Holabátur (gjar 1)

21.08.2019
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Hmm...hálvtelgda holabátin á myndunum fekk eg fyri skjótt rættiliga nógvum árum síðan frá Ebbu Hentzu, sálu…
 
undir middag ein dagin upp undir jól datt eg inn á gólvið hjá henni, minnist ikki hvørji ørindini vóru, helst okkurt við rithøvundafelagið at gera…
 
eg skuldi fara at fylgja eftir døgurða... og hetta var ein jarðarferð av tí tyngra slagnum, viðkomandi farin í úrtíð alt ov ungur… eg kvíddi mær eitt sindur fyri, hvussu mær fór at verða við…
 
og tá var tað, Ebba gróv holabátin upp úr eini skuffu...helt tað kundi  vera hent, at hava okkurt í hondunum, tá ið soleiðis fall fyri… tað hjálpti tær at temja kenslur og tankar… tað vóru sínar royndir, segði hon…
 
Og holabáturin eisini sína søgu… hevði ligið í jørðini, í einum gomlum torveyga og kom undan kavi aftur eina ferð seint í trýssunum, tá ið grivið var út fyri húsunum hjá Janusi Kamban innast í Klokkaragøtu her í Havn, men fyrr høvdu Havnarfólk torvheiðar har um vegir…
 
hvussu gamal báturin er, er ikki gott at vita… kanska hálvtannað hundrað ár, kanska eldri…  hvaðna minni ber til at siga, hvør ið telgdi hann…
 
men hvat hevur holabáturin við skaldsøguna Terningar/ søgur av tilvild at gera…einki sum so…og tó…holabáturin  kom, sum sagt, upp úr moldini, úr eini langt síðan farnari tíð til eitt nýtt lív og nýggja søgu í okkara samtíð…
 
upp á sama máta kemur skaldskapurin upp úr undirvitsins tilvild  og ger søgur og samanhangir í samtíðartilvitið…
 
og Terningar/ søgur av tilvild er einki undantak…
 
henda søgan um dreingin Ísmael og hvussu hansara lív tekur seg upp á eingjunum inst inni í einum føroyskum fjørði frá teirri løtu hann í stormi og kavaríð av landnyrðingi kemur í verðina við reyvini fyri langa fríggjadag í 1937 og til hann aftur fer av henni tann 16. Juli 1969,  sama dag sum menn verða skotnir upp á mánan fyrstu ferð, er ein frásøgn, har ljós og skuggar í samfelagnum skifta so furðuliga og so hjartanemandi sum ongantíð fyrr í føroyskum bókmentum…
 
nei,  ikki er tað lygn eins og so mangt annað í hesum døgum…tað kunnu tit líta á...
 
og Terningar/søgur av tilvild kemur út 24. oktober, sum sagt…hjá SPROTANUM...
 
lesist so livst...

21.08.2019
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?