Freistin er um at vera úti

Freistin at lata handrit inn til skaldsøgukappingina er 1. september.

21.08.2018
Sonja Kjølbro
Ymist

Nú nærkast tíðin, tá ið skaldsøgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið saman við Sprotanum skipar fyri, skulu latast inn. Seinasta freist er 1. september
 
Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum, leygardagin 24. novembur, fær 100.000 krónur umframt útgávusáttmála við Sprotan.
 
Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður á 2.000 eindir við millumrúmi.
 
Bókhandlarnir og forlagið eru samd um, at ov lítið kemur út av upprunaligum føroyskum skaldskapi, og tí kunngjørdu Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum og Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum kappingina á Mentannarnáttini í Havn í fjør.
 
Teir føroysku bókhandlarnir eru H.N.Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.
 
Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til bokhandlarafelag@gmail.com og vera merkt  “skaldsøgukapping”.  

Í dómsnevndini eru fimm fólk: Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Bergur D. Hansen.
 
Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøgurnar.
 
Onkur handrit eru komin inn, og hóast væl er útliðið, minnir bókhandlarafelagið á, at enn ber til at vera við í kappingini um skaldsøguna. Freistin er sum nevnt tann 1. septembur 2018.

21.08.2018
Sonja Kjølbro
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?