Terningar (søgur av tilvild) (gjar 2)

Hmm…henda brúntónaða myndin av eldsbrunanum í Bergen í januar 1916 hekk í stovuni hjá ommu mínari í Gundadali, tá ið eg var barn…eg visti lítið av myndum at siga tá, íðan vóru myndir ikki fyri eygunum allastaðni heldur… enn hugsaði eingin um sjónvarp í Føroyum… hvaðna minni um teldur og internet… hetta var í fyrru helvt av trýssunum…

09.09.2019
Carl Jóhan Jensen
Bókaprát

Og tann hamkendi og í senn undursami heimurin óviðtaldur, ið Elinborg Lützen læt upp fyri mær í bókini „Skýming“, hevði eg ikki aðra atgongd til myndevni enn danskar príslistar tá… teir komu ársfjórðingsvíst í húsið og vaktu ein kitlandi ans…á summum opnum stóðu konur so berliga ílatnar sum flettur seyður…

annars vóru tað bara vikubløðini… og donsk við sjálvandi… ið bjóðaðu okkurt fyri eyguni… mamma mín plagdi at keypa tey í kioskini hjá Astu í gamla kommunuskúlagarðinum…Ude og hjemme, SøndagsBT, Familie Journalen o.o….
seinni løgdust so teknimyndabløðini afturat… og uppaftur seinni sunnudagsbiografurin í Havnar Bio…

treyðugt so hekk onkur hissini málningur í betristovuni hjá okkum á Hoydalsvegi 24 millum ljósbílæti av familju, tikin við ymisk vegamót í lívinum, eitt nú gifting, barnadóp, rundar føðingardagar og onkra jarðarferð kanska…tey flestu á hesum bílætum vóru farin, sum tað æt…abbarnir báðir t.d….men farin?... eg dugdi ikki at fáa mítt óvitahøvd uppá, hvagar, hesi fólkini vóru farin… væntaði tey aftur hvørja løtu… ikki síðst Jón systkinabarnið…hann var farin heim, søgdu tey við meg ein februarmorgun í ein og trýss, tvey ára gamal, eftir høvdinum í ein hyl í ánni oman fyri brúnna við Sjónleikarhúsið… og tað var alt so undarligt við tí, hvat meint var við „heim“, tí ikki kundi tað vera í hylinum og við hús hjá Jón og teimum var tað heldur ikki, har sást systkinabarnið ongantíð aftur…. og tað varð hússjað á meg, tá eg onkuntíð kom á gólv har við foreldrunum og spurdi eftir honum, og tað hendi seg, at mamma hansara fór at lippast…men eg hevði ongantíð sæð vaksin fólk gráta og var illa við, tað kendist sum allur tann ræðuligi álvari av kríggi og forsetamorði, sum tá fløddi úr útvarpinum, varð ríslaður á kroppskinnið við einum skørðutum glasbroti… og pápi mín hugdi upp á mammu mína við einum bragdi í eygunum, sum segði, at nú mátti hon venja sonin betur, tað veit gud… jú men, kom eg so við og við eftir, hvat orðið „heim“ eisini kundi merkja og somuleiðis lýsingarhátturin: farin…eingin fyri neyðini longur at hússjað á meg fyri ikki at duga ta kurteisi, ið deyðin krevur…

men tað var nú hesa brúntónaðu myndina av eldsbrunanum í Bergen, eg ætlaði at siga okkurt um…undir henni stóð ein gipsstoyptur Kristusá einum tríføttum stætti, eitt sindur framhokin og við hondunum signandi framman fyri sær…til viks við myndina hekk ein klokka við myrkari umgerð, penduli og seinligum gonguljóði, ið segði: tokk, tokk…klokkan sló korter og tímasløg við skavandi klangi og tað var søgn í familjuni, at abbin hevði havt hana við úr Amerika tann tíð, tað var…
men tað er nú so…í hesi nýggju bókini „Terningar / søgur av tilvild“ er deyðin nettupp eitt megintema…frásøgumaðurin sigur søguna so at siga úr deyðanum…og tá ið eg nú, komin hetta upp í árini, hyggi aftur á aftur, er tað ikki sørt, at hesi trý: myndin av eldsbrunanum í Bergen 1916, tann gipsstoypti Kristus og veggjarklokkan við sínum tokk-tokk-gongulagi og skavandi korter- og tímasløgum, enn vilja renna saman í skiftandi ímyndir av jarðvistini og deyðanum… ímyndum, sum m.a. eru festar á blað í hesi nýggju bókini…men hon verður løgd fram á Orðum og tónum hósdagin 24. oktober…

09.09.2019
Carl Jóhan Jensen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?