Kápan er steinprentið 'Farligt regn' sum yrkjarin og myndlistamaðurin sjálvur hevur umarbeitt til permumynd.

HIMNAHYLJAR - eitt Tóroddskt savn

Savnið er nummar 39 í bókarøðini frá Tóroddi. Kápan er steinprentið 'Farligt regn', sum yrkjarin og myndlistamaðurin sjálvur hevur gjørt um til permumynd. Á permuni regnar av grimd við bókstavunum, sum á sinni vórðu útihýstir úr føroyska stavraðnum. Og avgjørda mótmælisstøðan er rættiliga typisk fyri yrkjaran, men tað er allíkavæl eins og mýkist hvassi tónin av litríkt spælandi myndaframburðinum í sprækligu permuni.

11.05.2018
Sprotin
Bókaprát

Frá byrjan fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur Tað er annars so nógv frammi í løtuni við sjálvsævisøguligari lesingum, og eg hugsi eisini, at lesarin fleiri staðnum hómar persónin Tórodd í reglunum. Hetta eru í onkrum føri endurminningar frá trýssunum, tá hann og systirin, Annika, gleða seg, til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey at síggja sjónleikin Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri fínar yrkingar eru skrivaðar í barnahædd og geva innlit í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”.

"Veðrið eigur orð" - ella soleiðis ljóðar ein gomul regla hjá Tóroddi Poulsen. Veðrið hevur yvirhøvur ein rættiliga týdningarmiklan leiklut í yrkingunum og ofta er tað nokk so ófýsið við vindi og regni - útgangsstøðið hjá yrkjaranum er føroyskt, og hetta ávirkar eisini poetiska veðrið. Yrkjaraegið finst at málsligari purismu, men dámar allíkavæl betur føroyska bátin enn glastrevjabátarnar á flatskattabrúnni. 

Byrjað verður við eini smidligari, slingrandi vikuskiftisyrking, hvørs skap samsvarar innihaldinum. At yrkja og at skapa eru enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara angist fyri at siga tað, vit í roynd og veru meina, og til erkvisnar grannar, sum taka sær tikni av roykinum frá einum báli, tí tað fær teirra klæði á snórinum til at lukta av royki. Politikaraandstygdin stendur við og versnar: “tinghúsið líkist ikki bara/ eini heimamissiónskari lagkøku/ við gamlamanna sukursjúku/ og alzheimer/ men eisini einum gleðihúsi/ har hugsjónarleys tólmenni/ selja høvd og reyv/ fyri onkra atkvøðu.” Funnist verður somuleiðis at mátanum, vit ovurtroyta náttúrutilfeingi nú sjálvt aldan er farin at ræðast grammleikan hjá íbúgvunum í landinum:


 
og hvat skal
skipið eita
sum skal sigla
millum hesar
navnleysu havnir
skal tað spilla ongan
ella skal tað uppkallast
eftir sínum upphavi
stálinum
ella eftir alduni
sum ikki tordi
at nærkast landi
tí hon ræddist fólkið
sum rópti neyðarróp
eftir havsins ríkidømi
sum ikki vildi vera tað
men bara svimja í frið
 
Tóroddur Poulsen er ein sannur meistari, tá tað kemur til at orða pregnantar reglur við týdningum, sum kunnu fara fleiri vegir. Tað er honum so líkt at velja ein tekst til endayrking, sum er full av byrjan, av vón og av vanda: “okkurt/ nýtt/ sum ikki/ skal sigast/ men síggjast/ hóttir/ sjónarringin”.

Samanumtikið eru vit við savninum Himnahyljar framvegis á teirri poetisku ferðini, sum Tóroddur Poulsen setti sjøtul á í 1984 við fyrsta savninum, Botnfall.

Hetta poetiska universið er so serstakt og so mikið homogent og heilskapað, at mann freistast at gera sum ein annar aldhugaður ummælari og kalla Himnahyljar fyri eitt Tóroddskt savn. Og sum vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”.

Savnið er 94 síður við góðum yrkingum, av abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli og uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið. Her er náttúrualskin økokritikkur, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt púra vektleysar yrkingar, sum upploysast og hvørva.

- Kinna Poulsen

11.05.2018
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?