Fuglafjørður hátíðarheldur Alexandur Kristiansen

Yrkjarin úr Fuglafirði, Alexandur Kristiansen, fyllir 70 ár tann 23. apríl. Hegnisliga og stillisliga hevur Alexandur Kristiansen laðað ein vakran varða. Hann hevur flutt bitar av øllum teimum viðgitnastu yrkingum í evropiskum og amerikanskum bókmentum inn í føroyskt. Frá Homer til okkara dagar. Hann hevur sáldað tað besta úr tí besta. Vit kunnu nú lesa allar hesar perlur á okkara egna máli. Tað, hann hevur gjørt, er einki minni enn eitt bragd.

20.04.2019
Sprotin
Ymist

Føðingardagurin verður hátíðarhildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týsdagin 23. apríl kl. 20. Fuglafjarðar kommuna skipar fyri hugnakvøldi við tónleiki, røðum og onkrum góðum til góma og háls.

Sprotin leggur fram stórt og vakurt savn við týðingunum. Verkið er 600 síður, innbundið. Tað verður selt fyri serprís føðingardagin, og høvi verður at fáa týðaran at skriva í.

Alexandur hevur á síni drúgvu yrkisleið sum orðasmiður fingið bæði Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs - enntá tvær ferðir-, men tann 23. apríl verður hann, sum sagt, fagnaður eina ferð enn.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna, at fólk møta fjølment og gera løtuna minniliga.

Skráin er henda:
- Sjúrður Ravnsfjall frá Sprotanum bjóðar vælkomin
- Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, hugleiðir um verkið
- Oddfríður Rasmussen tosar um týðingarnar
- Jógvan á Lakjuni hugleiðir um tekst og lag

Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal syngur og Bárður á Lakjuni fer at framføra tvey løg.

20.04.2019
Sprotin
Ymist

More articles