Viðgitin fuglfirðingur fyllir 75
Víða gitni marglistamaðurin úr Fuglafirði - Frits Johannesen - fyllir 75 tann 22. mai.
Sprotin leggur fram nýtt verk við hansara myndlist, og Fuglafjarðar kommuna skipar fyri føðingardagskvøldi í Mentanarhúsinum.
Tiltakið byrjar kl 20, og øll eru hjartaliga væl komin at heilsa upp á Frits, njóta tónleik og røður og okkurt gott til góma og háls.
Skráin sær soleiðis út:
- Gentukórið syngur 3 sangir
- Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar Kommunu, ber Frits eina heilsan
- Jonhard Mikkelsen leggur bókina fram
- Hornorkestrið spælir 2-3 løg
- Odvør á Lakjuni ber Frits eina heilsan
- Og so okkurt óvæntað!
Bøkurnar eru til keyps, og Frits skrivar fegin í tær. Borðreitt verður við góðum bitum, onkrum drekkandi og góðum práti.