðist skjótt, at í nógvum førum snúgva málsligar venjingar seg ikki um at vita, hvussu gerast skal, men at ásanna, at málsligar venjingar eru eini rættindi, øll børn hava. Tí er virðisgrundarlagið í Karlstadmodellinum so týdningarmikið.

Hvønn týdning hava málsligar venjingar og menning av málinum fyri eitt menniskja?

Endamálið við málsligu venjingini í Karlstadmodellinum er frælsi í hugsan, samskifti og virksemi. Fyri tann einstaka snýr tað seg um lívsdygd, tí málið er atgongumerki til felagsskapin og at vera uppi í samfelagnum. Frælsi merkir at kunna velja sjálvur, hugsa sjálvur og at kunna ávirka sítt egna lív uttan ósømiliga ávirkan ella tvingsil frá øðrum. Úr sjónarhorninum hjá samfelagnum snýr málslig venjing seg um, at margfeldni ímillum menniskju ríkar okkum øll og verður mett sum natúrligt og ynskjandi. Í einum samfelagi, sum byggir á ymiskleika ímillum menniskju, sum ávirka og lata onnur ávirka seg, eru evnini at samskifta og at handfara upplýsingar avgerandi. Soleiðis verður málið ein fortreyt fyri og atgongumerki til fólkaræði.

Hetta ljóðar krevjandi?

Sjálvsagt er tað krevjandi, tað ber í sær at broyta hugsanarhátt! Frá báðum sjónarhornum snýr venjing í máli seg um rættvísi, at øll fáa møguleikar til at menna rødd sína (á allan hátt), og at allar røddir kunnu verða hoyrdar. Eg havi hug at leggja afturat, at fyri at náa endamálinum við hesari málsligu venjing krevjast veruligar broytingar í hugsanini um normalitet og ábyrgd. Vit mugu møtast á miðjuni. Fyri at møta tí virkistarnaða mugu vit onnur ganga meira enn hálvu leiðina. Hetta setur heilt onnur krøv til okkara enn bara at góðtaka trupulleikarnar og støðuna hjá tí einstaka.

Hvussu fekst tú hugskotið til Karlstadmodellið?

Tá ið eg hevði fingið doktaraheitið í fonetikki (ljóðfrøði), var eg arbeiðsleys. Eg tók sjálvandi av øllum størvum, eg kundi fáa. Eitt av teimum var at vitja serskúlar. Har festi eg meg við øll børnini, sum høvdu tørv á hjálp at menna mál sítt uttan at fáa hana. Henda tigandi góðkenningin av, at hesi børnini vórðu hildin uttanfyri, og avbyrgingin, tey upplivdu, var eyðsýnd. Eg upplivdi eisini sjálv, at eg var hjálparleys í samskiftinum við tey. Eg kendi meg miseydnaða, og tað neit ikki at kunna røkka teimum. Vit skiltu ikki hvørt annað, og tað var mín ábyrgd. Í langa tíð var tað eitt slag av mantra fyri meg at royna at skilja, hvussu eg kundi samskifta við tey. Tað var í hesum tíðarbili, eg skilti, at teimum, sum varða av barninum, eisini tørvar málsliga venjing. Samstundis var internationalt lagdur stórur dentur á at byrja tíðliga. Gransking í øðrum londum vísti, at tað var gjørligt at broyta lívskorini hjá børnum. Granskingin vísti eisini, at neyðugt var at broyta hugburð fyri at broyta praksis.

Hví leggur tú so stóran dent á samstarv við foreldrini um málsligu venjingina?

Í arbeiði mínum í 80-árunum upplivdi eg, at foreldur vóru hjálparleys og veik, tá ið tey komu í samband við serkunnleikan. Onnur vistu betur enn tey, hvat ið var best fyri barnið. Hetta upplivdi eg sum ómetaliga niðrandi og ótrúliga órættvíst. Tað er jú familjan, sum livir og framhaldandi fer at liva saman við barninum. Foreldur og familja hava ein serstakan kunnleika um støðuna hjá barninum og familjuni, hóast hetta ofta er ein tigandi kunnleiki. Tey og barnið hava eina felags søgu, sum gevur kunnleika um tørvin hjá barninum (og familjuni). Tey hava eina felags framtíð saman við barninum, sum skapar samanhang, eina serliga motivatión og ein kensluligan áhuga. Familjan er týdningarmesta tilfeingið í menningini hjá barninum, tað er eingin annar, sum hevur slíkan leiklut í søguni hjá barninum. Tað eru foreldrini, sum hava sett spurningarnar, ið hava trýst menningina av Karlstadmodellinum frameftir. Tað eru foreldrini, sum hava havt orku og motivatión til at halda fram við málsligu venjingini, eisini í tíðum við stórari mótstøðu frá stuðulsskipanini.

Tú leggur dent á, at Karlstadmodellið er grundað á humanistiskt ástøði, hvat merkir tað fyri teg?

Hvørt barn, hvørt ungfólk ella vaksin hevur í sjálvum sær líka stórt virði sum øll onnur. Hetta virðið hevur einki at gera við avrik, tign ella eginleikar, men bara tað, at tú ert eitt menniskja. Rættvísi ræður, tá ið hvør tann einasti fær møguleikar at menna seg sum mest eftir sínum fortreytum.

Børn við skerdum virkisføri hava egin rættindi í bæði landsins og altjóða sáttmálum. Tað snýr seg um at tryggja, at hesi rættindi verða hildin. Tað snýr seg eisini um at síggja hvørt barn sum eina serstaka veru, sum einstakling.  Øll menniskju, uttan mun til førleika, hava eina innaru glóð og ein longsil eftir at royna at skapa meining. Tað gert tú við tínum íborna virksemi og skapandi gávum. Fær barnið ella tann ungi luft undir veingirnar, og tá meini eg við, at tey eru í umhvørvi, sum gevur íblástur, stuðlar og vegleiðir, kunnu tey røkka hæddum, eingin hevði hugsað sær. Øll skulu fáa somu møguleikar – men summum tørvar meiri luft undir veingirnar enn øðrum fyri at kunna flúgva.

Í Noregi  verður Karlstadmodellið nógv nýtt til børn við Downs syndromi, hvønn heldur tú, Karlstadmodellið er egnað til?

Karlstadmodellið er egnaður til øll, sum hava tørv á málsligum venjingum, uttan mun til aldur, diagnosu, kyn ella uppruna. Tað er málsligu trupulleikarnar, tað snýr seg um. Avbjóðingin er at skapa læruhættir, sum hóska til innaru og ytru fortreytirnar hjá einstaklinginum. Eg leggi dent á, at allir einstaklingar eru serstøk við sínum egnu læristílum, royndum og drívmegi. Tí má málsliga venjingin fara fram á ymiskan hátt hjá ymiskum menniskjum og taka støði í gerandisdegnum hjá tí einstaka og virkseminum hjá honum. Tað er ongantíð ov tíðliga at byrja at venja málið, og tað er ongantíð ov seint!

 ---

Iréne Johansson hevur arbeitt sum lektari, fyrstiamanuensis og professari í fonetikki og sernámsfrøði við universitetini í Umeå, Bergen, Tróndheimi, Gøteborg og Karlstad. Hon hevur verið granskari við Karolinska Universitetssjúkrahúsið, Huddinge, og gransking hennara hevur verið í samstarvi við landsting og kommunur í Svøríki og statlige kompetansesentre (Statped) í Noregi . Týdningarmestu samstarvsfelagar hennara hava verið foreldur at børnum við virkistarni.

05.04.2018
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?