Tú ert hjartaliga 欢迎 í Reinsaríið fríggjadagin kl. 16-18

Kinesiskar orðabøkur út á Sprotanum

Fríggjadagin 1. februar kl. 16 leggja vit heimsins fyrstu kinesisku/føroysku orðabøkur fram!

28.01.2019
Sprotin
Ymist

Hetta er fyrsta stig, og bøkurnar verða tá almennar sum hinar á Sprotanum. Síðan heldur arbeiðið fram, og bøkurnar fara at vaksa, sum tíðin líður.

Vit settu okkum sum mál at náa tað, ið svarar til HSK 3, sum er ein altjóða førleikaroynd fyri útlendingar, ið læra seg kinesiskt. Skipanin er í seks stigum, og hildið verður fram við næstu stigunum beinanvegin. Skriftmálið, sum nýtt verður í bókunum, er ikki siðbundið kinesiskt, men einfaldað, sum verður mest nýtt nú á døgum. Ritstjórar eru Kimberly Joy Go Elambo, Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá.

Vit seta serligan kinesiskan dám á Reinsaríið fríggjadagin:

  • Umboð fyri kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn verða við
  • Ritstjórarnir og umboð fyri Sprotan leggja fram
  • Magni Arge, sum virkar fyri sambandinum millum Kina og Føroya, fær orðið
  • Kári Sverrisson og Hans Jakku Kolslíð standa fyri tónleikinum

Gundur Fossdal á Hotel Føroyum ger okkurt gott til góman. Øl, vín og kaffi fæst til keyps afturvið.
 
Vit høvdu verið ógviliga fegin um at sæð tykkum til framløguna, nú vit taka fyrsta stigið at knýta málslig og mentanarlig bond millum tvær fullkomiliga makaleyst ymiskar mentanir.

Tú ert hjartaliga 欢迎 í Reinsaríið fríggjadagin kl. 16-18

28.01.2019
Sprotin
Ymist

More articles