Erika Fatland og Pauli Nielsen

Nýggj bók og høvundavitjan mikudagin!

MARKIÐ eftir Eriku Fatland kemur út mikudagin, og høvundurin heldur fyrilestur um bókina mikukvøldið kl. 18.30 í Norðurlandahúsinum.

30.09.2019
Sprotin
Bókaprát

Bókin er um eina ferð, høvundurin hevur gjørt kring Russland. Gjøgnum Norðurkorea, Kina, Mongolia, Kasakstan, Aserbadjan, Georgia, Ukraina, Hvítarussland, Litava, Pólland, Lettland,Estland, Finnland, Noreg og Landnyrðingsleiðina.

Hetta er bók um at vera granni hjá tí ómátaliga heimsveldinum Russlandi. Um teir stóru mentanarligu munirnar millum londini, høvundurin vitjar, og sum liva í skugganum av tí eina stóra felagsnevnaranum, sum á ymsan hátt hevur merkt tey øll: at liva undir liðini á Russlandi, heimsins størsta landi. Hon ger ferð ígjøgnum 14 lond og leggur alt markið – 20000 kilometrar – aftur um seg. 

Bókin sigur frá litføgru, spennandi, syrgiligu og ótrúligu søgunum, sum elvdar eru av hesum grundleggjandi geopolitisku treytum.  Um somu leið er hon ein hugtakandi og livandi lýsing av teimum mentanum, fólkum, landsløgum og einstaklingum, høvundin hittir á leið síni fram við endaleysa markinum.


Høvundurin Erika Fatland

Erika Fatland (1983) er útbúgvin sosialantropologur. Erika Fatland fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 2015 fyri bókina Sovjetistan, sum varð týdd til 15 mál. Fyri Markið hevur hon fingið sjaldsama góð ummæli, viðurkenningar og heiðurslønir. Bókin er so áhugaverd og væl skrivað, at hon hevur fingið vandastu ummælarar at hálova henni. 
 
Mikukvøldið fer Erika at leiða okkum inn í hesi viðurskifti og lond, sum vit lítlan og ongan kunnleika hava um. Komið í Norðurlandahúsið og lurtið eftir Eriku, tað verður heilt víst ein fín innleiðsla til bókina, sum krøkir teg frá fyrstu síðu.
 
Pauli Nielsen, fyrrverandi stjóri á læraraskúlanum, hevur týtt stóra verkið.

 

Týðarin Pauli Nielsen

Pauli Nielsen (f. 1943) hevur týtt MARKIÐ.

Útbúgvin lærari í Havn í 1966, skúlabókavørður á DLH í Keypmannahavn í 1970, og cand.ped.ped. á DLH í 1975. Starvaðist fyrst í Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum í Havn, síðan á Føroya Læraraskúla. Frá 1990 til 2006 rektari á Læraraskúlanum. 

Týtt fyri Sprotan:
Alaa al Aswany: Jákupslon (2017)
J.M. Coetzee: Barnaár (2018)
Søren Ulrik Thomsen: Tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við (2018)
Haruki Murakami: Tá ið eg tosi um at renna (2019) og Sunnanvert markið (endurprent)
Erika Fatland: Markið (2019)
 
Pauli fór at týða og skriva okkurt smávegis longu sum blaðungur vikarur í Bø og Gásadali frá 1959 til 1962. Okkurt varð prentað í Snarljósinum, blaðnum, ið læraranæmingar góvu út. 
 
Rættilig gongd kom á, tá ið hann tók við sum blaðstjóri á mánaðarblaðnum Glugganum á heysti í 1967. Umframt ymiskar týddar yrkingar og stuttsøgur, kom italska skaldsøgan, Fontamare efir Ignazio Silone sum framhaldssøga í Glugganum. Har kom eisini barnabókin Albert eftir kenda, danska barnabókarithøvundinum Ole Lund Kirkegaard sum framhaldssøga, og hon kom seinni út í bók eins og týðingar av næstan øllum bókunum, sum Ole Lund Kirkegaard skrivaði.

Til børn og barnsligar sálir skulu eisini nevnast nøkur hefti um Rasmus Tøpp og nøkur um Dunnald dunnu, og ikki at gloyma Blóðreyða súreplið, Abbi er sjórænari og stóra søgusavnið, Søgubókina eftir svenska Jan Løøf.
 
Pauli týddi eisini og gav út áhugavert tilfar um pedagogikk, meðan hann var lærari og rektari á Føroya læraraskúla. Tað gjørdi hann, tí hann var sannførdur um, at amboðið at menna pedagogikkina í Føroyum er føroyska málið.

Best kendar eru upprunaligu svensku bøkurnar Lurtandi Pedagogikk hjá Ann Åberg og Vygotskij í verki hjá Leif Strandberg. Báðar leggja tær upp til pedagogiska hugsan í øllum undirvísingar- og útbúgvingararbeiði, og tað var altíð aðalendamálið í strembanini hjá Paula at menna útbúgvingarnar á Læraraskulanum.
 
Fólkaskúlalærarar við hollum kunnleika til føroyskt hava havt ómetaliga týdning at menna føroyskt úti um alt landið, og at móðurmálið mátti vera sveivin í undirvísingini vóru lærarar samd um. Nógvir teirra vóru ídnir týðarar og týddu fleiri skaldsøgur, sum m.a. vóru lisnar í útvarpinum. Teir mentu føroyskt. Lívligt kjak um føroyskt mál og føroyskar bókmentir, málsøgu og skaldskap á mannamunni, kvæði og kvøðing var fastur táttur á læraraskúlanum. Alt hetta tykist hvørva nú.
 
Síðan læraraskúlin varð lagdur inn undir Fróðskaparsetrið, er føroyskt mest sum dottið burtur á stovninum. Tey, ið ikki velja sær føroyskt á linju, fáa bara eitt grundskeið, sum svarar á leið til krøvini, ið verða sett fráfaringarroynd fólkaskúlans. Annars verður at kalla einki lisið á føroyskum. Alt annað tilfar er á øðrum málum.
 
Hetta grundskeið er eyðvitað eingin førleiki hjá lærara at hava. Tað er bara minstakrav hjá øllum vanligum borgarum í landinum. Linjan, sum er skerd  niður í nakrar vikur, er eisini bara ein viðfáningur av tí, hon var. Hesar broytingar í læraraútbúgvingini er ein dáragerð ímóti okkara máli og mentan og við hesari gongd hava vit ongar týðarar um nøkur fá ár.

---

Niðanfyri er eitt úrval av myndunum, tiknar vórðu á longu ferðini fram við markinum.

30.09.2019
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?