Viðgitin fuglfirðingur fyllir 75

Víða gitni marglistamaðurin úr Fuglafirði - Frits Johannesen - fyllir 75 tann 22. mai.

14.05.2019
Sjúrður Ravnsfjall
Ymist

Sprotin leggur fram nýtt verk við hansara myndlist, og Fuglafjarðar kommuna skipar fyri føðingardagskvøldi í Mentanarhúsinum.

Tiltakið byrjar kl 20, og øll eru hjartaliga væl komin at heilsa upp á Frits, njóta tónleik og røður og okkurt gott til góma og háls. 

Skráin sær soleiðis út:  

  • Gentukórið syngur 3 sangir
  • Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar Kommunu, ber Frits eina heilsan
  • Jonhard Mikkelsen leggur bókina fram
  • Hornorkestrið spælir 2-3 løg
  • Odvør á Lakjuni ber Frits eina heilsan
  • Og so okkurt óvæntað!  

Bøkurnar eru til keyps, og Frits skrivar fegin í tær. Borðreitt verður við góðum bitum, onkrum drekkandi og góðum práti.

14.05.2019
Sjúrður Ravnsfjall
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?