Gott er seiggið í Heðini M. Klein

29.08.2019
Sprotin
Bókaprát

Í desember í ár eru hálvthundrað ár liðin, síðan fyrstu yrkingar hansara komu út í bók: Væmingar og vaggandi gjálv.

Í hesari vikuni kemur Heðin M. Klein á marknaðin við tveimum verkum. Annað er úrvaldar yrkingar eftir nobelheiðurslønarvinnaran Nelly Sachs. Eitt einastandandi gott úrval, sum hann hevur týtt.

Hitt er eitt sjaldsamt yrkingasavn, sum nevnist Mær er so ymiskt. Hesin gamli knarkurin gongur nú sínar heilt egnu leiðir.

Yrkjarin nevnir sjálvur yrking sína ørindakrotan og skilar til, at innihaldið kann „verða sungið, messað, rappað / kvøðið, njórað, lisið / innan- sum uttantanna”

Hetta er eitt slag av málsligari rannsókn, sum bæði er spølin og álvarsom.

Trý tey fyrstu ørindini eru grundin undir øllum teimum seinnu ørindunum, eitt slag av bókastava-DNA. Byrjanin hevur tí treytað og bundið tað, sum aftaná kemur, innihaldsliga, t.e. sagnorðini framhaldandi eftir forbókstøvunum, tó ikki raðfylgjuna, men endaligi fáningurin er blind tilvild.

Hvørt ørindi er at skilja sum ein staðfesting, eitt faitaccompli, nakað sum í lesandi stund er einum hugsaðum eg-persóni fyri, og tað skiftandi skákskrivaða niðurlagið er eitt spontant, kensluligt eg-mótspæl við afturvendandi orðunum „Og mær er so …“

Vit kunnu meira alment siga tað soleiðis, at niðurlagið endurspeglar og ekkóar, so ella so, eitt menniskjaligt respons, eitt andsvar, til úrtøkuna úr hvørjum ørindi sær.

Yvirskipað ber til at siga, at í yrkingini – sum í lívinum –  veitst tú kanska, hvar og hvussu tú byrjar, men tú veitst ikki, hvar og hvussu tú endar ...

Hetta er egin, ertandi, áhugaverd og ógviliga sermerkt yrking, sum skaldið Heðin M. Klein hesa ferð hevur latið okkum.

29.08.2019
Sprotin
Bókaprát

More articles