Oddfríður og Rannvá beint eftir handanina

Oddfríður vann skaldsøgukappingina

Føroyskur skaldskapur hevur við hesi vinnaraskaldsøguni fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, sum okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba.

27.11.2018
Sprotin
Bókaprát

Men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst, og sum hevur sannført dómsnevndina. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn –hon er eisini so sera týdningarmikil at eiga á føroyskum máli.

Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøguna til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men heldur fær hug til at lesa umaftur.

Rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin stríðist við at skilja tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið situr eftir. Tí hvør eri eg, tá ið makin orsakað av sjúku broytir persónsmensku? Og hvør er makin tá? Og hvussu kann ein fóta sær aftur aftaná?

Tað er henda torføra og til tíðir vónleysa leitanin eftir orðinum, ið skaldsøguni eydnast at lýsa til fulnar. ‘Orðið’, sum kann hjálpa okkara høvuðspersóni at rúma og yvirliva samanbrestin og stríðið við deyðan. ‘Orðið’, sum kann forloysa, sum kann linna, sum kann ugga, sum kann geva tilveruni eina meining og eitt virði aftur.

Og tað er aftur hetta, ið okkara høvuðspersónur skal loysa við at skriva seg gjøgnum sorg, miss, sakn - líkasum rithøvundurin ger tað. At seta orð á okkara innara mál og gera tað subjektiva í einari vónleysari støðu atkomuligt hjá lesaranum fyri at vísa á, at mínar kenslur eru felags kenslur, sum vit ikki skulu skammast við.

Ein tílík søga kann lættliga gerast alt ov sentimental og døpur. Evnið er ikki til at fara skeivur av. Men her vísir skaldsøgan alla tíðina eitt yvirskot. Hóast søgan er døpur, so er hon ikki deprimerandi ella svartskygd. Og sentimentaliteturin verður alla tíðina skotraður burtur av einum áhugaverdum og sannførandi høvuðspersóni, ið veruliga roynir at fáa tamarhald á sær sjálvum og sínum lívi aftur.

Skaldsøgan, ið dómsnevndin hevur valt sum besta handrit í skaldsøgukappingini 2018, er ótrúliga rørandi, skelkandi, syrgilig, bersøgin, realistisk, lívsjáttandi og ikki minst aktuell.

Vinnarin av skaldsøgukappingini 2018 er: Ikki fyrr enn tá

- Dómsnevndin

27.11.2018
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?