Ikki fyrr enn tá: Ein tiltrongd søga

Vinnarin av skaldsøgukappingini hjá Bókhandlarafelagnum er júst útkomin í ritstjórnaðari útgávu. Talan er um tiltrongda samtíðarskaldsøgu, sum lýsir eitt evni, ið okkum tørvar at fáa lýst. Og so meistrar hon so væl kynstrið at danda á eggini millum beinharða sosialrealismu og lýrikk, kryddað við surrealistiskum snildum.

07.03.2019
Eilen Anthoniussen
Bókaprát

Í Ikki fyrr enn tá verður eitt evni viðgjørt, ið inntil nú ikki hevur fingið rúmd í føroyskum bókmentum. Yvirskipaða evnið, krabbasjúka, førir lesaran í fyrsta lagi gjøgnum máttloysi, sorg og vreiði hjá høvuðspersóninum, ið er avvarðandi og eygleiðari frá fyrstu parkett. Í øðrum lagi fær lesarin innlit í sjúkugongdina hjá eini kvinnu við ólekjandi krabba og ferð hennara gjøgnum slítandi sjúkuviðgerð, føroyska sjúkrahúsverkið, viðgerð uttanlands osfr. Ein uppliving, ið tey fæstu ynskja sær. Og eitt sjáldsamt innlit fyri tey, ið ongantíð hava havt sjúku og heilsuverk so ræðandi nær lívinum.
 
Elsa og Janus royna at halda lív í gerandisdegnum, eftir at sjúkan hjá Elsu er farin at gera um seg. Tey búgva í egnari íbúð, tey hava hund, sum skal luftast hvønn dag. Hon er givin við at arbeiða, og hann noyðist skjótt at gevast, tá hon ikki kann vera einsamøll við hús. Tey royna at halda lív í gerandisdegnum, tey fara til handils, ganga túrar, nógv tíð fer við at hyggja út gjøgnum vindeyga við útsýninum yvir Havnina.
 
Elsa gerst alsamt sjúkari, og Janus gerst alsamt meir ráðaleysur. Hann berjist eisini eitt annað stríð. Hann stríðist við ein tosta, sum hann hevur lovað Elsu ikki at stilla aftur. Jú meira sjúkan hjá Elsu versnar, jú tystari verður Janus.

Við Elsu og Janusi sum høvuðspersónum og Janusi sum frásøgufólki, verður niðurbrótingin av einum menniskja sett í spæl. Ein niðurbróting, ið bert fólk, sum hava verið í støðuni, kenna. Pínufullar støður. Tá tann sjúka ikki longur er før fyri at taka sær av sær sjálvari. Tá hon ikki longur veit, hvussu gerandislutir eita. Tá hon fær kropslig herðindi, krampar, tosar svart. Tá fólk, tey kenna, fara tvørtur um vegin, tá tey síggja tey koma gangandi. Og so er tað samlívið. Er tað í lagi ikki at hava hug at vera saman kynsliga, tá tín maki er so viðtikin av sjúku?

Við og uttan Elsu
Ikki fyrr enn tá er býtt í tveir partar. Janus við Elsu og uttan Elsu. Meðan fyrsti partur er ein kronologisk frásøgn um sjúkugongdina hjá Elsu, er seinni partur ein viðgerð av tí eftirfylgjandi sorgini og einseminum hjá Janusi. Tað kann tykjast, sum talan er um brádligt sjangruskifti, tá ein óvæntaður persónur kemur inn í søguna. At vit flyta okkum frá sosialrealismu til surrealismu. At nýggi persónurin er meir ein ímynd enn ein veruligur persónur í søguni. Ein frelsandi ímynd, ið høvuðspersónurin so brennandi eltir í øllum sínum vónloysi. Hesin fremmandi persónurin kundi umboðað ein dreym ella eitt ynski um at hava onkran í sínum lívi. Ein, sum ikki mutar ímóti ella setir spurningar.
 
Men her er tað, at drúgvu ritroyndirnar hjá høvundanum koma skaldsøguni til góðar. Líka sum høvundurin sjálvur, er høvuðspersónurin royndur yrkjari. Mátin, hann stýrir fram í lívinum, er við at seta orð á sínar kenslur og tankar. Tá alt tykist vónleyst, missur hann sína styrki, sum pennurin so ofta hevur givið honum. Og í her er tað, at fremmanda veran kemur til hjálpar – ikki ítøkiligu persónarnir sum Elsa ella stjórin, sum alla tíðina eggja honum til at skriva, men nakað heilt nýtt og fremmant.
 
Eg skal viðganga, at brotini, har høvuðspersónurin týðir til poetiskar lýsingar av einari støðu, kann tykjast langdrigið. Mátin, hann sigur tað sama á tveir-tríggjar mátar, kunnu tykjast óneyðugt. Men í og við at høvuðspersónurin eisini er høvundur, verður framferðarhátturin rættvísgjørdur. Og tí riggar tað. Tað hevði ikki riggað, um talan var um bankastjóra, skipara ella ein asfaltarbeiðara.
 
Eg eri fegin um hesa bókina av fleiri ymiskum orsøkum. Hetta er ein samtíðarskaldsøga, ið vit síggja ov lítið til í føroyskum bókmentum. Hon lýsir eitt evni, sum vit hoyra ov lítið til, og sum á nógvar mátar er tabuiserað og fremmandagjørt. Her hugsi eg um, hvussu heilsuverkið møtir sjúklingum við øllum sínum diagnosum, prognosum, viðgerðarætlanum, heilivágsheitum osfr. Hvussu er at liva saman við einum deyðsjúkum? Hvat er tað rætta at gera og halda, tá tann avvarðandi kennir seg máttleysan, og tann sjúka stríðist við deyðsangist? Lýsingarnar av sjúkuni eru ráar og brutalar – og so ómetaliga væl greiddar. Hóast evnið er tungt, er skaldsøgan søgd við einari frástøðu, ið gera søguna realistiska. Stílurin er stuttorðaður, minimalistiskur kanska enntá kaldligur, leysur av stóru kenslulýsingunum.
 
Skaldsøgan er drivin fram av einum sannførandi frásøgufólki, ið ber søguna trygga í mál. Gjøgnum høvuðspersónin síggja vit okkara høvuðsstað lýstan sum fjølbroytt leiktjald. Plantasjan, Reyni ella miðbýurin eiga onga rúmd her. Í staðin flyta vit okkum fyri fyrstu ferð inn í eitt heilt nýtt betongkent íbúðarøki í býnum, har vit hava grannar í somu uppgongd, og bussleiðin er eitt neyðugt amboð fyri at koma aftur og fram. Soleiðis leggur ein stórbýardámur seg yvir skaldsøguna.
 
Ikki fyrr enn tá er ein bók, sum fakfólk innan sjúkrahúsverkið, avvarðandi og mentanaráhugaði kunnu finna gleði í. Vónandi er hetta bert ein av fleiri samtíðarskaldsøgum, vit kunnu gleða okkum til at síggja.

Skrivað: Eilen Anthoniussen

07.03.2019
Eilen Anthoniussen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?