Kærleiki og kuldi

Í grundini snýr skaldsøgan “Kærleiki” eftir Honnu Ørstavik seg ikki um kærleika – heldur um vantandi kærleika í uppvøkstrinum ella longsil eftir kærleika.

31.05.2018
Sprotin
Bókaprát

Jón og móðir hansara, Vibekka, eru nýliga flutt til eina bygd í Norðurnoregi. Vetrardagur er, og kvøldið fyri 9-ára føðingardagin hjá Jóni.

Móðir og sonur fara út á hvør sítt ævintýr hetta kvøldið – øll bókin fer fram eina einstaka nátt… Vibekka fer á bókasavnið at bera bøkur aftur og læna sær eina skaldsøgu ella báðar tvær afturat, men bókasavnið er stongt, og hon endar á villinigøtum saman við einum manni.
 
Jón fer út at selja lutaseðlar til frama fyri ítróttafelagið, og hann veit ikki betur, enn at Vibekka er farin út at keypa tilfar til føðingardagskøkuna. Hann heldur seg síðan burtur, so at hon skal fáa frið at baka... Men hon bakar onga føðingardagskøku. Hon hugsar meira um neglalakk og fremmanda mannin.

Hanne Ørstavik er kend fyri at lýsa torførar støður við smáum ábendingum, so at tú varnast, at okkurt ruggar ikki rætt, væl áðrenn tú kemur til avdúkingarnar.

Skaldsøgan KÆRLEIKI er komin út á 22 tungumálum. Nýliga kom hon út í USA, har sjónvarpsdrotningin Oprah Winfrey (oprah.com) hálovar henni: ”Kærleikin kann broyta alt. Og tað ger henda sterka, hegnisliga og vakurt skrivaða skaldsøgan… Tað, sum tú væntar fer at henda, hendir ikki – og tað, sum hendir, nítur teg í hjartað”, verður m.a. sagt um bókina, sum er metsølubók hjá norska upprunaforlagnum.

Í norska Dagbladet varð bókin kosin ein av bestu 25 skaldsøgunum á norskum seinastu 25 árini. Nærri upplýsingar her:
http://www.oprah.com/book/books-for-a-holiday-weekend-love?editors_pick_id=72414
  
 “Jón er turrur í munninum, tá ið hann vaknar. Ljósið í kamarinum er tendrað. Hann setist upp undir seg. Gentan liggur í hinari songini. Hon má eisini vera sovnað, hugsar hann. Hann stígur eitt fet yvir at song hennara og verður standandi og hyggur. Hon hevur drigið seingjarteppið yvir kroppin og heldur tí við høgru hond undir høkuni. Hann nertir við hana. Hondina. Húðin í andlitinum er sløtt og heit. Hárið á henni er næstan líka ljóst sum hansara. Tað er vorðið eitt sindur purlut í pannuni av sveitta. Hann hoyrir eitt dikkandi ljóð, hann lítur uttan um seg. Tað er bandspælarin, sum stendur á play, og bandið er liðugt. Hann støðgar tí við einum fingri. Veggirnir í kamarinum eru málaðir bleikt appilsinlittir. Yvir songini hongur ein plakat. Hon vísir nøkur stór leyvtrø, og millum teirra eina rás, sum gongur inn í skógin. Við høvdalagið hongur ein lítil krossur, og við gardinurnar nakrir prýðislutir á einum nagla, hann sær eitt lítið hjarta úr gráum steini í einum tveingi. Onkur hevur límað klistrimerki á seingjargrindina. Á gólvinum millum sengurnar liggja nøkur teknisøguhefti. Jón bukkar seg niður og hyggur at forsíðunum, hann finnur nøkur, hann ikki hevur lisið. Hann setur seg á gólvið og blaðar í teimum, meðan hann bíðar eftir, at hon skal vakna…”

---

Les eisini greinina Skaldsøgan Kærleiki tekur fólk av bóli

Bókin kostar 198,- og kann keypast her

31.05.2018
Sprotin
Bókaprát

More articles