Níggju kvinnur seta dám á ársins sprota-bókaheyst

Summarið er farið at halla og Orð og tónar ressast aftur eftir hvíld teir ljósastu mánaðirnar. Hóskvøldið 22. august kl. 20 leggja vit tvær bøkur fram, og tað verða 9 kvinnur, ið fara á pall.

19.08.2019
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Fyrra bókin er stuttsøgusavnið "Í løtuni" eftir Turid Thomsen. Savnið nemur við evni so sum at gerast fosturforeldur, hjúnaskilnað, at vera skilnaðarbarn og yvirhøvur at rúma gomlum syndum.
 
Dorit Hansen fer at práta við Turid um nýggjasta savnið.
 
Onnur bókin er "Góða systir", ið Margit Baadsager hevur skrivað. Bókin var løgd fram í fullari Løkshøll leygarkvøldið, men tey, ið leitað sær oman til Reinsaríið til Orð og tónar, verða ikki snýtt fyri hesa heilt serligu bók.

Bókin, ið er ein dagbók til systrina Arnvør, ið doyði av heilakrabba, er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihald, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í. 
 
Tað verður Eydna Skaale, ið tosar við Margit um lutir í bókini og um tilgongdina annars.
 
Tónleikinum fer sangbólkurin Kata at taka sær av.
 
---
 
Orð og tónar er er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20 til á leið 22 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.
 
Kom oman á Reinsaríið hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.
 

19.08.2019
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?