Hann dugir at skriva søgur, sum raka teg, sum fáur annar. Og tað liggur so nógv eftir.

Haruki Murakami

Tað er trupult at skilja ímillum rithøvundin, Haruki Murakami, og høvuðsmenninar í hansara bókum. Tá ið tú lesur hann, verður tú drigin inn í hansara heim.

05.02.2019
Sprotin
Bókaprát

Hann hevur sín heilt serliga stíl, har vit heilt nátúrliga kunnu fara ímillum ymiskar heimar. Har er einki mark ímillum tað nátúrliga og tað ónátúrliga.

Sunnanvert markið og vestanvert sólina er ein stutt skaldsøga, afturímóti nógvum øðrum skaldsøgum hjá Murakami. Góð at byrja við at lesa hann. Hann dugir sera væl at lýsa nærveru, eydnu, trupulleikar, alt , sum er við í einum nátúrligum lívi.
 
Tá ið eg tosi um at renna, sigur Murakami vera sínar endurminngar, og hann sigur, at tað hevur staðið á hjá sær at skriva hana. Hevur tikið honum nógv ár. Hjá honum liva renningin og skrivingin av hvørjum øðrum og halda hann treystan.
 
Hann dugir at skriva søgur, sum raka teg, sum fáur annar. Og tað liggur so nógv eftir.

---

Hós 14. februar 2019, kl. 17.00 verður ókeypis tiltak í Norðurlandahúsinum: Eitt kvøld í heimi Haruki Murakamis
 

05.02.2019
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?