Orð og tónar á flaggdegnum

Heimslýrikkur og íslendsk krimi á føroyskum. Hetta verður yvirskriftin, tá ið Sprotin leggur tvær bøkur fram við Orðum og tónum á flaggdegnum kl. 20 í Perluni

24.04.2019
Sprotin
Orð og tónar

Tann 23. apríl, á føðingardegi Alexandur Kristiansens, kom stórverk út. Fjøtrað á flogi - Heimslýrikkur. Bókin, ið telur 600 síður, hýsir týddum lýriskum perlum gjøgnum sløk trý túsund. 

Bókin DNA eftir Yrsu Sigurðardóttir fekk Palle Rosenkratz-heiðurslønina í 2014 sum ársins brotsskaldsøga. Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldum óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg. Og nú ber til at lesa hana á føroyskum. Jákup Sørensen hevur týtt. 

Skráin verður hendan:

  • Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, fer at hugleiða um stórverkið, ið Alexandur Kristiansen hevur latið úr hondum og sum má metast sum ein sannur gripur.
  • Oddfríður Marni Rasmussen tosar um týðingarnar hjá Alexanduri.
  • Jákup Sørensen fer at hugleiða um tað at týða og nemur við bókina og krimiskaldskap sum heild.
  • Tónleikinum í kvøld skipar ein strúkarakvartett fyri. 

Kom oman í Perluna hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.

24.04.2019
Sprotin
Orð og tónar

More articles