Blómuskapið á klantrasliga legginum

Eg havi loyst knútin um nominering til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina næsta ár. Bókin er funnin! Eg varnaðist hana í somu løtu, eg kom inn í bókhandilin, tíbetur var elsta dóttirin við, so hon hoyrdi mítt mutl, meðan eg gekk rundan um bunkan av bókum, nart við, luktaði, blaðaði, segði áh, áh, hon er flott, harrajesus hon er fullkomin og annað slíkt av sama slag, men keypti eg hana, nei! Gud viti hví, eg angraði tað fleiri ferðir aftaná.

25.05.2019
Marna Jacobsen
Bókaprát

Men so fór eg um ein hvassan kant, gjørdist 65 og fekk gávur og góðan døgurða og kaku og gávur, nógvar heilsur á facebook og messenger og í telefonini.

Tað besta vóru tó gávurnar frá børnum og ommubørnum. Alt verk eftir kvinnum, sjálvandi, eitt prent eftir Deu Trier Mørch, ein bók við signaturi eftir Adda Lykkeboe og bókina Leitanin eftir at vera eftir Katarinu Nolsøe. og her er tað, at eg havi loyst knútin hjá uppstillingarnevndini. Bókin, sum skal vera í uppskoti næstu ferð, er nevnliga júst hendan hjá Katarinu Nolsøe.

Hon er sjáldsama væl frágingin, har er alt ein samanhangandi heild, fantastiskar tekningar, fantastiskar yrkingar, og so eru tær skrivaðar á fantastiska góðum føroyskum máli, so at tú gerst so ómetaliga glað at vera føroysktmælt: Vit kunnu jú siga alt á okkara máli.

Sum prikkurin yvir i´ið fóru eg og dóttirin og versonurin at hyggja at leikinum hjá Katarinu, og eg má siga, at sjáldan havi eg sitið so rimmarføst á stólinum, ja, viðhvørt mátti eg næstan slíta meg úr einari transu og noyða munnin saman aftur, so væl var hetta uppsett og ikki minni spælt. Eg havi aldrin sæð Gunnvá Zachariassen spælt so væl, sum hon gjørdi her, og eg havi sæð hana spælt nógvar og góðar leikir.

Sjálvt um tað er mítt arbeiði at seta orð saman, at ritstjórna, at kuta orð burtur og alt møguligt, sum hevur við orð at gera, so eri eg ikki før fyri at greina hendan leikin, sum byggir á bókina við sama navni.

Fyrst og fremst var hendan framførslan merkt av at tann, ið hevði leverað tilfarið, visti, hvat hon tosaði um.

Tað byrjar alt við vektleysa kroppinum, sum er onkra aðrastaðni, um fallið, har tú ikki veitst, hvar og nær tað endar, um spakuliga at tora at koma upp aftur, burtur úr avbyrgingini og út í lívið hjá hinum.

Eg var so tikin á bóli, at tá ið Gunnvá framførir eitt hjartaskerandi skríggj á pallinum, sum ongan enda vil taka, bresti eg út úr at gráta, tí eg kenni á mær, at hetta var tað, sum skuldi til, nú fer hon at tora at koma fyri seg aftur, nú slapp hon av við slanguna og djevulin og tó, so vita bæði hon, sum skrivað hevur, hon sum framførir, og vit sum hyggja, at tú noyðist at liva við djevlinum, tú mást foreina teg við hann, hyggja í eyguni á honum, rura honum fyri at sissa hann.

Leikurin er upplagdur at spæla á øðrum málum, so onkur má skunda sær at týða til norðulendsk mál. Takk fyri Katarina, Gunnvá, Búi og øll, sum hava havt nakað við hann at gjørt.

Og bókina, hana fari eg at bera við mær inn at hjartanum og lesa og læra av. Takk og lov fyri hesa gávaðu kvinnu!

Marna Jacobsen
https://marnakj.wordpress.com

25.05.2019
Marna Jacobsen
Bókaprát

More articles