Tað er ein fólkaræðislig gerð at týða. Hon verður gjørd fyri onnur. Turið Sigurðardóttir hevur týtt bókina "Afturgongur".

Týðing í týðingarøld

At týða er at taka lut í tí endaleysa stríðinum fyri fatan og merking.
Tað er ein fólkaræðislig gerð at týða.
So nógv av tí, sum vit halda innast at okkum, byggir á týðing. Vit blivu kristin gjøgnum tulking og týðing, og hugtakið heimsbókmentir byggir á týðing. Vit metta okkum av heimsbókmentum í føroyskum, donskum og enskum týðingum.
Tað eyðkennir fáment mál, at týðingar eru lutfalsliga stóru partur av heildarútgávuni. Akkurát øvugt er í fjølmentum málum, eitt nú í USA, har nøgdin av týðingum er lítil samanborið við upprunaligar bøkur.

15.10.2019
Turið Sigurðardóttir
Ymist

Týðing hevur vaksandi týdning í heiminum í okkara øld, sum viðhvørt verður kallað týðingarøld.

Málið er felagsogn, eingin eigur tað einsamallur. Vit hava altíð fingið tað frá øðrum, og tað er altíð onkur ‘annar’, sum tekur ímóti tí máli, sum frá okkum fer, og ger okkurt við tað. Eftir ta viðferðina er tað ongantíð ‘tað sama’ sum áður, júst eins og ein týðing ongantíð sigur nágreiniliga tað sama sum upprunateksturin. Men ein týðing kann tó á mangan hátt sýna upprunateksti sínum trúskap. At týða er at taka lut í tí endaleysa stríðinum fyri fatan og merking.

Tað er ein fólkaræðislig gerð at týða. Hon verður gjørd fyri onnur. Men týðarar hava vald og tí eisini ábyrgd.

So nógv av tí, sum vit halda innast at okkum, byggir á týðing. Vit blivu kristin gjøgnum tulking og týðing, og hugtakið heimsbókmentir, sum Goethe setti fram, byggir á týðing. Vit metta okkum av heimsbókmentum í føroyskum, donskum og enskum týðingum og kanska øðrum málum við.

Tað eyðkennir fáment mál, at týðingar eru lutfalsliga stóru partur av heildarútgávuni. Akkurát øvugt er í fjølmentum málum, eitt nú í USA, har nøgdin av týðingum er lítil samanborið við upprunaligar bøkur.

Í Føroyum er nøgdin av týðingum tíbetur vaksin við nógvari ferð tey seinastu áratíggjuni, umleið helvtin av øllum útgávunum eru týðingar. Tað eyðkennir eisini fáment mál, at summi økir eru at kalla útfylt av týðingum; t.d. hevur tað leingi verið so, at nógvar ferðir fleiri týddar enn upprunaligar barnabøkur koma út á føroyskum. Tað hevur samband við, at tey vaksnu halda, at børn skulu hava nógvar bøkur á føroyskum at velja ímillum, og hava avgjørt politiskt at stuðla útgávu av barnabókum á føroyskum. Men fáment tjóð kann ikki skriva allar tær bøkur, ið børnini mugu hava, og tí eru lutfalsliga nógvar av barnabókunum á føroyskum týddar bøkur.

Týddar skaldsøgur fyri vaksin hava eisini í nøkur ár verið nógv fleiri enn tær upprunaligu føroysku, og tað er natúrligt í so lítlum málsamfelagi. Tað sum um ræður, er at týðingarnar eru góðar og vandaligar, og at úrvalið er dygdargott. Onnur málsamfeløg, sum ikki hoyra upp í tey størstu, t.d. íslendskt og danskt, dúva nógv upp á týðingar á fleiri økjum, eisini t.d. tá ið tað snýr seg um lættisoppalesnað.

Tann pinkulítli føroyski bókaheimurin hevur ikki orku til at fáast við sovorðið, men noyðist altíð at hugsa um dygdina. Lættisoppar verða tí næstan ikki skrivaðir ella týddir, hvørki til børn ella vaksin. Anders And o.a.m. lesa vit á donskum, okkurt á enskum.

Bara vit hugsa okkum eitt sindur um, skilja vit beinanvegin, hvussu bundin vit eru av, at onkur týðir og týðingarnar koma út. Kortini er skrivingin um bókmentir og bókmentasøgu sera lítið ávirkað av hesari sannroynd. Tað verður ofta sagt, at týðingar eru børn hjá sínari tíð, laga seg eftir løtubundnum eginleikum í málinum, og at týðarar royna at gera verk síni atkomulig fyri ein ávísan lesaraflokk; tí halda týðingar ikki men mugu gerast umaftur aftan á eina tíð. Hetta er tó ikki beinleiðis nakað prógv, tí upprunaverkini eru eisini børn hjá sínari tíð, og kortini er summum teirrra langt lív lagað.

Men sum Ástráður Eysteinssonm professari sigur, so kemur munurin millum ta lívslongd, ið summum upprunaverkum er lagað, og haldgóðskuna hjá týðingum, í hvussu er eisini av muninum millum ta bókmentasøguligu umfjálgan, sum teimum fellur í lut. Upprunaverkini, ella eitt úrval av teimum, verða javnan tulkað og umrødd; virði teirra verður staðfest í skriving og undirvísing og samstundis lagað eftir teimum broyttu sjónarmiðunum í hvørjum ávísum tíðarskeiði.

Tann siðbundna bókmentasøgan hevur ikki bara mentanarligan leiklut, men tjóðskaparligan, og snýr seg um upprunaverk. Neyvan eru tað bara innari eginleikar í ávísum verkum, sum gera tey klassisk. Tað man heldur vera soleiðis, at virði teirra verður endurframleitt í tulkingini, hvørja ferð tey verða lisin ella viðgjørd skrivliga ella munnliga, antin tað er í undirvísing, í bókmentasøgu ella á annan hátt. Sovorðnum verkum verður langt lív lagað, tí tey verða lisin og endurtulkað, í víðari merking ‘týdd’ aftur og aftur.

Týðingar verða sjáldan endurtulkaðar soleiðis, heldur ikki tær týðingar, sum tola tað. Tað kemst kanska av, at tær ikki metast at hava sjálvstøðugt ella tjóðskaparligt virði, sum er vert at ‘endurframleiða.

Bókmentatýðingar hava lítið pláss í bókmentaumrøðu og -viðgerð. Men týðingarfrøði er vorðin eitt stórt evni í undirvísing og gransking. Í postkolonialismugransking tann týðingarhugtakið lata nýggjan sjónarring upp, og stundum verður ‘týðing’ nýtt sum myndburður fyri tað fyrrverandi hjálandið, ið skapar sína mentan og samleikla sum ‘týðing’ av mentanini hjá hjálandaveldinum.Týðingar kunnu á ymsan hátt nema við politiska kúgan og frælsisstríð; nevnast kann blaðkríggið í 1913 um útgávuna av Robinson Kruso á føroyskum.

15.10.2019
Turið Sigurðardóttir
Ymist

More articles