GLOYMDUR - bókaframløga í Spinnarínum
Fríggjakvøldið 20. septembur kl. 20.30 verður forkunnug bókaframløga í Spinnarínum í Klaksvík
Bókin, ið verður løgd fram, er skaldsøgan GLOYMDUR, ið er fyrsta útgávan hjá journalistinum Solby A. Christiansdóttir.
Ein maður liggur til at doyggja á Landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.
Bókin byggir á veruligar hendingar - um deyðasjúka mannin og sjúkrahúsverkið.
Skráin verður henda:
- Hans Andrias Jackobsen spælir tvey til trý løg
- Uni Holm Johannesen prátar við rithøvundin Solby A. Christiansdóttir.
Eftir framløguna verður okkurt gott til góma og háls sjálvandi at fáa, og rithøvundurin skrivar í bókina, ið verður til sølu hetta kvøldið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.