Hjartaliga vælkomin at sprota í 2019 og royn teg sum sprotari eina ferð um mánaðin.

Dámar tær væl at sprota?

Einir 300 føroyingar klikkja seg dagliga inn á "Dagsins orð". Summir lærarar taka orðini upp í tímunum og royna at økja orðatilfeingið við hesum orðum.

10.01.2019
Sprotin
Ymist

Orðini eru sjaldsom og koma ikki fyri í dagsins tekstum, men tey eru mangan ógviliga neyvar lýsingar av føroyskum viðurskiftum. Áhugaverd orð at nýta í serligum tekstum og at taka til.

Fyri at fáa uppaftur meira forvitnisligt undirhald burtur úr orðunum fara vit nú eina ferð um mánaðin at skipa fyri eini kapping, sum vit kunnu royna minnið við.

Spurt verður um fuglar, djór og annað úr alfrøðini, sjaldsom orð og serligar orðingar.

Fýra svarmøguleikar eru, og svarini geva tær stig. Tú verður sostatt vigaður eftir, hvussu íðin sprotari, tú ert, eina ferð um mánaðin. 

Hjartaliga vælkomin at sprota í 2019 og royn teg sum sprotari eina ferð um mánaðin.

ROYN OKKARA FYRSTU SPURNAKAPPING HER

 

 

10.01.2019
Sprotin
Ymist

More articles