Jákup er einasti føroyski týðari, sum hevur fingið sær tað starvið sum livibreyð.

Týðarin Jákup í Skemmuni og "Út at stjala ross"

ÚT AT STJALA ROSS, sum Jákup í Skemmuni týddi í 2006, verður sýndur í Filmsfelagnum í kvøld kl. 20

23.10.2019
Sprotin
Bókaprát

Týðarin Jákup í Skemmuni við dópsnavninum Jákup Pauli Christiansen er føddur 27. okt. 1951 suðuri í Vági. Júst 12 ára gamal kom hann í Traðir heima á Sandi, har hann vaks upp hjá bóndahjúnunum Annu og Jóhan Sandoy.

Fór á Føroya Fólkaháskúla, í realskúla í Hoydølum og gekk á blaðmannalinjuni á Nordiska Folkhögskolan í Kungälv í Svøríki. Seinni las hann norrønt á Lærda háskúlanum í Odense og leyk cand.phil.-prógv í norrønum málum og bókmentum.

Síðan fyrstu týðingar hansara stóðu í tíðarritinum Glugganum síðst í sekstiárunum, hevur Jákup týtt stívliga 200 bøkur til føroyskt, serliga úr svenskum og norskum, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, stuttsøgur og skaldsøgur og aðrar bøkur og gjørt týðingarstarvið til sítt yrki.

Eitt nú hevur hann føroyskað

  • Selmu Lagerlöf: Gösta Berlings søgu og Keisaran av Portugáliu
  • Per Petterson: Út at stjala ross
  • Knut Hamsun: Sveimarar
  • Torgny Lindgren: Vegurin hjá ormi yvir klettin og Humluhunang
  • Svenskar stuttsøgur 1-2 eftir 24 svenskar rithøvundar
  • P.A. Fogelström: Summarið við Moniku
  • Sven Delblanc: Lívsins aks
  • SJÓN: Skugga-Baldur og Mánasteinur, drongurin, ið aldri var til

Yvirlit yvir flestar av týðingunum er at finna á rit.fo (Sjá undir limir).

Frá 1973-76 var hann blaðmaður á FJÚRTANDA.

Jákup fekk í 1994 eitt sokallað premium frá Sveriges Författarfond fyri at týða svenskar bøkur til føroyskt, og stutt eftir tað læt sami grunnur honum eitt árs översättarstipendium. Mentanargrunnur Landsins hevur játtað týðingarstuðul til onkra einstaka bók, men ongantíð starvsløn.

Tað hevði verið tómligt við skaldsøgum á føroyskum á hillunum, høvdu vit ikki bøkurnar, sum Jákup í Skemmuni hevur týtt millum ár og dag. Men synd er at siga, at hann hevur fingið stórvegis viðurkenning frá føroyskum mentanarmyndugleikum fyri sítt drúgva arbeiði fyri at flyta allar hesar tekstir inn í føroyskt.

Jákup er einasti føroyski týðari, sum hevur fingið sær tað starvið sum livibreyð. At skarin ikki veksur kemst av tí, at játtanirnar til føroyska mentan eru alt ov smáar, sama hvør ið hevur mentamál um hendi. Við tí politiska hugburði, ið er til mentan, skal meginparturin av hesum starvi vera itriv og ískoyti til okkurt “veruligt” arbeiði. So stutt eru vit komin. Mentanarligt arbeiði er fyri stóran part framvegis hjáputur.

Í øðrum londum er tað stór vinna, sum kastar nógv av sær.

Seta vit einki við – og tað gera vit ikki við teirri løn, týðarar fáa - og lata vit týðingararbeiðið fána burtur, gera vit feigdina um okkum.

---

"Út at stjala ross" í Filmsfelagnum í kvøld kl. 20

Eins og skaldsøgan hevur fingið hópin av virðisløninum, hevur nýggi filmurin, sum Moland hevur gjørt úr søguni, fingið virðisløn í Berlin og fimm virðislønir á altjóða filmsstevnu í Haugesund í Noregi.

Filmurin er eisini millum teir úrvaldu, sum European Film Academy hevur skotið upp sum teir bestu í ár. 



Um bókina 

Út at stjala ross er metsølubókin hjá norska Per Petterson.

Summarið 1948 búgva Tróndur og pápi hansara á einum ærgi við eina stóra á tætt við markið til Svøríkis. Tað er eitt summar við skóghøgging, timburfloyting, rossum, hoygging, hita, regni, villum dreingjaleiki og kæti í búningarárunum - og tí døkka dáminum av deyða og sviki og forbodnum kærleika. Tróndur er fimtan. Tað, sum hann upplivir hesar summarvikurnar, kemur at merkja hann alt lívið.

Stívliga fimmti ár seinni flytur hann inn í eina fjarlagda, lítla smáttu við eitt vatn saman við hundi sínum. Her roynir hann at skapa sær eina nýggja tilveru, langt burtur frá lívinum sum býarbúgvi og fyritøkumaður. Dreymur hansara hevur altíð verið at búgva á plássi sum hesum. Næsti granni hansara her vísir seg at vera ein annar vongskerdur, gamal maður, ein, sum hann kendi fyrr, og sum hann noyðist at taka støðu til.

Summarið 1948 fer so smátt at plága hann - og kanska er tað ov seint at sættast við tað farna.

Bókin kostar einans 198,- og kann keypast her

23.10.2019
Sprotin
Bókaprát

More articles