Edvard S. Olsen hevur týtt stórverkið eftir Johannes V. Jensen. Sára Mikkelsen

Edvard S. Olsen

Edvard S. Olsen er vorðin ein av okkara heilt stóru skaldsøgutýðarum. Eftir at hava arbeitt sum lærari í mong ár, gavst Edvard og fór undir at týða bøkur í staðin.

15.09.2019
Sprotin
Ymist

Edvard, sum er klaksvíkingur, er vorðin 70 ára gamal og hjúklar um tekstirnar, sum vóru teir hansara egnu listaverk. Og á sín hátt eru tey hansara egnu listaverk. Hann flytur gløggar tankar úr einum máli inn í okkara – tað er stór málslig list, sum ikki hvør og ein megnar.
 
At týða er stríggið arbeiði. Einsligt, asosialt og strævið, og oman á alt er tað er grátiliga illa lønt. Helst eisini eins lítið virt, tí sjaldan selja vit fleiri enn eini hundrað eintøk av týddari skaldsøgu.

Onkuntíð fáa týðarar eina mánaðarløn frá Mentanargrunninum, og tað ger allan munin. Stundum einki, og tá gerst arbeiðið tungt.

Men at hugsa sær at byggja land, sum vit gera, við fínum vinnutólum, nógvum útflutningi, væl lærdum fólki, men við ongum bókum á føroyskum. Tað riggar ikki saman. Tað riggar ikki, tí við ongum bókum, ongum týðingum, ongari bókmentaligari nýskapan fánar  krumtøppurin, sum skapar okkara samleika – okkara mál. Og tað hava vit ikki ráð til.
 
Tað er løgið, so lítið skiftandi mentamálaráðharrar hava lagt dent á at fjálga um týðarar. Í 2001 fekk Torbjørn Jacobsen stovnað týðaragrunnin, sum eftir ætlan skuldi vaksa hvørt ár. Hann hevur kortini staðið í stað og megnar ikki at nøkta tann tørv, ið er á týðingum.

Og nú heysta vit, sum vit hava sátt. Flestu týðararnir eru farnir um tey 60, flestu rættlesararnir eru farnir um tey 60 eisini.

Hetta er annars eitt fittligt arbeiði hjá mongum, men ung fólk pilkast ikki við slíkt, ið ongar pengar gevur. Týðingin varðveitir sín status sum hjáputur hjá fólki, ið hava sína føstu inntøku. Tað merkir, at hon er ikki høgt í metum sum virðisskapandi virksemi, hóast hon, kundi hent, varð ryggurin í málsligu menningini her á landi.

Og hesa vikuna letur hann úr hondum stórverkið eftir Johs. V. Jensen – Den lange rejse, sum hevur fingið heitið Drúgva ferðin. Eitt ómetaligt tak.
 
Her eru bøkurnar, Edvard hevur týtt okkum:

 

 


 

 

 

 

 

 

15.09.2019
Sprotin
Ymist

More articles