Nýggj bók! Á marknaðinum hósdagin 25. juli

Eva Nielsen er svii og hevur verið skiftislækni í Føroyum í fleiri umførum.

24.07.2019
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hon varð hugtikin av landinum og øllum tí, ið hetta fámenta samfelagið megnaði at skapa av vinnu, mentan, útbúgvingum og øðrum.

Hon varð ovfarin av tí áræði og tí skapanhugi, sum føroyingar sýndu í sínum virki.
 
Men hon visti í royndum einki um oyggjarnar og fólkið og fór tí miðvíst eftir at seta seg inní, hvussu hetta lítla samfelagið virkaði.
 
Hon setti seg inn í gomlu søguna, ull og binding, fiskavirking, málið, føroysk klæði, ta skapandi mentanina við tónleiki og myndlist, politikk og mangt annað.
 
Hon hevði samrøður við mong fólk, og burtur úr hesum samrøðum hevur hon nú skrivað eina ógviliga viðkomandi bók fyri útlendingar, ið koma higar og ikki vita, hvør ið er hvør, og hvat ið fyriferst her. Ella í stuttum: hvussu samfelagið er vovið saman.
 
Bókin er undirhaldandi og løtt at lesa og gevur eina heildarmynd, sum er merkt av undran og alski til evnini og fólkini, hon skrivar um. Brotini er stutt og beinrakin og til samans skapa hesar brotmyndir eina fína mynd av Føroyum í søgu og nútíð.

Les ein bita úr bókini her

Bókin kostar 198 kr og kann keypast her

24.07.2019
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?