Aftur í ár slær orðabókanýtslan met. Slakir 520.000 brúkarar hava sprotað í 2018.

So nógvar sprotingar hava ikki verið áður

Tá ið hagtølini fyri fyrrárið vórðu gjørd upp, høvdu vit tikið øll met og væntaðu, at nú var loftið nátt. Men gakk – aftur í ár slær orðabókanýtslan met. Slakir 520.000 brúkarar hava sprotað í 2018.

09.01.2019
Sprotin
Ymist

So løgið, tað ljóðar, er sagnorðið at síggja mest klikta orðið. Vit gita, at tað er, tí at fólk ikki vita, um ð skal vera í tátíð í feirtali – vit sóðu ella sóu?

Leitað verður mest í FØ-FØ. Umframt at eftirkanna stavseting, leita fólk dúgliga í bendingamynstrum.

Eisini ivast brúkarar í, hvussu mansnøvnini Tróndur og Øssur verða bend. Eitur tað hjá Trónda ella Tróndi? Síggi eg Øss ella Øssur? Eri eg hjá Øssi ella Øssuri. Áhugaverdir spurningar, sum fólkvilja hava greiðu á.

Vilt tú síggja fleiri hagtøl? Trýst her

Vilt tú royna okkara spurnakapping? Trýst her

09.01.2019
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?