GLOYMDUR - bókaframløga í Spinnarínum

Fríggjakvøldið 20. septembur kl. 20.30 verður forkunnug bókaframløga í Spinnarínum í Klaksvík

17.09.2019
Sprotin
Bókaprát

Bókin, ið verður løgd fram, er skaldsøgan GLOYMDUR, ið er fyrsta útgávan hjá journalistinum Solby A. Christiansdóttir.

Ein maður liggur til at doyggja á Landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.

Bókin byggir á veruligar hendingar - um deyðasjúka mannin og sjúkrahúsverkið. 

Skráin verður henda: 

  • Hans Andrias Jackobsen spælir tvey til trý løg
  • Uni Holm Johannesen prátar við rithøvundin Solby A. Christiansdóttir.

Eftir framløguna verður okkurt gott til góma og háls sjálvandi at fáa, og rithøvundurin skrivar í bókina, ið verður til sølu hetta kvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

17.09.2019
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?