Tveir, sum hava sett varandi spor í føroyska mentan

Annar hevði verið 100, hin 200. Báðir framvegis ljóslivandi í sínum andans verkum. Orð og tónar 21. mars verður um Regin Dahl og Hammershaimb saman við kórinum Tarira.

12.03.2019
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Próstasonurin Regin Dahl hevði nú verið 100 ár. Hann endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga, og útlegdin formar hann sum menniskja og listafólk. Hann kvøður um tann horvna heim, hann sum barn og ungur livdi, men sum brádliga hvarv og ongantíð kom aftur.
 
Heimurin, ið hvarv er ein ferð niður í søguna um okkum, tjóðskapartilgongdina og samleikamenningina.
 
Løgmanssonurin Hammershaimb hevði nú verið 200 ár. Tá ið hann sum gamal maður kveitir aftur um seg og lýsir ta leið, hann hevur gingið, lýsir hann eitt lív, sum hevur verið fjølbroytt, forvitnisligt og áhugavert.
 
Sum ungur læt hann sær ikki lynda, at hansara egna móðurmál skuldi verða fyri vanbýti í einari danskari skúlaskipan, ið smoygd varð niður yvir fólkið. Haðan byrjar tann áhugaverda ferðin.
 
Skráin:

  • Sjúrður Ravnsfjall bjóðar vælkomin.
  • Sissal Kampmann tosar við Knút H. Eysturstein um nýggju bókina “Heimurin, ið hvarv – útlagna tónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin”.
  • Kórið Tarira syngur
    Steðgur. Barrin er opin og høvi verður at keypa bøkur fyri serligan framløguprís.
  • Jákup Reinert Hansen, prestur, lektari á Fróðskaparsetrinum, fer at hugleiða um V. U. Hammershaimb, nú savnsritið “Nakrir tættir úr lívi V. U. Hammershaimbs” kemur út.
  • Kórið Tarira syngur. 

---

Orð og tónarer er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20 til á leið 22 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.
 
Kom oman á Reinsaríið hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið
 
 

12.03.2019
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

More articles