"Leitanin eftir at vera" verður sýndur á Tjóðpallinum í hesum døgum. Ein framúr leikur. Tjóðpallur Føroya

Hol er sett á svullin

'Leitanin eftir at vera' setur hol á svára svullin, sum sálarsjúka er, og sum trívist so væl millum okkum, men sum vit eru so bangin fyri at seta orð á. Tað vildi Katarina Nolsøe gera nakað við, og tað ger hon við yrkingum og tekningum, sum lýsa hennara egnu upplivingar av tunglyndi.

11.04.2019
Eilen Anthoniussen
Bókaprát

Á Tjóðpallinum kanst tú tú um dagarnar vera vitni til eina sjáldsama uppliving. Tað er ein leikur, sum við hjálp av tragikomikki fortelur eina sanna søgu um tyngstu tíðina í lívinum hjá høvundanum.

  • Leikurin vísir, hvussu ringt eg hevði tað, meðan eg var í og kom úr eini djúpari psykosu.Men talan er um ein sjúkan persón og ikki mínar persónligu upplivingar, hóast hann er bygdur á upplivingar hjá mær. Í leikinum hava vit brúkt nøkur snildi til at fortelja søguna, sum lýsa, hvussu eg hevði tað. Tað er ein útlevering av mær sjálvari, ja, og tað geri eg gleðiliga, tí hetta er eitt tabumerkt evni.  

Leikurin er bygdur á hennara yrking Leitanin eftir at vera, ið sum nevnt snýr seg um hennara persónligu ferð aftur úr lammandi psykosuni. Katarina gjørdist sjúk av tunglyndi í 2006. Tað byrjaði við, at hon misti svøvnin, og ein av avleiðingunum var, at hon var innløgd og mest sum burturi í tvey ár. Síðani útskrivingina hevur hon klárað seg við hjálp og stuðli frá familju, vinum og starvsfólkum á Psykiatriska deplinum. So hvørt sum hon føldi seg betur, hevur hon havt eitt ynski um at sleppa at fortelja um sína sjúku.

  • Eg vil vera opin um hetta, og eg hevði eitt ynski um at gera eina bók um evnið. Tí tað eru so nógv, sum líða undir sálarligum sjúkum sum hesum. Tað hevur tikið mær langa tíð at koma her til, men eg eri so glað um endiliga at vera komin her til.

Hon greiðir frá, hvussu hon í 2016 byrjaði at skriva og tekna.

  • Hetta er fyrstu ferð, eg havi skrivað nakað, sum hetta. Tað komst av, at eg í 2015 byrjaði at tekna aftur, eftir at eg ikki hevði gjørt tað í meir enn tretivu ár. Eitt ár seinni fekk eg hug til at úttrykkja meg í orðum og byrjaði at skriva. Í fyrstani vóru tað langir tekstir, sum eg so kókaði niður til eina yrking, og tá byrjaði eg at síggja tekstin sum ein intensan monolog, og hugurin at vísa tað sum sjónleik vaks. Onkuntíð er teksturin sprottin úr tekningunum, og onkuntíð eru tekningarnar sprotnar úr tekstinum, og sjálvandi hevur hendan tilgongdin eisini verið terapeutisk, uttan at eg gav mær far um tað tá.

Talan er ikki um yrkingasavn, men eina langa yrking í 12 pørtum. Sjálv yrkingin er samansett av einum ítøkiligum lagi og einum meir háfloygdum lagi. Hetta er eitt púra tilvitað val frá høvundan. Tað er umráðandi at ítøkiliggera evnið, samstundis sum rúm skal vera fyri tulking. Talan er um eina 2. persóns frásøgn, ið vendir sær til lesaran ella til tín, sum situr í salinum, nevniliga fyri at gera frásøgnina so beinleiðis og persónliga sum gjørligt.

Vit hitta frásøgufólki frá fyrstu reglu í fyrsta parti av yrkingini, sum hevur fingið heitið “Endin á byrjanini”. Heitið sipar til tíðina, tá frásøgufólkið spakuliga byrjar at koma burtur úr psykosuni, sum hevur havt ræði á henni so leingi. Hon byrjar at sansa umhvørvið og persónarnar rundan um seg aftur. Harímillum børnini. Í fyrsta umfari er tað dult fyri lesaranum, hvat sipað verður til, tá sagt verður: “Pínuna við ongum andliti og sára skugganum”. Seinni fær hendan pínan andlit.

  • Í fyrsta umfari merki eg eina pínu, sum eg ikki veit, hvat er. Men so vakni eg meir og meir og síggi, at pínan er børnini, sum eg forsømi. 

Vit fylgja frásøgufólkinum og hennara stríði fyri at koma aftur til gerandisdagin. Hon skal læra so nógv av nýggjum. At vera millum fólk, at tosa, at brosa. Hon hevur eitt brennandi ynski eftir at duga at flenna aftur.
 
Deyðin er eisini til staðar í tilvitskuni hjá frásøgufólkinum. Hann er lokkandi og óræðandi, hóast talan ongantíð hevur verið um sjálvmorðstankar- ella royndir. Heldur er tankin borin uppi av ynskinum um onkursvegna at hvørva.

  • Tað skal skiljast soleiðis, at tann stóra skuldarkenslan, eg hevði yvir fyri børnunum, gjørdi at eg helt, at familjan kláraði seg fínt uttan meg. At tað ikki var brúk fyri mær. Tað er jú absurd, tí eg kann ikki gera við, at eg havi verið sjúk, men tað er soleiðis, eg havi hugsað.

Tað er áhugavert at síggja, hvussu høvundin hevur sett orð og lýsingar í spæl á ein so øvugtan hátt, sum við setninginum: “Hjartaslátturin vil kvala teg”. Hjartaslátturin, sum vanliga er eitt tekin um lív, hóttir við at kvala frásøgufólki. Larmandi hjartaslátturin er í hesum føri ein lýsing av størsta óttanum hjá frásøgufólkinum.

  • Tað er svøvnloysið, ið er so óbehagiligt. Tú ynskir bara at sovna. Eg má barasta ikki missa svøvnin. Eg havi lært, at tað eru mátar at stýra hjartaslátrinum og soleiðis at halda angistinum burturi, men tað krevur ófatiliga nógva orku.

Í takt við at tokan kring frásøgufólkið lættir, minkar sandpappírið í munninum. Katarina greiðir frá, at tá ein tekur so nógvar tablettir móti tunglyndi, kemur ein serligur tosti, sum nóg illa kann stillast við vatni. Fyri frásøgufólkið er minkandi tostin eitt tekin um lækkandi nøgdir av tablettum, sum alla tíðina er endamálið. Tó hevur vegurin móti leking og færri tablettum ikki verið nøkur løtt ferð. Og tað verður lýst við eini so fínari javnvág av tí ítøkiliga og poetiska:
 
“Men tú reisist og skinklar út aftur á gøtuna. Tað knarrar í gamla viðinum.
Roynir aftur og aftur. Men myndin av royndini avskeplast.
Sansar ov seint, at tú missir samband við veruleikan”.
 
Brotið lýsir eitt seigt og drúgt stríð at koma upp í móti vatnskorpuni, sum ikki hevur eydnast uttan bakkast. Og frásøgufólkið má ásanna, at hetta ikki verður nakar beinur vegur fram á mál, heldur er hon sannkennandi um, “…at flóð og fjøra valda allar dagar”.
 
Góðir dagar skifta um við tyngri dagar, og her 13 ár eftir at hon misti svøvnin fyrstu ferð, gleðist hon um aftur at hava fingið tak í leiklutin sum mamma og maki. Yndislig er lýsingin av gleðini yvir endiliga at vera til staðar, har hon altíð hevur ynskt at verið:
 
“Góð kensla av í løtum at kunna vera mamma í núinum.
Góð kensla av at grógva undir liðini á lýsandi knøttinum,
sum einaferð mól við tyngdini av tær á bakinum”.
 
Sloyfa verður bundin um yrkingina við seinasta brotinum, sum hevur fingið heitið “Byrjanin til byrjanina”. Her síggja vit sama persón á einum heilt øðrum stað. Persónurin hevur lært seg meir enn at brosa – hon veit ikki av, fyrr enn hon flennir inniliga. Svøvnloysið er framvegis til staðar. Tó ikki sum tann alt oyðileggjandi óttin, men sum ein djevul, sum hvørja nátt svevur undir liðini á tær. Men nú hevur tú funnið styrki til at hyggja hann í eyguni.

---

Leitanin eftir at vera telur 52 blaðsíður og fæst til keyps á heimasíðuni hjá Sprotanum, í bókabúðunum og á Tjóðpallinum í sambandi við sýningarnar av leikinum. 

- Eilen Antoniussen

11.04.2019
Eilen Anthoniussen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?